haldi eg, at vit ikki skulu vera so banginfyri at lata nøkur skeinkingarloyvir aftrat, sigur landsstýrismaðurin, sum samstundis heldur, at vit mugu koma burtur frá hugburðinum, at fólk bert drekka fyri at [...] Tað er tryggari at fólk hava møguleika at keypa sær eitt glas av víni ella eina øl í skipaðum viðurskiftum. Strangar treytir eru settar teimum, sum hava skeinkingarloyvi. Verða treytirnar ikki yvirhildnar [...] á Kappingarráðið um at taka málið upp til nýggja viðgerð. Tað er henda viðgerð sum skal fara fram nú. Eg haldi ikki, at tað er serliga skaðiligt at geva okkurt skeinkingarloyvir aftrat, sigur Finnbogi
Fraklandi byrjar fyrsta dagin, og fleiri av føroysku liðunum sleppa heldur ikki í summarfrí. Eitt nú skulu bæði høvuðsstaðarliðini spæla altjóða dyst á ólavsøku, og tað verður helst fyrstu ferð, at besta [...] eina viku á Norðoyastevnu í Klaksvík. Kappingin hjá 10-mannaførum, sum hevur størsta áhugan millum fólk, sær út til at gerast spennandi í ár, og Sosialurin fer eisini at fylgja við teimum eins og øllum [...] fótbólti er saman við olympisku leikunum heimsins størsta ítróttarkapping, og eisini í Føroyum fara fólk ivaleyst at sita nógv frammanfyri skíggjunum tann mánaðin, kappingin stendur á. ANNARS vóna vit eisini
fólkaræðiliga samfelagnum og fólkaræðiliga orðaskiftinum. Vit siga við vilja tann góða tekningin, tí fólk flest vita, at ein tekning, eins væl og skrivaða orðið, kann misbrúkast. Sum øll amboð kann blaðtekningin [...] blaðtekningina, sum eggjar til demrokatiskt orðaskifti og sum varpar ljós á skeivleikar, ið kunnu og skulu rættast við demokratiskum miðlum og demokratiskum tilgongdum. Tann góða blaðtekningin er eitt sera [...] demokratiskt amboð. Tað er væl kent, at einaræðisharrarum dámar ikki blaðteknarar. Blaðteknarar fáa fólk at flenna einaræðisharrum dámar ikki at flent verður ov nógv. Láturin er sum kunnugt eitt hitt sterkasta
úr køkinum á Hafnia. Tey hava havt eina Valentinmeny í trý ár, og undurtøkan er góð. Millum 50-80 fólk plaga at koma, tey flesu sum pør, sigur Petur Hentze á Hotel Hafnia. Borðini eru dekkaði við reyðum [...] sum vígdi forelskað pør í loyndum, eftirsum kaisari Claudius II hevði forboðið giftarmál millum ung fólk. Valentius bleiv uppdagaður og koyrdist í fongsul, og bleiv seinni hálshøgdur. Áðrenn hann doyði fekk [...] sum han undirskrivaði við »Tín Valentin«. Hann skal eisini hava sagt hetta, áðrenn hann doyði: »Tit skulu ikki syrgja meg, men gleði tykkum, at tit eru maður og kona, tí kærleikin er ein dýrabarur skattur
aðalstýrunum. Hesi fólk eru totalt uttan fyrillit og kosta tí føroyska samfelagnum í dýrar dómar. Hetta verður fyri tað mesta gjørt, fyri at fáa nakrar krónur uppá ein lættan máta. Sum støðan er nú, fækka fis [...] fiskimennirnir, ið skulu metta tann alsamt vaksandi skarðan av almennum kraddarum, sum hvørki tykjast vilja ella duga at breyðføða seg sjálvan. Men hvat, tey hava jú fiskimannin, ið gevur teimum dagligt [...] breyðføða fólki her á landi. Men synd er at siga, at fiskimenn hava fingið takk fyri sítt stríð frá hesum fólkum, heldur hava tey blaka ymiskt fyri føturnar á teimum, so fiskimaðurin í móti sanleikanum, verða
