Tað vardi ikki leingi, fyrrenn allar 24 íbúðirnar vóru umbidnar.
Ætlanin um íbúðirnar á heygnum omanfyri Tjarnarvegin í Runavík varð almannakunngjørd í januar mánaði í ár.
At tørvurin er stórur á slíkum bústøðum kundi Andreas Andreasen og hinir staðfesta beinanvegin.
- Fólk byrjaðu beinanvegin at spyrja eftir teimum. Og tað gekk ikki meiri enn ein vika, so vóru allar farnar, sigur Andreas.
Tað áhugaverda við nýggju íbúgvunum í Runavík er at teir koma úr mongum ymiskum støðum, bæði úr Runavík, av Skálafjørðinum, Hoyvík og Havn.
Langur bíðilisti
Undirtøkan fyri hesi alternativu byggingini er so stórur, at í dag er ein bíðilisti líka langur sum talið av íbúðum. Tí kundu teir fyri tað bygt sama tal av íbúðum enn einaferð.
Talan er um trý snið av íbúðum, sum eru úr 49 upp í 110 fermetrar. Prísurin liggur úr 750.000 kr. og upp í 1,2 mió.
Henda verkætlanin í Runavík stavar upprunaliga frá eini kapping um at gera íbúðir í økinum.
Byggingin verður skipað sum eitt grannalag við trimum íbúðarlonum í tveimum hæddum. Sagt verður, at talan er um nýmótans húsasnið og at alt er merkt av góðsku.
Gott útsýni
Arbeiðið uppá teir tríggjar bygningarnar, sum skulu hýsa hesum 24 íbúðunum er byrjað.
Fyri fáum døgum síðani byrjaðu menn at grava út, og ætlanir er at tann fyrsti bygningurin skal verða liðugur í september mánaði næsta ár.
Annar bygningurin verður liðugur undan jólum komandi ár, meðan íbúðirnar í triðja og seinasta bygninginum verða klárar at fara í á vári 2008.
Talan er her um lyklaklárar íbúðir, sum er sera snotuligar á at líta, eins og tær eru væl innrættaðar.
- Hóast talan er um tríggjar bygningar í tveimum hæddum, so verða teir lagaðir eftir lendinum.
- Á henda hátt tryggja vit, at øll kunnu njóta tað vakra útsýni yvir Skálafjørðin, sigur Andreas Andreasen.
FAKTA
Dømi um 2-rúms íbúð
Íbúðin er 49 fermetrar stór við duri, uppihaldsrúmi, baðirúmi og kamari.
Uppihaldsrúmið er væl skipað við køki, spísiplássi og stovuinnrætting. Frá stovuni er hurð út á hátún ella svala. Kamarið er innrættað við plássi til breiða song aftanfyri hurð, umframt klædnaskáp, arbeiðsborð og annað leyst innbúgv. Baðirúmið er innrættað við toilettmøbli, kummu, brúsukróki og innviki til vaskimaskinu og turkitrumlu. Dururin er innrættaður við opnari garderobu við yvirskápum og plássi til lítið gongsmøbil.
Fýrrúm er innrættað í skápi í duri. Hátún (terrassa) er til íbúðirnar í neðra og svali (altan) til íbúðirnar í erva. Úthús á góðar 6 fermetrar er skamt frá útdyrnum.
Hóast allar íbúðirnar langt síðani eru farnar og langur bíðilisti er, kunnu fólk hyggja eftir teimum á heimasíðuni www.vist.fo
FAKTA
Felagið VIST (tað at vera (á ávísum stað), tilhald, vistarhald) er sprottið úr samtakinum, sum varð valt til at fremja verkætlanina Íbúðir í Runavík. Endamálið við felagnum, í fyrsta umfari at fremja hesa verkætlan.
Í samtakinum er Falkon v. Johan Berg, Haldur Vang og Fuglø Arkitektar.
Stjóri er Andreas Andreasen