Fólk, sum gingu ella koyrdu fram við fótbóltsvøllinum við Djúpumýru í Klaksvík í morgun, sóu hesa stuttligu sjónina, har ein rímiliga væl vaksin veðrur líka sum rann eftir bóltinum.
Onkur helt skemtiliga fyri, at kanska er tað KÍ, sum nú hevur leitað sær styrk, eftir at besta liðið hjá felagnum hevur tapt seinastu tríggjar dystirnar, seinast ímóti EB/Streymi í steypakappingini.
Í staðin fyri at fara eftir leikarum á tveimum beinum, umhugsar felagið nú kanska at royna eydnuna við fýrbeintum "leikara", tó at bólturin á vøllinum í liðdysti bert er hin eini.
Søgan sigur einki um, hví veðrurin gekk inni á fótbóltsvøllinum við Djúpumýru í morgun, men kanska er hann vorðin freistaður av grøna "grasinum", sum kortini ikki er etandi.










