Hondbóltskvinnurnar stóðu seg væl

Hondbóltur: Føroyska U-21 kvinnulandsliðið stóð seg væl í HM-undankappingini á Fjóni um páskirnar, har mótstøðuliðini vóru Danmark, Frakland og Holland. Hóast liðið tapti allar dystirnar, so vóru úrslitini góð

Tað var stór framgongd at síggja á føroyska U-21 kvinnuhondbóltslandsliðnum, sum um páskirnar leikti HM-undankapping í Danmark. Hóast okkara gentur fóru til Danmarkar troyttar eftir eitt júst lokið kappingarár, so megnaðu tær at fáa stak góð úrslit.


Holland var sterkt

Liðskiparin á føroyska U-21 landsliðnum, Jórun Ludvig úr Kyndli, sigur við Sosialin, at tær eru stak væl nøgdar við úrslitini. Í fjør var liðið við í líknandi kapping í Bulgaria, og tá taldust Danmark og Frakland eisini millum mótstøðuliðini. Í Bulgaria gekst ikki so væl í hond, og tá taptu okkara gentur stórt. Ímóti Danmark taptu tær tá 10-40, meðan tær taptu 12-36 ímóti Fraklandi í fjør.

Tað var heldur eingin ivi um, at føroysku genturnar fegnar vildu bøta um stórtapini í fjør, tá ið tær fóru til Danmarkar, og ikki kann sigast annað, enn at tær fingu reist seg. Fyrsti dysturin hjá Føroyum var ímóti Fraklandi Langafríggjadag, og hendan dystin vann Frakland 26-17. Jórun Ludvig sigur, at fronsku genturnar helst tóku dystin í ov lítlum álvara og hildu seg hava vunnið, áðrenn dysturin var leiktur.

Dagin eftir var leikt ímóti Hollandi, og tað vísti seg, at føroyska liðið visti alt ov lítið um hollendsku genturnar, og tað kom at kosta dýrt. Holland vann stórsigur 35-11, og Jórun Ludvig sigur, at eftir hennara tykki var Holland besta liðið í kappingini. Tær vóru stórar og sterkar, og tað var ógvuliga trupult at halda teimum. Í teimum báðum fyrstu dystunum var tað stuttligt fyri føroysku genturnar, at tær fingu stuðul frá donsku áskoðarunum, ið vóru til dystirnar.

Seinasti dysturin hjá Føroyum í kappingini var ímóti vertunum úr Danmark. Eingin ivi er um, at Danmark er eitt tað fremsta landið í heiminum, tá ið tað snýr seg um kvinnuhondbólt, og eftir at hava tapt 10-40 í Bulgaria, so var man kanska eitt sindur bangin um hendan dystin. Men okkara gentur spældu ein branddyst, væl stuðlaðar av føroyskum útisetum á Fjóni, ið fyltu tvær rekkjur á áskoðaraplássunum, og úrslitið bleiv eitt eitt heiðurligt 22-34 tap. Eftir dystin vóru føroysku genturnar, sum vera man, sera fegnar um úrslitið, men Jórun sigur, at eingin var fegnari enn venjarin Lotte Sørensen, sum hevði tár í eygunum eftir dystin.


Gott liðavrik

Um avrikini í Danmark sigur Jórun Ludvig, at tað var eingin leikari, sum skaraði burturúr. Talan var fyrst og fremst um eitt liðavrik, og í føroysku verjuni gekk sera væl.

Føroysku venjararnir, Lotte Sørensen og Joana Rapa, vóru eisini væl nøgdar og ernar av sínum gentum, sum hava lært nógv av kappingini í Bulgaria í fjør.

Í føroyska hópinum vóru fýra leikarar, Simona Hansen, Jórun Ludvig, Frida Johannsen og Rakul N. Joensen, ið nú eru ov gamlar til at spæla á U-21 landsliðnum aftur, og Jórun Ludvig sigur, at tær nú ikki vita, um tær hava spælt sín seinasta landsdyst, ella um tær einaferð í framtíðini hava møguleikan fyri at spæla seg á eitt møguligt A-landslið. Livst, so spyrst.