Nakrir deiligir dagar í Føroyum

- Tað var deiligt at koma til Føroya og síggja familjuna, sigur ungi føroyingurin umborð á kongaskipinum.

20 ára gamli føroyingurin, Benjamin Øregaard, er nú saman við hinum av manningini á Dannebrog á veg úr Føroyum til Grønlands, eftir at kongaskipið var í Føroyum og bunkraði.

 

- Tað var deiligt at koma til Føroya og síggja familjuna í Runavík og Klaksvík, sigur hann og vísir á, at eftir tveir deiligar dagar í Føroyum ber leiðin nú til Grønlands.

 

- Nú verður nógv truplari við sambandinum heim, sigur ungi maðurin, sum gjørdist vónsvikin, tá drotningin avlýsti Føroya-vitjanina orsakað av fólkatingsvalinum.

 

Men, Benjamin var heppin, tí nú slapp hann so til Føroya kortini - í tveir dagar, meðan Dannebrog lá á Havnini, og hann fekk høvi at vitja familju sína í Føroyum.

 

Benjamin Øregaard er einasti føroyingur við danska kongaskipinum.