Nú er tað eitt ár síðani, at Lindin fór undir at senda kristiligar sendingar, og eitt ára dagurin verður markeraður við, at sendinetið verður víðkað. Nýggi sendarin á Brúnaskarði fer at varpa sendingarnar hjá Lindini út til størsta partin av Norðoyggjum.
Menn frá telefonverkinum hava verið og sett ein sendara upp á skarðinum, og hann stendur nú klárur.
? Málið hjá okkum er, at Lindin skal røkka út til allar føroyingar, og hetta er eitt stig á leiðini, sigur Preben Hansen, nevndarformaður í Lindini.
Næsta málið hjá Lindini er at víðka sendinetið til Vágarnar, Sandoynna og síðani Suðuroynna. Arbeitt verður í løtnuni við at fáa fígging til vega til hesar ætlanirnar.
Senditíðin longd
Í sambandi við at sendarin á Brúnaskarði verður tendraður verður ein fýra tíma long sending úr Studio Pegasus í Klaksvík, sum norðoyingar skipa fyri. Eisini verður opið hús í Lindini í havn, har fólk kunnu støkka inn á gólvið.
Lindin sendir vanliga frá kl. 13 til kl. 23, men nú verður senditíðin longd, so at byrjað verður nú klokkan 9 hvønn morgun.
Teir í nevndini í Lindini dylja heldur ikki fyri, at teirra endaliga mál er at senda alt samdøgrið, so teir sleppa undan at sløkkja sendaran yvirhøvur.
? Málið er at senda alt samdøgrið, men vit mugu fyrst fáa eina avtalu við KODA og Gramex um tónleikin, sigur Preben Hansen.
Nevndin í Lindini boðar eisini frá, at nýggjar sendingar verða á skránni, nú sendinetið verður víðkað.
Ein av nýggju sendingunum hjá Lindini verður ?Spyr Harran fyrst?. Har fara fýra samkomuleiðarar at svara ymsum spurningum frá lurtarum. Hon verður skipað sum Spyr Bara hjá Útvarpi Føroya.
Flaggskipið hjá Lindini hevur verið sendingin bønarlindin, har fólk hava kunnað ringt inn við bønarevnum, sum vertirnir so hava biðið fyri í útvarpsstovuni.
Henda sendingin verður framhaldandi á skránni hvønn dag, og tey í Lindini eru ógvuliga fegin um ta stóru undirtøku, henda sendingin hevur fingið. Higartil hava tey fingið eini 5000 bønarevni frá lurtarum, sum hava ringt inn.
Enn er ikki heilt greitt, hvussu væl Lindin fer at hoyrast í teimum fjarskotnastu bygdunum í Norðoyggjum. Símin Hansen, nevndarlimur, sigur tó, at útvarpsbylgjurnar frá sendaranum á Brúnaskarði víðka eisini um sendinetið á Sandoynni, so onkrar bygdir á Sandoynni fara eisini at hoyra Lindina við hesum nýggja sendaranum.