Siðseminevnd
? Hvat skrivarin hjá mær sigur ella skrivar, má hann fullkomiliga um sjálvur.
Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmaður og løgtingsmaður, ætlar sær ikki at leggja seg út í, at skrivari hansara, Sjúrður Skaale, nú beinleiðis mælir til, at formaðurin í granskingarráðnum, Eyðun Andreassen, verður koyrdur frá.
Herfyri fanst Eyðun Andreassen harðliga at landsstýrismaninum í heilsumálum, Bill Justinussen, fyri tey fólk, hann hevði valt í nýggju siðseminevndina.
Hetta er fallið Sjúrða Skaale so illa fyri bróstið, at hann í oddagrein í Fregnum í gjár mælir til, at Eyðun Andreasen verður koyrdur frá.
Vit hava spurt Torbjørn Jacobsen, hvat hann heldur um, at skrivari hansara tekur so avgjørda støðu ímóti Eyðuni Andreasen, tí sjónarmiðini hjá Eyðuni Andreasen líkjast rættiliga nógv teimum hjá Tórbirni Jacobsen sjálvur hevur.
Tórbjørn Jacobsen er jústafturkomin av uttanlandsferð so hann leggur dent á, at hann hevur hvørki lisið greinina hjá Eyðuni Andreasen, ella aftursvarið hjá Sjúrða Skaale.
Hann leggur tó dent á, at hann fer ikki at áleggja skrivara sínum, hvørja meining, hann skal hava um ymisk mál.
? Sjúrður Skaale er sjálvstøðugt fólk og hvat hann meinar um ymisk viðurskifti, má hann sjálvur um.
Tórbjørn sigur, at hóast teir arbeiða saman, er ongin treyt, at teir eru samdir í øllum og so leingi hann røkir sínarskrivaraskyldur, hevur hann onga viðmerking.
Hann metir harafturat, at hetta er ikki eitt mál, sum er serliga politiskt.
? Hetta er meiri ein trupulleiki um, hvørjar treytir skulu vera galdandi fyri slík nevndarval.
Sum sagt, hevur hann ikki lisið greinina hjá Eyðun Andreasen, so hann veit ikki, um hann er samdur við honum, men hann hevur kortini skilt á tí, sum hann hevur fingið við, at formaðurin í granskingarráðnum hevur áleið somu hugsan um málið, sum eg sjálvur.
? Men tað er kortini ógvuliga umráðandi, at formaðurin í granskingarráðnum er so óheftur sum gjørligt, tí hann má ansa sera væl eftir, ikki at detta í hina grøvina, tí so verða tað tvær subjektivar meiningar, sum koma at standa upp ímóti hvørjum øðrum.
? Og um Eyðun Andreasen er farin ov langt í onkrum, hann hevur sagt, veit eg ikki, tí eg havi ikki lisið greinina, sigur Torbjørn Jacobsen