Sjálvstýrislógin er tann savnandi loysnin í sjálvstýrismálinum

- vinna veingirnir báðumegin, kemur onki annað burturúr enn framhaldandi og úrslitaleyst klandur og stríð

 

Uttan mun til hvar fólk standa í sjálvstýrismálinum, so eru tey flestu óivað leidd og troytt av tí áhaldandi og úrslitaleysa klandrinum og eljustríðnum fyri og ímóti fullveldi, sum hevur troðkað alt annað til viks nú í 4 ár. Tí er tað av størsta týdningi, at vit skjótt koma fram til eina semju í hesum máli, sum ein avgjørdur meiriluti í fólkinum kann taka undir við. So at vit kunnu leggja hetta afturum, og kunnu nýta alla orku til øll hini týdningarmiklu politisku samfelagsmálini, sum hava ligið á láni.

Men hesi farnu 4 árini hava prógvað til fulnar, at vit fáa onga loysn í sjálvstýrismálinum, uttan at tað verður ein semjuloysn, sum røkkur tvørturum miðjuna. Men tjóðveldisloysnin røkkur ikki yvir um miðjuna, tí Sambandsflokkurin og Javnaðar-flokkurin fara ikki taka undir við loysingini. Sambandsloysnin røkkur heldur ikki yvir um miðjuna, tí hvørki Fólkaflokkurin ella Sjálvstýrisflokkurin kunnu góðtaka eitt nýskipanaruppskot, ið bert verður ein heimastýrislóg í nýggjum hami. Tí skulu aðrar loysnir til, sum kunnu fáa so mikið stóran stuðul frá báðum síðum aftan fyri seg, at tað verður ein stórur breiður meiriluti, bæði í tinginum og í fólkinum.

Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava latið seg sum uppgávukonur í føvningin á Tjóðveldisflokkinum, so har er onki at heinta. Javnaðarflokkurin hevur tí einasta alternativið, sum stendur eftir, nevnliga Sjálvstýrislógina sum ta einastu politisku loysnina, íð kann savna ein meiriluta aftan fyri seg frá báðum síðum.


Sjálvstýrislógin, í stuttum:

? Viðurskiftini millum Føroyar og Danmark verða ásett í einum sáttmála landanna millum, ið skipar londini sum javnbjóðis partar í ríkisfelagsskapi hvørt við annað.

? Sáttmálin, sum eisini staðfestir sjálvsavgerðarrættin, verður fráboðaður altjóða myndugleikum og fær harvið altjóðarættarligt gildi.

? Sáttmálin er grundarlagið undir eini Sjálvstýrislóg, sum kemur ístaðin fyri Heimastýrislógina, og sum ásetir:

? at øll málsøki kunnu yvirtakast og koma undir føroyskt lóggávuvald, tá Løgtingið ynskir tað, og

? at Løgtingið sum umboð fyri Føroya fólk er hægsti myndugleiki og harvið evsta vald í øllum málum, sum eru yvirtikin og løgd undir føroyskt lóggávuvald.


Við støði í Sjálvstýrislógini ber til at finna eina semjuloysn, sum umframt Javnaðarflokkurin eisini Sambandsflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Fólkaflokkurin kunnu taka undir við. Hetta er tann savnandi møguleikin. Annar møguleiki er neyvan.