dag og sum hann nú ætlar at spyrja Hans Paula Strøm um í Løgtinginum. - Landssjúkrahúsið er ein ógvuliga týðandi stovnur í okkara samfelag og tað er ein stovnur, sum fólk mugu og skulu hava fult álit á [...] er tað rættiliga álvarsamt fyri løgtingsmannin, tí hann oyðileggur trúvirðið hjá einum stovni, sum fólk mugu kunna hava álit á, og tað er álvarsamt fyri ein politikara. Men kann hann hinvegin prógva sínar
drúgvar royndir á økinum, vóru komnir frá Dansk Volleyball Forbund at leggja teimum føroysku lag á. Nýtt fólk til Hetta samstarv hevur vundið rættiliga upp á seg í síðstuni, tí hetta var triðja ferðin innan fyri [...] eru í Føroyum í instruktørørindum. Av teimum 13 skeiðluttakarunum var ein »veteranur« og 12 blaðung fólk, sum skuldu gjøgnumføra roynd í teoretiskari vitan og síðani eisini praktiskari døming, ið krevur [...] tey um, at nýggjar kreftir eru á veg innan fyri eisini dømingina, ið sjálvandi krevur at vera í lagi, nú liðini leggja alsamt størri orku í venjing og spæl. Hans Ole Nielsen og Torben Jensen vóru somuleiðis
Uttan mun til hvar fólk standa í sjálvstýrismálinum, so eru tey flestu óivað leidd og troytt av tí áhaldandi og úrslitaleysa klandrinum og eljustríðnum fyri og ímóti fullveldi, sum hevur troðkað alt annað [...] annað til viks nú í 4 ár. Tí er tað av størsta týdningi, at vit skjótt koma fram til eina semju í hesum máli, sum ein avgjørdur meiriluti í fólkinum kann taka undir við. So at vit kunnu leggja hetta afturum [...] kurin kunnu góðtaka eitt nýskipanaruppskot, ið bert verður ein heimastýrislóg í nýggjum hami. Tí skulu aðrar loysnir til, sum kunnu fáa so mikið stóran stuðul frá báðum síðum aftan fyri seg, at tað verður
føroyingar sjálvir duga at taka avgerð um, hvat er best fyri Føroya fólk, og tí eru tað føroyingar einsamallir og eingir aðrir, ið skulu avgera framtíðina hjá føroyingum. Allur politikkur Javnaðarfloksins [...] lítla virðing fyri teimum nýggju tjóðveldisfólkunum, sum billa føroyingum inn, at tað ber til at loysa nú og fáa danir at gjalda fyri loysingina. Hetta er at kasta mold í eyguni á fólki. Hetta er at venda [...] Tjóðveldið gamla aftur. Men teir nýggju vilja, sum ein tjóðveldismaður plagdi at siga: lumpa og lirka, so fólk uttan at kenna avleiðingarnar taka undir við teimum. Ja, tað er so galið, at summir teirra kalla okkum
fólkatingsmaður og løgtingsmaður, ætlar sær ikki at leggja seg út í, at skrivari hansara, Sjúrður Skaale, nú beinleiðis mælir til, at formaðurin í granskingarráðnum, Eyðun Andreassen, verður koyrdur frá. Herfyri [...] Herfyri fanst Eyðun Andreassen harðliga at landsstýrismaninum í heilsumálum, Bill Justinussen, fyri tey fólk, hann hevði valt í nýggju siðseminevndina. Hetta er fallið Sjúrða Skaale so illa fyri bróstið, at [...] áleggja skrivara sínum, hvørja meining, hann skal hava um ymisk mál. ? Sjúrður Skaale er sjálvstøðugt fólk og hvat hann meinar um ymisk viðurskifti, má hann sjálvur um. Tórbjørn sigur, at hóast teir arbeiða