Javnaðarflokkurin byggir alt sítt virksemi á fult fólkaræði. Vit leita altíð eftir semjum til tess at vinna fólki okkara bestu kor.
Vit ivast onga løtu í, at bert føroyingar sjálvir duga at taka avgerð um, hvat er best fyri Føroya fólk, og tí eru tað føroyingar einsamallir og eingir aðrir, ið skulu avgera framtíðina hjá føroyingum.
Allur politikkur Javnaðarfloksins er bygdur á hetta. Eisini strembanin eftir politiskum sjálvræði og búskaparligum sjálvbjargni, ið er fortreytin fyri veruligum sjálvstýri í Føroyum.
Álvaratos, vil landsstýrið fullveldi, so takið fullveldi. Haldið ikki fram at grenja inn á Nyrup og hansara menn í Keypmannahavn. Trupulleikin er í Føroyum. Tað er ikki meiriluti fyri loysing, tað er trupulleikin hjá landstýrinum. Um meiriluti var fyri loysing so fingu teir loysing.
Fulla virðing veruligum loysingarfólki
Eg havi fulla virðing fyri føroyskum loysingarfólki, teimum, sum veruliga vilja taka loysing og samstundis taka við teim avleiðingum og skyldum, tað hevur við sær, men eg havi lítla virðing fyri teimum nýggju tjóðveldisfólkunum, sum billa føroyingum inn, at tað ber til at loysa nú og fáa danir at gjalda fyri loysingina. Hetta er at kasta mold í eyguni á fólki.
Hetta er at venda byttuni á høvdið, tí vóru hesir tjóðveldismenn eins og teir gomlu, so høvdu teir sagt, at í morgin loysa vit og liva av tí ríkidømi, skaparin gav okkum føroyingum. Søgdu teir hetta, so kendu vit Tjóðveldið gamla aftur. Men teir nýggju vilja, sum ein tjóðveldismaður plagdi at siga: lumpa og lirka, so fólk uttan at kenna avleiðingarnar taka undir við teimum. Ja, tað er so galið, at summir teirra kalla okkum, sum ikki eru samdir í fullveldisætlan landsstýrisins fyri landasvíkjarar og danskar lakajar.
Loyva vit okkum at greiða frá, at alt verður ikki, sum tað var. At lívsfrælsið fær álvarsligt afturstig, so kalla teir tað ræðumyndir og ræðsluherferðir.
Sakligheitin og opinleikin, sum skuldi eyðkenna fullveldisprosessina gjørdist so innilokað og spent, at tað sambært talsmonnum samgongunar mest er at kalla halgibrot. Og Gud náði tann, sum váðar sær at finnast at fullveldisætlanini.
Men tað gera vit kortini. Vit vísa á eina góða og gagnliga skipan millum javnsett lond í ríkisfelagsskapi, og tað gerst við Sjálvstýrislóg Javnaðarfloksins.










