Talv:
Gamla Sovjetsamveldið fostraði ótrúliga nógv stór talvnøvn, og ikki er hendan gongd vend síðani samveldið bleiv avtikið, als ikki.
Vit kunnu bert nevna Ruslan Ponomariov úr Ukraina, Alexander Grischuk úr russlandi og sera ungi Teimour Radjabov úr Azerbaidjan. Serliga Ponomariov og Grischuk, sum jú deildu fyrsta pláss í 3rd Tórshavn International í oktober, hava prógvað at teir saktans megna uppgávur ímóti heimselituni. Báðir eru teir 17 ár. Radjabov er við sínum 14 árum yngsti stórmeistari í heiminum, og hevur eisini víst hógv í sterkum kappingum.
Nýggja navnið í heimselituni er Rustam Kasimdzhanov úr Uzbekistan. Hann hevur verið stórmeistari í longri tíð, men tað er ikki fyrrenn í hesum seinasta árinum, at hann hevur førkað seg heilt fram í oddin.
Hann vann sterka kapping Týsklandi herfyri, nevnd 3rd Julian Borowski, framanfyri góðar menn sum Jusupow, Gurevich og aðrar stórmeistarar. Undan kappingini hevði hann styrkitalið 2693, og eftir síni fýra vunnin talv og fimm javnleikum er hann helst omanfyri 2700, og tá kann ein kalla seg telvari í heimselituni.
Fide ratinglistin
Gary Kasparov er ikki longur tann einasti sum hevur omanfyri 2800 í rating. Vladimir Kramnik er júst dottin um gáttina til magiska talið, meðan Viswanathan Anand er beint niðanfyri.
Hesir tríggir omanfyrinevndu eru í klassa fyri seg. Teir prógva tað ferð eftir ferð í krútsterkum kappingum, og eisini er eitt glopp niður til fjórða mannin á listanum, sum er bretin Michael Adams.
Sigast skal at tiltikni Bobby Fischer enn er á listanum, sum passivur telvari, við heili 2780 í styrkistali. Hansara seinast talv var afturi í 1992 tá hann vann ein dyst ímóti Boris Spassky. Eisini annar amerikumaður, Gata Kamsky, hevur høgt tal, men hevur hann ikki leikt í eini fýra ár vegna læknaútbúgving. Ilt er at siga um hann fullkomiliga er givin.
Topp 10 (01.04.2001):
1. G. Kasparov 2827
2. V. Kramnik 2802
3. V. Anand 2794
- (B. Fischer 2780)
4. M. Adams 2750
5. A. Morozevich 2749
6. V. Ivanchuk 2731
7. P. Leko 2731
8. A. Shirov 2723
- (G. Kamsky 2717)
9. B. Gelfand 2712
10. E. Bareev 2709
Í hølunum á hesum eru eitt nú nøvn sum Topalov, Svidler og fyrrverandi heimsmeistarin Anatoly Karpov sum hevur leitað stórformin fram aftur. Á næsta topp tíggju lista verður Rustam Kasimdzhanov møguliga millum leyvirnar, hann er nevnliga væl á veg.
Sí meira um rating og annað á www.fide.com.