HB-LÍF 4-2 (1-1)
2. deild
Tað var líka sum eingin, ið hevði roknað við tí heilt stóra frá leirvíkingum hetta kappingarárið. Liðið taldist í fjør millum veikastu liðini í deildini, og upp- og niðurflytingardystir skuldu til, áðrenn sætið í deildini varð tryggjað.
Hetta kappingarárið hevur hylnast munandi betri í so máta. Undan dystinum leygardagin høvdu teir ikki roynt at tapt, og móti einum HB liðið, sum ikki hevur víst tað stóra, kundi tí kanska roknast við, at talan eisini fór at gerast um stig her.
Rótut
Fyrstu løtuna av dystinum var tó ikki nógv, sum bendi á, at hetta skuldi gerast dagurin hjá LÍF. Spælið frá báðum pørtum var rótut, men teir flestu møguleikarnir, sum vóru, hevði HB kortini.
Tað eydnaðist eisini gestunum at koma á odda, tá leikandi venjarin, Sámal Erik Hentze, sendi eitt skot móti málinum, og leingi var eisini líkt til, at hetta skuldi gerast hálvleiksstøðan.
LÍF fekk tó brádliga javnað, tá eitt langt útspark frá LÍF-málverjanum, endaði við, at Jonhard Høgnesen mundi sloppið leysur. Vandin var somikið stórur, at Eyðfinn Fjalsbak ikki sá sær annan møguleika enn at fella leirvíkingin, og eftirfylgjandi brotssparkið setti Tomek Resel trygt í netið.
HB avgjørdi alt
Í seinna hálvleiki varð tó skjótt greitt, at HB nú hevði sett sær meira fyri. Teir fingu skjótt tak á spælinum, men tað skuldi ein deyðbóltur til, áðrenn mál kom. Eitt fríspark varð sent úr vinstru síðu, og tá bólturin kom niður við nærmaru stong, hevði Johan Lützen runnið seg leysan, so hann kundi prika bóltin inn.
Nakað seinni var aftur mál. Rangstøðufellan hjá KÍF kiksaði, og tá Eyðfinn Fjalsbak gjørdist leysur, rullaði hann tvørtur um til Eyðun Samuelsen, sum setti bóltin í netið. Eyðun stóð sjálvur faddur til fjórða málið, tá hann legði fríspark inn til Jóannes Færø, sum stútaði inn, og so munaði tað lítið, at Mirek Gill minkaði um munin við einum góðum skoti.
Við sigrinum er nú líkt til, at HB fer at blanda seg í oddin. LÍF misti hinvegin eitt fet í stríðnum, men sum úrslitini í deildini hava verið higartil, tykist kappingin at gerast sera jøvn, og tí kann alt síggja øðrvísi út hjá leirvíkingunum um eina viku.
HB-LÍF 4-2 (1-1)
1-0: Sámal Erik Hentze
1-1: Tomek Resel
2-1: Johan Lützen
3-1: Eyðun Samuelsen
4-1: Jóannes Færø
4-2: Mirek Gill