Oddagrein: Demokratiskt orðaskifti

Hvat hava blaðtekningar við almenna orðaskiftið at gera? Hava skemtitekningar nakað við fólkaræðið at gera? Eru karikaturar ikki mangan eitt slag av almennari happing, har tað er so at siga er legalt at gera gjøldur burtur úr samfelagsins oddamonnum- og kvinnum? Er blaðtekningin list? Er tíðin ikki farin frá hesum formi fyri samfelagsviðmerking? Blaðtekningin reisir nógar spurningar. Hesir spurningar hava ikki nøkur einføld svar. Tað velst alt um, hvør, ið teknar, og hvussu tekingin verður nýtt  hvat evnið er og í hvørjum høpi, ið tekningin stendur í. Vit hava ikki øll svarini her, men skulu loyva okkum at stutt at hugleiða eitt sindur um evni, nú stór framsýning við blaðtekingum letur upp í Norðurlandahúsinum leygardagin - og panelorðakiskifti er í Miðlahúsinum í kvøld um sama mál.

Blaðtekningn- karikatururin, er eitt aldargamalt fyribrigdi. Vit kundu lagt afturat, at hesin formur er og hevur altíð verið sera vældámdur í almenninginum. Men tað má samstundis ásannast, at blaðtekningin mangan kann vera ein rættiliga bonskur formur fyri viðmerking. Sæð í søguligum høpi mugu vit samstundis ásanna, at tann góða blaðtekningin hevur verið ein sera týðandi partur av fólkaræðiliga samfelagnum og fólkaræðiliga orðaskiftinum. Vit siga við vilja tann góða tekningin, tí fólk flest vita, at ein tekning, eins væl og skrivaða orðið, kann misbrúkast. Sum øll amboð kann blaðtekningin misnýtast og tíverri hava vit upp gjøgnum tíðina sæð nógv dømi um blaðtekningar nýttar til at niðurgera ávísar samfelagsbólkar og ávísar rasur. Men hetta er tíbetur fyribrigdi, sum bert kemur fyri í nazistiskum og facsistiskum samfelagsskipanum. Hetta kemur ikki fyri og eigur ikki at koma fyri í demokratiskum samfelagi. Tí tala vit um ta góðu blaðtekningina, sum eggjar til demrokatiskt orðaskifti og sum varpar ljós á skeivleikar, ið kunnu og skulu rættast við demokratiskum miðlum og demokratiskum tilgongdum.

Tann góða blaðtekningin er eitt sera týðandi og eitt ómissandi íkast til samfelagsorðaskiftið og harvið til demokratiska orðaskiftið. Við tekningini kann ofta verða sagt meira enn sagt verður við skrivaða orðinum. Tekningin megnar at seta fokus á fyribrigdi og á viðurskifti, ið mangan eru torfør fyri ikki at siga ómøgulig at lýsa í teksti. Hartil kemur, at tekningin ofta er eitt sera týðandi íkast til ein tekst. Blaðtekningin er eitt gamalt demokratiskt amboð. Tað er væl kent, at einaræðisharrarum dámar ikki blaðteknarar. Blaðteknarar fáa fólk at flenna  einaræðisharrum dámar ikki at flent verður ov nógv. Láturin er sum kunnugt eitt hitt sterkasta vápnið. Blaðtekningin er sostatt ein sera týðandi partur av demokratiska orðaskiftinum, ein partur, sum vit ikki kunnu vera fyri uttan. Her í Føroyum hava vit í mong ár havt Óla P., sum nú er farin um tey sjeyti. Miðlahúsið markerar hetta við eini norðurlendskari framsýning av blaðtekningum. Endamálið er ikki bert at fagna Óla P., men eisini hetta, at seta ljóskastaran á ein týðandi og ómissandi part av almenna orðaskiftinum í einum demokratiskum samfelagi. Vit takka Norðurlendska Mentanargrunninum , Dansk Føroyska Mentanargrunninum, Norðurlandahúsinum, Politiken Grunninum, BP og Atlantic Airways fyri at hava stuðlað tiltakinum.
Sosialurin