FS Vágar, sum seinasta ár vann aðru deild, og harvið tryggjaði sær sess í fyrstu deild komandi kappingarár, hevur nevnliga ogna sær ð fýra útlendskar leikarar, í royndunum at styrkja um leikarahópin.
Tilvitað
Framman undan hava vit nevnt, at felagsliðið har vesturi hevur fignið litaviskan venjara henda vegin til komandi kappingarár, og nú er so greitt, at hesin hevur fingið fýra av landsmonnum sínum henda vegin.
Talan er um tveir verjuleikarar umframt ein málmann og miðvallara, og formaðurin í FS Vágum, Álvur Samuelsen, sigur við Sosialin, at tað er tilvitað, at teir hava styrkt seg á júst hesum plássum.
Hann greiður frá, at teir seinasta ár høvdu eitt stak gott álop og ein sterkan miðvøll, men at avrikini í verjuni vóru misjøvn. Fleiri skaðar vóru, og harav var útskiftingin stór, og er tað tí í verjuni, at vit meta okkum hava størsta tørvin at styrkja um liðið.
Seinasta ár vardi Johan á Mýruni málið hjá felagsliðnum, og vit hava verið stak væl nøgdir við avrik hansara sigur Álvur, sum sjálvur vardi málið, tá FS Vágar seinast var í bestu deildini. Trupulleikin er tó tann, at Johan er einasti málmaður okkara, og tískil hevur hann onga kapping fingið, umframt at liðið ongan eyka málverja hevur havt.
Enn er so eingin avgerð tikin um, hvør skal verja málið hetta kappingarárið, so vit hava ikki á nakran hátt avskrivað verandi málverjan.
Bíta seg fastan
Leikararnir har vesturi byrjaðu annars at venja seinasta vikuskifti, og verður sæð burtur frá nýggju leikarunum, er talan um sama fólk sum undanfarna ár.
Hetta merkir so, at tað ikki hevur eydnast felagsliðnum at lokka nakrar av fyrrverandi leikarum sínum heim aftur. Her verður serliga hugsað um Johannes Joensen og Bjarna Prior, sum seinastu tíðina hava verið í ávíkavist HB og B36.
Álvur Samuelsen greiður annars frá, at fremsta mál teirra nú er at bíta seg fastan í deildini, og er tað við hesum fyri eyga, at felagið hevur styrkt sær um hópin.
Tað er eingin loyna, at tað er av alstórum týdningi fyri felagið, at vágafólk í framtíðini hava eitt fyrstudeildarlið, sum megnar at standa seg í kappingini, við tað at hetta, umframt ein øktan áhuga, gevur yngru leikarunum nakað at síggja fram til.
Vágoyggin hevur nevnliga í fleiri ár havt góð ungdómslið, og tá fleiri av leikarunum á hesum ivaleyst hava ætlanir um fyrstudeildarfótbólt, er umráðandi at teir fáa møguleika til tess.
Í Sørvági
Síðani felagsliðið varð stovnað í 1993, hava ymsu bygdirnar skift um at hýsa heimadystirnar hjá besta liðnum, og í ár verða allir heimadystirnir leiktir í Sørvági.
Í løtuni fer venjingin tó fram í Miðvági, tí umvælingararbeiði verður gjørt við vøllin í Sørvági, men hetta verðru væntandi liðugt um mánaðarskifti februar/mars.
Í hesum sambandi skal eisini nevnast, at SÍ í løtuni leggur seinastu hond á nýggja felagshúsið, og sostatt er líkt til, at bæði áskoðarar og leikarar nú fáa munandi betri umstøður, tá fyrstudeildarfótbóltur stendur á skránni í Sørvági.










