havi í mong ár búð í Havn. Á Eiði var familjan virkin í bæði hond- og fótbólti, og tað gjørdist eg eisini. Tá eg í 70-unum flutti til Havnar, fylgdi ítróttaráhugin við, og eg havi verið virkin í hondbólti [...] hondbólti í Kyndli, sum bæði spælari, venjari og nevndarlimur. Til fyri tveimum árum síðani havi eg verið virkin í nevndini í felagnum. Hví stilli eg upp Tá eg fekk áheitan frá Hondbóltssambandi Føroya og stuðul [...] Neyðugt er støðugt at menna bæði elitu og breidd, og her hugsi eg í høvuðsheitum um elituna í samstarvi við sersambondini og breiddina í samstarvi við feløgini Umráðandi er, at ítróttarfeløg og ítróttarfólk
stak væl nøgdar við úrslitini. Í fjør var liðið við í líknandi kapping í Bulgaria, og tá taldust Danmark og Frakland eisini millum mótstøðuliðini. Í Bulgaria gekst ikki so væl í hond, og tá taptu okkara gentur [...] hjá Føroyum í kappingini var ímóti vertunum úr Danmark. Eingin ivi er um, at Danmark er eitt tað fremsta landið í heiminum, tá ið tað snýr seg um kvinnuhondbólt, og eftir at hava tapt 10-40 í Bulgaria, so [...] sum hevði tár í eygunum eftir dystin. Gott liðavrik Um avrikini í Danmark sigur Jórun Ludvig, at tað var eingin leikari, sum skaraði burturúr. Talan var fyrst og fremst um eitt liðavrik, og í føroysku verjuni
íbúðum, sum eru úr 49 upp í 110 fermetrar. Prísurin liggur úr 750.000 kr. og upp í 1,2 mió. Henda verkætlanin í Runavík stavar upprunaliga frá eini kapping um at gera íbúðir í økinum. Byggingin verður skipað [...] yvirskápum og plássi til lítið gongsmøbil. Fýrrúm er innrættað í skápi í duri. Hátún (terrassa) er til íbúðirnar í neðra og svali (altan) til íbúðirnar í erva. Úthús á góðar 6 fermetrar er skamt frá útdyrnum. [...] íbúðirnar vóru umbidnar. Ætlanin um íbúðirnar á heygnum omanfyri Tjarnarvegin í Runavík varð almannakunngjørd í januar mánaði í ár. At tørvurin er stórur á slíkum bústøðum kundi Andreas Andreasen og hinir
vónir og vónbrot. 29 bólkar og einstaklingar verða við í kappingini í ár, og seks av hesum hava møguleikan at koma í finaluna, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum 26. apríl. Tá verður mest sum hvørt [...] kendi bólkurin, sum verður við í kappingini í ár, er rockbólkurin Týr. Teir fingu eitt ordans gjøgnumbrot í kappingini seinast, tá ið teir fyrstu ferð spældu Ormin Langa og komu í finaluna, har teir fóru við [...] heima og uttalands, siga teir í Týr. ? Nógvu umtaluna kunnu vit brúka til at marknaðarføra okkum í eitt nú Danmark. Okkara mál er at koma í finaluna, tí bara við at koma í finaluna er nógv vunnið. Finalupláss
havnarfeløgunum kapping um ovastu plássini í landskappingini. Í Klaksvík hava teir verið ivasamir um, hvussu tað fer at hilnast hjá teirra monnum, eftir at átta ella níggju av spælarunum, sum í fjør vóru við [...] saman við nýggju liðfeløgunum í Klaksvík. Klaksvíkingar tóku væl ímóti Arnoldi, sum spældi í sama plássi, sum hann plagdi at røkja í KÍ. Leita framvegis Á avrikunum sást, at bæði í KÍ og B68 leita teir framvegis [...] er komin aftur úr Esbjerg, har hann hevur vant, var aftastur í verjuni, og Allan Joensen, sum higartil í ár hevur verið á miðvøllinum, var í miðverjuni. B68 hevði bara Marcello heilt frammi, meðan Øssur
