SamráÐingar
Jan Müller
? Tað er eingin føroyingur, sum ivast í, at vit eru ein tjóð. Alt Føroya fólk er samt um, at vit eru ein tjóð. Og tað er eingin, sum sambart bæði grundlógini og heimastýrislógini, ið ivast í, at vit eru danskir statsborgarar. Alt endamálið við samráðingunum við danir hevur verið, at vit skulu blíva ein sjálvstøðug tjóð. Eg dugi ikki at síggja, hví man nú skal fara og biðja um tað. Tað er nakað man tekur. Vit kunnu fáa sjálvstýri í morgin um vit vilja tað sigur Jógvan Páll Lassen, sum eisini vísir á, at eingin juristur hann hevur tosað við metir hetta sum nakran trupulleika.
Jógvan Páll Lassen er púra ovfarin av tí stigi, sum landsstýrið hevur tikið í málinum og sigur seg rætt og slætt einki skilja av hesum. Hann heldur talan verða um óskipaðan taktikk frá landsstýrisins síðu. -Tað ringasta, sum kann henda, er, at føroyingar atkvøða ímóti hesum, og vit enda sum ein partur av Danmark. Tað verður ein vanlukka. Hetta málið snýr seg ikki um jura men um pengar.
Jógvan Páll Lassen spyr, hvat hendir, um eitt slíkt mál fellur við eina fólkaatkvøðu? Eru vit so ikki ein tjóð? Eru vit so ikki føroyingar meira?
Trupulleikin hjá landsstýrinum og kjarnan í øllum málinum heldur sakførarin er tann, at tað er koyrt fast í samráðingunum. ? Tað virkar fyri mær sum fólk eru trýst upp í ein krók og skulu finna uppá okkurt fyri so at leypa á fullkomiliga óskipað. Hetta kann í veruleikanum ikki brúkast til nakað annað enn at standa og proklamera.
? Fólkaflokkurin segði, at vit skulu hava loysing, men tað skuldi ikki kosta okkum nakað serligt. Tað vísti seg ikki at halda. Síðani varð sagt, at vit skuldu hava rættindi hjá hvørjum ørðum. Tað siga danir eisini nei til. Nú er fast. Nú slepst ikki víðari. So fer man at tosa um jura. Nú skulu vit hava ein fólkadómstól, sum skal døma í sambandi við altjóða rætt. Eg havi hoyrt nakað líknandi. Tað er so langt úti, at eg havi ikki orð fyri tí.
Jógvan Páll Lassen sigur víðari, at tann dag Nyrup sigur, at vit ikki kunnu fáa loysing, tá hava vit ein trupulleika. ? Men hann sigur jú, at vit kunnu fáa loysing, tá vit vilja. Tá hevur hann longu viðurkent, at vit hava øll sereyðkenni.