Um fýra vikur verður Summar Festivalurin hildin í Klaksvík, og aftur í ár
bjóðar festivalurin fólki at tjalda mitt á festivaløkinum.
Ovari Vágsbøur hevur seinastu tvey árini verið hugnalig tjaldbygd, har bæði ung og tilkomin hava gist, og royndin við nýggja festivaløkinum hevur
riggað so væl, at tað verður brúkt aftur í ár.
Í tjaldbygdini verður møguligt at fáa mat og drekka, fara í hitapottar og
sauna, fara til frisør, hoyra smærri tónleikaframførslur og annars hugna
sær saman við íbúgvunum í tjaldbygdini.
Fyri at sleppa inn á tjaldøkið krevst serligt tjaldpass, og tað kann
keypast á heimasíðuni sf.fo og í Telebúðum.
Tjaldøkið verður býtt eitt sindur upp, so at bæði ungdómar og familjur
kunnu tjalda upp á sínar treytir.










