Svimjihøllin setir lívbjargara

Fyri at bøta um trygdina í svimjihøllini hevur mentanarnevndin mælt fíggjarnevndini í Tórshavnar Býráð til at játta pening, so ein lívbjargari altíð kann vera í stólinum í høllini

 

Í fleiri ár hevur svimjihøllin í Havn ongan lívbjargara havt í høllini, meðan skúlar og barnagarðar hava vitjað høllina. Hetta er eftir klokkan 9 á morgni fram til middag, tá høllin annars er stongd fyri almenninginum.

Svimjihøllin hevði ein lívbjargara í høllini hesa tíðina á degnum fyri nøkrum árum síðani, men vegna sparingar var ikki møguligt at hava fólk í høllini allatíðina.

? Støðan hevur ikki verið nøktandi, sigur Heri á Lava Olsen, stjóri í svimjihøllin í Havn.

Tá tann eini lívbjargarin varð spardur burtur, setti stjórin eina alarmskipan í verk. Skipanin hevur virkað soleiðis, at lívbjargarar hava verið í bygninginum, men teir hava havt aðrar uppgávur aðrastaðni enn í høllini. Um nakað var áfatt í høllini, hava lærarar og pedagogar havt møguleika at trýsta á ein alarmknøtt, sum gevur lívbjargarum boð um at skunda sær inn í høllina.

Tá henda skipanain varð sett ív erk, ringdi Heri á Lava Olsen til allar barnagarðar og boðaði frá, at eingin lívbjargari var í høllini longur. Tí skuldu pedagogarnir hava færri børn við sær í høllina.


120.000 krónur

Stjórin sigur, at hann metti ikki, at tað var neyðugt at steingja svimjihøllina fyri skúlum og barnagørðum, men hann mælti ístaðin til, at barnagarðarnir senda færri børn í svimjihøllina, so lættari er hjá pedagogum at hava eftirlit við børnunum.

Svimjilærarar, sum taka skúlaflokkar í svimjihøllina, hava ábyrgdina av næmingunum og hava útbúgving í fyrstuhjálp.

Heri heldur, at øll, sum koma í svimjihøllina við børnum, skulu hava skeið í fyrstuhjálp og halda henda førleikan viðlíka allatíðina. Hann nevnir í hesum sambandi, at lívbjargararnir í svimjihøllini hava skeið í hjartamassagu einaferð um árið fyri at lívbjargarar altíð eru klárir at veita lívsneyðuga viðgerð, tí tað er tíbetur næstan ongantíð brúk fyri henni.

? Hetta er eitt stórt framstig, sum vit fegnast um, sigur stjórin í svimjihøllini, sum nú hevur lívbjargara at ansa eftir gestunum allatíðina, um fíggjarnevndin játtar peningin.

Talan er um 120.000 krónur, sum mentanarnevndin hevur mælt fíggjarnevndini at játta svimjihøllini. Pengarnir eru oyramerktir til lívbjargara, sum skal sita í høllini, tá barnagarðar og skúlaflokkar vitja høllina. Væntandi fer fíggjarnevndin at játta peningin fyrsta dagin.

At lívbjargari skal vera í høllini allar tíðir á degnum skal forða fyri vanlukkum sum í Sørvági, tá ein seks ára gamal drongur lat lív í svimjihøllini, tá eingin var í høllini.