Sjóneyka verður í hesum døgum sett á sjólívið í Klaksvík, har árligi Sjómannadagurin verður hildin í morgin.
Fleiri tiltøk hava longu verið síðstu dagarnar, men væntandi leita fleiri fólk sær til føroyska fiskivinnuhøvuðsstaðin í dag, tá fólk fáa frí frá skúlum og arbeiði.
Skráin er eisini umfatandi í dag, har hæddarpunktið hjá børnum, og helst hjá fleiri vaksnum, er vatnkríggið á vánni, har bátar, skip og ein ørgrynna av fólkum taka lut í Føroya størsta vatnkríggi. Merkisvert er, at bæði verjuskipini Triton og Brimil luttaka í vatnkrígnum í ár.
Um onkur ikki hevur hug til at luttaka í stríðnum, so ber eisini til at vitja nøkur meira friðarlig tiltøk. Har kann nevnast millum annað ein fiskikapping fyri børn og fleiri framsýningar kring býin.