HB er í finaluni

NSÍ legði rygg til 2-0 tap ímóti væl upplagda HB, sum tryggjaði sær pláss í finaluni í kappingini í Klaksvík

Í dag er innleiðandi umfarið í Klaksvíks kappingini í fótbólti á skránni. Fyrri dysturin var tann millum NSÍ og HB. Úrslitið var, at HB vann 2-0, eftir at støðan í hálvleikinum var 1-0. Miðverjin Rógvi S. Holm skoraði fyrra málið miðskeiðis í 1. hálvleiki. Eftir horna og roynd frá Andrew av Fløtum tók bólturin tvørtræið, áðrenn Rógvi S. Holm skoraði.

Stutt undan leikloki staðfesti innskifti Adrian Justinussen HB sigurin. Eftír fína fríspæling frá Fróða Benjaminsen var ungi maðurin púra leysur, tá ið hann setti bóltin framvið Andras Gango.

Tá ið havt verður í huga, at álmanakkin sigur hálvan februar, so var talan um gott fótbóltsavrik.

Í løtuni dystast KÍ og B36 um seinna plássið í finaluni, sum verður spæld í morgin.