Dansur um gullkálvin

29 bólkar og solistar fara at taka lut í Prix Føroyar tónleikakappingini, sum er týdningarmikil og gevandi fyri føroykst tónleikalív. Eingin fæst at viðurkenna, at tað er altumráðandi at vinna kappingina. Finaluplássið tykist hava størri týdning enn endaligi sigurin

Leygarkvøldið verður lagt til brots í stóru Prix Føroyar tónleikakappingini. Talan er um størstu tónleikahending í landinum, og næstu vikurnar fer nógv innan føroyskt tónleikalív at snúgva seg um Prixið.
Um vinnarar og taparar. Um tónleik og framførslur. Og um vónir og vónbrot.
29 bólkar og einstaklingar verða við í kappingini í ár, og seks av hesum hava møguleikan at koma í finaluna, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum 26. apríl. Tá verður mest sum hvørt eygað vent ímóti bólkunum á pallinum, og tað er helst besti møguleiki á árinum at gera vart við seg og sín tónleik.
Prix Føroyar er ein kapping, men meðan fótbóltsfeløg ikki plaga at dylja út yvir, at tey fara eftir gullinum ? sigrinum ? og ongum øðrum, er støðan ein onnur, tá ið tað verður fregnast millum tónleikarar um hugin at vinna kappingina.

Umtala uttanlands
Kanska best kendi bólkurin, sum verður við í kappingini í ár, er rockbólkurin Týr. Teir fingu eitt ordans gjøgnumbrot í kappingini seinast, tá ið teir fyrstu ferð spældu Ormin Langa og komu í finaluna, har teir fóru við einum festivalkjansi í Danmark.
? Vit fingu ótrúliga nógv burtur úr Prix Føroyum seinast, hóast vit ikki vóru millum tríggjar teir fremstu bólkarnar. Vit sluppu á Jelling Festivalin, og vit fingu nógva umrøðu í fjølmiðlum heima og uttalands, siga teir í Týr.
? Nógvu umtaluna kunnu vit brúka til at marknaðarføra okkum í eitt nú Danmark. Okkara mál er at koma í finaluna, tí bara við at koma í finaluna er nógv vunnið.

Finalupláss týðandi
Nógvir aðrir tónleikarar, sum verða við á Prixnum, taka undir við hesum sjónarmiði.
? Tað hevði verið feitt at vunnið kappingina, men tað hevur størri týdning fyri okkum at koma í finaluna. Har er góður møguleiki fyri at koma fram, uttan at tú skalt stríðast og strevast fyri tí. Sjónvarpið og Útvarpið senda beinleiðis, og so kunnu vit bara fara inn á pallin, spæla okkara tónleik og vísa, at MC Hár framvegis elskar øll, sigur Jónas Bloch Danielsen, sum er ein av tónleikarunum í rapprockbólkinum.
Rólant av Reyni úr bólkinum Makrel sigur, at teir eru fyrst og fremst við, tí Prix Føroyar er ein góður kjansur hjá føroyskum rockbólkum at sleppa at spæla á væl fyrireikaðum konsertum.
? Tað mangla støð, har rockbólkar javnan kunnu spæla. Prixið er ein góðum háttur hjá bólkum sum okkum at koma fram. Eitt finaupláss hevði verið sera gott, men vit hugsa ikki um at vinna kappingina, sigur hann.


Gullið:

Teir 29 bólkarnir og solistarnir kappast um hesar vinningar:

Ein viku í Lundgaard Studio í Danmark. Vinnarin fær hesa virðisløn.

Rættin at luttaka í Star Fighters tónleikakappingini, sum verður á Skanderborg Festivalinum. Vinnarin fær hesa virðisløn.

Konsertframførsla á Jelling Festivalinum. Festivalurin ger sjálvur av, hvønn bólk hann vil hava.

Konsertframførsla á Nibe Festivalinum. Festivalurin ger sjálvur av, hvønn bólk hann vil hava.

Konsertframførsla á Listastevnu Føroya. Vinnarin fær hesa virðisløn