Tí stilli eg upp

Signar á Brúnni

Eftir at hava fingið fleiri áheitanir um at stilla upp til kommunuvalið, hava eg sagt ja.
Hetta er fyrstu ferð, eg havi stillað upp til eitt kommunuval, og sjálvandi veit eg ikki hvørja undirtøku eg fái.Til løgtingsvalini, ið eg havi stillað upp til, havi eg altíð fingið dyggan stuðul í Eysturoynni, og ikki minst í Fuglafirði. Hesum havi eg verið sera takksamur fyri, og fari eg her at takka tykkum mongu, ið hava stuðlað meg so dyggiliga, hvørt einasta val, líkasíðani 1970, tá ið eg á fyrsta sinni kom á ting.
Havi innlit í kommunumál
Hóast eg ikki havi sitið í nøkrum kommunustýri, so haldi eg meg hava innlit í kommunumál.Hetta kemst av, at eg sum landsstýrismaður umsat kommunumál fyri nú nøkrum árum síðani. Ta tíðina, tá harðast leikaði á hjá kommununum, og arbeiðsloysið var stórt sum ongantíð áður, varð neyðugt at seta tiltøk í verk, sum høvdu sum høvuðsmál, at bjarga kommununum úr teimum fíggjarligu trupulleikunum, ið mangir av teimum vóru komnar útí.
Lógin um kommunala lánsgrunnin varð tá samtykt av Føroya Løgtingi, og var tann lóggávan við til at bjarga fleiri kommunum úr neyðini. Við at umsita hetta málsøki í landsstýrinum, fekst gott innlit í kommunumál, og tað saman við tí stóra áhuga fyri kommunmálum, hevur gjørt at eg havi sagt ja til at stilla upp.
Nøkur høvuðsmál eg havi sett mær.
Tað, sum hevur allarstørsta týdning er, at arbeiði verður til allar hendur í býnum, tí tað er avgerandi, hvat kann gerast av kommunalum arbeiðum. Vit eiga at skapa góðar karmar hjá vinnulívinum at virka undir, uttan at leggja okkum út í, hvussu vinnulívið verður skipað.
Eitt tað týdningarmesta máli hjá einum komandi kommunustýri at loysa, er útvegan av grundstykkjum, til ein rímuligan prís innan eina rímuliga tíð.
Tað hevur týdning fyri býin, at alsamt fleiri fólk búseta seg í Fuglafirði, og tað krevur, at nógv fleiri grundstykkir verða tøk, tí annars er vandi fyri, at tey leita sær aðrastaðni eftir grundstykkjum. Ansast eigur at verða eftir, at grundstykkini verða latin umsøkjarum í teirri raðfesting umsóknirnar koma inn. Vegaføring, vatnveiting o.a. skal verða gjørt, tá ið farið verður undir bygging, og alt skal verða liðugtgjørt so skjótt sum møguligt.
Barnagarðar
Kommunan skal verða fyrireikað væl og virðiliga til at taka móti teimum, ið ætla sær at seta búgv í Fuglafirði. Prýðiligur barnagarður er bygdur í býnum fyri nú nøkrum árum síðani. Møguleikarnir at bygga út, skuldu verið góðir, so tørvurin verður nøktaður á tí økinum. Hetta skal raðfestast ógvuliga ovarlaga, so vit fara liggja millu fremstu býir í landinum, tá ið talan erum hetta øki.

Góðan skúla
Skúlin er fyri stuttum bygdur út, og góðar arbeiðsumstøður eru harvið skaptar hjá børnum og lærararun. Ábøtur eiga framhaldandi at verða gjørdar við teir eldru skúla bygningarnar, so teir gerast tíðarhóskandi, og treytirnar í fólkaskúlalógini verða loknar.
Skúlagarðurin eigur at verða gjørdur hugnalgari við størri møguleikum, ið skapar trivna hjá næmingunum.
Mentamál mugu ikki gloymast
Í fuglafirði hevur, tað eg minnist, altíð verið eitt ríkt, virkið og fjølbroytt mentunarlív. Ìtróttin hevur fingið góðar karmar at virka undir við tí vølli, ið er í bygdini, og tí ítróttarhølli, ið er á Kambsdali. Neyðugt er framhaldandi at byggja út við fótbóltsvøllin, áskoðaraskýli og toalet, m.a. tí at altjóða krøv verða sett til umstøðurnar uttan um vøllin, ið vit ikki sleppa undan, skulu vit taka lut í ítrótti, á sama støði sum grannalond okkara.
Fuglafjarðar Bygdafelag og sjónleikarafelagið tóku stig til at byggja mentanarhúsið, væl stuðlað av landinum og kommununi. Øll ásanna í dag, hvønn stóra týdning tað hevur at hava góðar karmar at virka undir.
Vit eiga framhaldandi at vera býurin, ið gongur á odda, tá ið talan er um mentanarligt virksemi.
Vakrasti býur
Náttúran um Fuglafjørð er sjáldsama vøkur.Fjøllini um bygdina eru sonn listarverk, ið hvørt fremmanda fólk, ið kemur higar, hevur á orðið.
Sjálvur býurin er nógv fríðkaður tey seinastu árini.
Fólk gera alsamt meira fyri at fríðka uttan um hús síni, og kommunan hevur lagt doyin á, at gjørt sítt til, at bygdin gerst vøkur og snotulig. Uppaftur meira eigur at verða gjørt á hesum øki, og størri planlegging yvir eitt longri tíðarskeiðskal gerast, so tilvildin ikki ræður og løtuloysnir verða tiknar, sum sum í seinna enda skapa trupulleikar.Málið skal verða Fuglafjørður vakrasti býur í Føroyum innan 10 ár.
Vit mugu ansa eftir, at eldri vøkur hús, ið falla væl inn í landslagi, og sum siga sína søgu, verða ikki rivin niður uttan fyrilit, heldur eiga vit at leggja doyin á, at varðveita slík hús, um somu tíð sum vit byggja nýggj tíðarhóskandi hús, bæði sethús, virkisbygningar og almennir bygningar, ið fríðka um býin.
Grønar vakrar teigar, saman við vøkrum plantum og trøum, eiga vit at síggja so at siga allastaðni.
Góð ferðsluviðurskiftir
Ferðslan av bilum gjøgnum bygdina økist í hvørjum,ið kann skapa fleiri vandar fyri fótgangararnar.
Málið um at skapa betri umstøður hjá fótgangarum, serliga hugsað um børnini, eigur at verða tikið upp til viðgerðar, og støða tikin til, hvar vegaforðingar o.a. skal verða gjørt, ið skapar størri trygd.
Skilagóðan fíggjarpolitikk
Eitt býráð hevur altíð skyldu til at umsita peningin væl, ið borgarnir hava goldið í skatti.
Eitt býráð skal altíð hava í huga, hvussu tað fær mest burtur úr tí peningi, tað umsitur. Tá ið størri arbeiði skulu gerast, eiga tey at verða boðin út, til lægsta prís. Heilt greiðar reglur skulu gerast um hetta.
Greiðar reglur eiga at verða fylgdar, ið siga nágreiniliga, hvussu arbeiðið fer fram millum kommunupolitikkarar og umsiting.
Gott val.