Finnur Fríði og Jupiter við sild til matna

Finnur Fríði og Jupiter, sum partrola eftir sild, hava verið inni við ávikavist 250 og 800 tonsum av norðhavssild, sum eru landað til matna í Kollafirði og Hetlandi.  Eg haldi, at hugburðurin og motivatiónin hjá ungu skiparunum hjá reiðarínum eru góð. Teir vilja helst landa sildina til matna og soleiðis vera við til at skapa arbeiði uppi á landi, sigur Arni Hansen hjá P/F Vinnu í Gøtu

Sild

Skipini hava roynt norðanfyri í føroyskum sjógvi  ella neyvari einar 110 fjórðingar beint norður úr Kallinum.
Hetta var ein stuttur túrur hjá skipunum báðum; Finnur Fríði hevði bert tað eina tóvið, og Jupiter hevði tvey.
Beint áðrenn Finnur Fríði og Jupiter stevndu til lands við veiðini, hevði Christian í Grótinum, sum partrolar við Norðborg, landað stívliga 500 tons av sild í Kollafirði.
Christian í Grótinum hevði tvey tóv, harav tað seinna gav 400 tons.
Umborð á Norðborg verður sildin virkað til matna.
Arni Hansen hjá P/F Vinnu í Gøtu sigur, at virkið hjá Kollafjord Pelagic megnar ikki at heilfrysta sildina hjá bæði Finni Fríða og Jupiter, og tá ið reiðaríið helst vildi, at sildin fer til matna  og ikki til ídnað, avgjørdu teir at senda Jupiter til Hetlands at landa.
Sum skilst, keypir virkið í Kollafirði sildina í kapping við hetlendingar og danir. Íslendingar plaga eisini at liggja fram við á marknaðinum, men eru ikki so væl við í løtuni.
Prísurin á sild til matna í Kollafirði liggur um góðar 3 krónur fyri kilo, meðan prísurin á sild til ídnað í Fuglafirði hevur ligið um góðar 2 krónur fyri kilo.
- Nú sildin verður fiskað norðanfyri, liggja Føroyar geografiskt væl fyri, sigur hann.

Góður hugburður
Arni Hansen sigur, at skipini hjá reiðarínum, Finnur Fríði og Jupiter, sum í løtuni eru tey, sum eru í vinnu, royna at fiska so nógva sild til matna sum gjørligt.
Hann væntar soleiðis, at skipini verða á sildini til einaferð í september.
Triðja skipið hjá reiðarínum, Tróndur í Gøtu, sum ikki hevur verið í vinnu seinastu tveir mánaðirnar, fer væntandi eisini á sild um eina viku ella so.
- Vit royna tað, vit kunnu, at fiska sild, sum verður heilfryst í Kollafirði. Tó umgongst ikki, at onkur lasti ikki endar í Fuglafiðri og onkur onnur í útlandinum. Tað veldst um veður og fiskiskap og harvið eisini um longdina á túrinum, sum eisini kann vera tengd at, hvar skipini fiska.
Arni sigur, at teir ungu skipararnir hjá felagnum eru ágrýtnir eftir, at sildin verður landað til matna í Føroyum.
- Jú, eg haldi, at hugburðurin og motivatiónin hjá teimum ungu eru góð. Teir vilja fegnir fiska matfisk og harvið eisini verða við til at skapa arbeiði á landi. Sjálvandi kann tað vera stuttligt av og á at koma til lands við fullum skipi. Tað vil so vera, og soleiðis eigur tað eisini at vera. Veiðihugur skal til, og tú mást vera "grammur", um tú skalt fiska nakað.

Umstøður valdast
Hann sigur, at skal sildin førast til lands til heilfrystingar, er neyðugt, at tóvini ikki eru ov long.
- Eitt vanligt tóv varar einar 3-4 tímar, men dygdin á fiskinum avhongur eisini av, hvussu heitur ella kaldur sjógvurin er, og tað kann vera rættiliga ymiskt  og valdast eisini dýpið, ið roynt verður á, sigur Arni Hansen á skrivstovuni hjá P/F Vinnu í Gøtu.