Magn má metast sum ein av eldri fyritøkunum í Havnini, hon fyllir 90 ár í ár. Hóast høga aldurin hevur Magn, ella Shell, sum tað æt fyrr, bert havt 5 stjórar hesi árini, so onkur hevur sitið leingi. Tann seinasti, Hendrik Egholm, hevur tó "bara" sitið í 7 ár.
Magn er orkuveitari til privata og almenna nýtslu, eins og til skipaflotan. Felagið fekk navnið Magn í 2009, men er framvegis einaumboð fyri allar vørur hjá Shell.
Høvuðsskrivstovan er í Havn og deildarskrivstovur eru í Klaksvík og á Tvøroyri, umframt at Marine Service er umboð í Runavík.
14 tangabilar koyra olju kring alt landið, eins og hitatænastan kemur út í hvønn krók. 155 starvsfólk eru hjá Magn.
Borgarstjórin í Havn var á virkisvitjan hjá Magn fyrr í dag.










