Havn og deildarskrivstovur eru í Klaksvík og á Tvøroyri, umframt at Marine Service er umboð í Runavík. 14 tangabilar koyra olju kring alt landið, eins og hitatænastan kemur út í hvønn krók. 155 starvsfólk [...] sitið í 7 ár. Magn er orkuveitari til privata og almenna nýtslu, eins og til skipaflotan. Felagið fekk navnið Magn í 2009, men er framvegis einaumboð fyri allar vørur hjá Shell. Høvuðsskrivstovan er í Havn [...] Magn má metast sum ein av eldri fyritøkunum í Havnini, hon fyllir 90 ár í ár. Hóast høga aldurin hevur Magn, ella Shell, sum tað æt fyrr, bert havt 5 stjórar hesi árini, so onkur hevur sitið leingi. Tann
Fólk, sum gingu ella koyrdu fram við fótbóltsvøllinum við Djúpumýru í Klaksvík í morgun, sóu hesa stuttligu sjónina, har ein rímiliga væl vaksin veðrur líka sum rann eftir bóltinum. Onkur helt skemtiliga [...] ímóti EB/Streymi í steypakappingini. Í staðin fyri at fara eftir leikarum á tveimum beinum, umhugsar felagið nú kanska at royna eydnuna við fýrbeintum "leikara", tó at bólturin á vøllinum í liðdysti bert [...] bert er hin eini. Søgan sigur einki um, hví veðrurin gekk inni á fótbóltsvøllinum við Djúpumýru í morgun, men kanska er hann vorðin freistaður av grøna "grasinum", sum kortini ikki er etandi.
stórvegis hevur verið á vási, men sum altíð, eru onkur smáting at taka sær av. Løgreglan í Klaksvík er tvær ferðir í nátt boðsend, tí at onkur hevur havt ampa av øðrum. Ein gestur á einum vertshúsi órógvaði [...] loysti trupulleikan. Seinni í nátt vóru aftur boð eftir løgregluni, tí at ein maður var til ampa fyri onnur. Talan er tó ikki um sama mann. Friðarligt hevur verið um alt landið, men í høvuðsstaðnum verður ein [...] ein persónur ákærdur fyri rúsdrekkakoyring, eftir at løgreglan steðgaði honum í nátt. Best er at lata bilin standa, um ein hevur smakkað sær á.
Sjóneyka verður í hesum døgum sett á sjólívið í Klaksvík, har árligi Sjómannadagurin verður hildin í morgin. Fleiri tiltøk hava longu verið síðstu dagarnar, men væntandi leita fleiri fólk sær til føroyska [...] ørgrynna av fólkum taka lut í Føroya størsta vatnkríggi. Merkisvert er, at bæði verjuskipini Triton og Brimil luttaka í vatnkrígnum í ár. Um onkur ikki hevur hug til at luttaka í stríðnum, so ber eisini til [...] føroyska fiskivinnuhøvuðsstaðin í dag, tá fólk fáa frí frá skúlum og arbeiði. Skráin er eisini umfatandi í dag, har hæddarpunktið hjá børnum, og helst hjá fleiri vaksnum, er vatnkríggið á vánni, har bátar
klokkan 11 í morgun beyð borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim, øllum vælkomnum á Føroya Sjómannadag, og tað var landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sum setti dagin í Klaksvík [...] eru av, fer formaðurin í vinnunevnd løgtingsins, Alfred Olsen, at handa heiðurstekin til bestu skip og bátar í Føroyum. At sjeyti ár eru liðin síðan seinna heimsbardaga setir í ár sín dám á Føroya Sjómannadag [...] Sjómannadag, og nú um middagsleitið verður ein serlig løta í hesum sambandi. Uni Næs, dómpróstur, fer at flyta fram røðu, eins og hann fer at lesa upp nøvnini á teimum, sum fórust við føroyskum skipum undir
tey ringdu eftir løgregluni. Maðurin varð handtikin og førdur norður í varðhaldið í Klaksvík at sova rúsin av sær og at kólna aftur. Í morgun hevur hann so fingið ein ferðaseðil til Bygdaleiðir, so at hann [...] skuldsett ein mann fyri harðskap eftir eina hending í miðbýnum í Havn. Tveir mans komu til ilnar og tað endaði við, at annar maðurin sparkaði hin í andlitið. Maðurin, sum varð sparkaður, meldaði tilburðin [...] tilburðin og hann var eisini á Landssjúkrahúsinum til kanningar. Hann fekk merki í andlitið, men annars ongan skaða. Løgreglan hevur avhoyrt mannin, og vitni. Tey vita, hvør maðurin, sum sparkaði, er, og hann
brúkt aftur í ár. Í tjaldbygdini verður møguligt at fáa mat og drekka, fara í hitapottar og sauna, fara til frisør, hoyra smærri tónleikaframførslur og annars hugna sær saman við íbúgvunum í tjaldbygdini [...] Um fýra vikur verður Summar Festivalurin hildin í Klaksvík, og aftur í ár bjóðar festivalurin fólki at tjalda mitt á festivaløkinum. Ovari Vágsbøur hevur seinastu tvey árini verið hugnalig tjaldbygd [...] Fyri at sleppa inn á tjaldøkið krevst serligt tjaldpass, og tað kann keypast á heimasíðuni sf.fo og í Telebúðum. Tjaldøkið verður býtt eitt sindur upp, so at bæði ungdómar og familjur kunnu tjalda upp
eftir at kongaskipið var í Føroyum og bunkraði. - Tað var deiligt at koma til Føroya og síggja familjuna í Runavík og Klaksvík, sigur hann og vísir á, at eftir tveir deiligar dagar í Føroyum ber leiðin nú [...] Benjamin var heppin, tí nú slapp hann so til Føroya kortini - í tveir dagar, meðan Dannebrog lá á Havnini, og hann fekk høvi at vitja familju sína í Føroyum. Benjamin Øregaard er einasti føroyingur við danska
Í dag er innleiðandi umfarið í Klaksvíks kappingini í fótbólti á skránni. Fyrri dysturin var tann millum NSÍ og HB. Úrslitið var, at HB vann 2-0, eftir at støðan í hálvleikinum var 1-0. Miðverjin Rógvi [...] Gango. Tá ið havt verður í huga, at álmanakkin sigur hálvan februar, so var talan um gott fótbóltsavrik. Í løtuni dystast KÍ og B36 um seinna plássið í finaluni, sum verður spæld í morgin. [...] Rógvi S. Holm skoraði fyrra málið miðskeiðis í 1. hálvleiki. Eftir horna og roynd frá Andrew av Fløtum tók bólturin tvørtræið, áðrenn Rógvi S. Holm skoraði. Stutt undan leikloki staðfesti innskifti Adrian
Tekniski Skúli í Klaksvík bjóðar nú KT-læru sum part av gymnasialu tøknibreytini. Teir næmingar, sum byrja á tøknibreytini í august 2015, hava møguleika at velja KT-leiðina, sum er ætlað teimum við serligum