felagsliðið varð stovnað í 1993, hava ymsu bygdirnar skift um at hýsa heimadystirnar hjá besta liðnum, og í ár verða allir heimadystirnir leiktir í Sørvági. Í løtuni fer venjingin tó fram í Miðvági, tí umvæl [...] umvælingararbeiði verður gjørt við vøllin í Sørvági, men hetta verðru væntandi liðugt um mánaðarskifti februar/mars. Í hesum sambandi skal eisini nevnast, at SÍ í løtuni leggur seinastu hond á nýggja felagshúsið [...] seinasta ár vann aðru deild, og harvið tryggjaði sær sess í fyrstu deild komandi kappingarár, hevur nevnliga ogna sær ð fýra útlendskar leikarar, í royndunum at styrkja um leikarahópin. Tilvitað Framman undan
Soleiðis er eisini á varmakeldu í Fuglafirði í ár, sum byrjaði longu týsdagin og heldur fram til og við í morgin, sunnudagin. Tónleikafestivalarnir, sum verða hildnir kring landið í summarmánaðunum, savna nógv [...] forvitnisligt tiltak, sum hevur verið á skrá heilt síðan týsdagin í vikuni. Í morgin klokkan 10.30 fer skrúðgonga úr Ítróttarhúsinum í Fløtugerði og oman á mentanartorgið, og hálvan tíma seinni fer Bárður [...] Væntandi er, at allir róðrar eru lidnir í góðari tíð fyri klokkan 18, tí tá verður handan av heiðursmerkjum til róðrarmanningar, og tað verður formaðurin í mentanarnevndini í Fuglafjarðar kommunu, sum fer at
skulu ganga út á endan á Molanum og vera har í seinasta lagi tá ið triðseinasti róður byrjar. Byrjað verður í sjónum. Málið er stigin á rampuni í Krókinum – longst til høgru, tá ið tú kemur svimjandi. [...] sjúkrasystrar og hjálparfólk eru á landi og í bátum. Tey eru í HS eyðkennisvestum. Bátar tryggja, at óviðkomandi bátar verða hildnir vekk. – Hóast vit seta trygdina í hásæti, so eru viðurskifti á sjónum, ið [...] sjónum á ólavsøku var í 1912. Fram til 1934, tá ið fyrsti hylurin í Gundadali stóð liðugur, varð av og á svomið kapp á sjónum á ólavsøku. Tá ið hesin fyrsti hylurin varð niðurlagdur í 1949 og fram til 1961
hann nokk raka málið í øðrum dystum við. Í roynd og veru var Benin einasta liðið, sum Egyptaland spældi í móti, har Gedo ikki skoraði. Í Afrika varð eisini dystast um triðja plássið í kappingini. Hetta vann [...] dagligu gongd í egyptiska stórfelagnum Al-Ittihad Al-Sakndary, gjørdist nevniliga toppskjútti í kappingini við fimm málum. Hetta er eitt flott avrik í sjálvum sær, men tá tú skalt eisini hava í huganum, at [...] Ikki tí, Ghana hevur sanniliga eisini søguna við sær í African Cup of Nations, tí tilsamans hevur liðið vunnið hesa kapping fimm ferðir – seinast í 1992. Sæð út frá hagtølunum var sostatt talan um tvey
keypir virkið í Kollafirði sildina í kapping við hetlendingar og danir. Íslendingar plaga eisini at liggja fram við á marknaðinum, men eru ikki so væl við í løtuni. Prísurin á sild til matna í Kollafirði [...] Jupiter stevndu til lands við veiðini, hevði Christian í Grótinum, sum partrolar við Norðborg, landað stívliga 500 tons av sild í Kollafirði. Christian í Grótinum hevði tvey tóv, harav tað seinna gav 400 tons [...] Finnur Fríði og Jupiter, sum í løtuni eru tey, sum eru í vinnu, royna at fiska so nógva sild til matna sum gjørligt. Hann væntar soleiðis, at skipini verða á sildini til einaferð í september. Triðja skipið