FÓTBÓLTUR
Tað var kortini ikki kongaligt undirhald, sum merkti finaluna um afrikanska meistaraheitið. Men hetta var triðja ferðin á rað, at Egyptaland fór við alt og øllum í kappingini um afrikanska meistaraheitið, og tilsamans hevur Egyptaland vunnið kappingina sjey ferðir.
Harvið staðfestu teir eisini leiklutin sum favorittur, sum teir høvdu fingið undan avgerandi dystinum sunnudagin.
Ikki tí, Ghana hevur sanniliga eisini søguna við sær í African Cup of Nations, tí tilsamans hevur liðið vunnið hesa kapping fimm ferðir – seinast í 1992.
Sæð út frá hagtølunum var sostatt talan um tvey rímiliga jøvn lið, har Egyptaland tó hevur gjørt eitt lítið hál tey síðstu árini. Júst hetta gjørdu teir eisini í finaluni í gjár.
Tað gekk tó rúm tíð, áðrenn Egyptaland gjørdi tað, sum skal til fyri at vinna ein dyst, nevniliga at skora mál. 85 minuttir runnu avstað, og hetta var knappur hálvurannar tími uttan nakað sprell av nøkrum slagi.
Men fimm minuttir fyri leiklok legði Zidan, sum áður hevur spælt við bæði AB og FC Midtjylland í bestu donsku fótbóltsdeildini, bóltin fram til innskifta Mohammed Nagy, sum syrgdi fyri, at frálíka kontraálopið fekk ein hóskiligan enda.
Toppskjúttin byrjaði ongantíð inni
Kappingin um afrikanska meistaraheitið taldi nógvar stjørnur. Essien, Toure, Kanute, Eto’o og Drogba eru nakrar teirra, men Mohammed Nagy verður vanliga ikki roknaður millum teirra.
Men eftir kappingina er hann ivaleyst eitt navn, sum fleiri feløg helst fara at hyggja nærri at. 25 ára gamli áleyparin, sum hevur sína dagligu gongd í egyptiska stórfelagnum Al-Ittihad Al-Sakndary, gjørdist nevniliga toppskjútti í kappingini við fimm málum.
Hetta er eitt flott avrik í sjálvum sær, men tá tú skalt eisini hava í huganum, at Gedo, sum hann eisini verður róptur, ongantíð er byrjaður á vøllinum. Í øllum seks dystunum er maðurin komin inn frá beinkinum, og í fimm førum hevur hann brúkt løtuna, hann fekk, til at skjóta eitt mál. Tilsamans spældi Gedo 173 minuttir og tilsamans gjørdi hann fimm mál. Flott!
Avrikið verður ikki minni flott av, at Gedo einans hevði spælt tveir landsdystir undan African Cup of Nations og at als ikki roknaði við at verða úttikin. Gedo las um úttøkuna á internetinum, men avroknaði fegin fyri álitið stutt eftir og skoraði sítt fyrsta landsliðsmál í sínum næsta landsdysti, tá Egyptaland spældi venjingardyst móti Mali 4. januar.
Síðani hevur hann fleiri ferðir prógvað, at tað var rætt at taka hann við og at tað er blóðskeivt at síggja burtur frá honum komandi landsdystir. Tí tá maðurin einans skal hava smáar tríggjar tímar at skora móti Nigeria, Mozambique, Cameroon, Algeria og Ghana, og harvið skoraði 35. hvønn minutt, so skal hann nokk raka málið í øðrum dystum við.
Í roynd og veru var Benin einasta liðið, sum Egyptaland spældi í móti, har Gedo ikki skoraði.
Í Afrika varð eisini dystast um triðja plássið í kappingini. Hetta vann Nigeria, tá teir bastu Algeria við einum máli frá Nsofor, sum skoraði tíggju minuttir inn í seinna hálvleik.
--
Í KASSA:
Bronsufinalan:
Nigeria – Algeria 1-0
Finalan:
Egyptaland – Ghana 1-0