Landssjúkrahúsið
- Kann Bill Justinussen ikki føra ítøkilig og óreingilig prógv fram fyri sínum ákærum ímóti Landssjúkrahúsinum, er tað rættiliga álvarsamt fyri hann sum løgtingsmann.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, er rættiliga illa við av teimum skakandi skuldsetingunum, sum Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri miðflokkin, setir fram ímóti Landssjúkrahúsinum aðrastaðni í blaðnum í dag og sum hann nú ætlar at spyrja Hans Paula Strøm um í Løgtinginum.
- Landssjúkrahúsið er ein ógvuliga týðandi stovnur í okkara samfelag og tað er ein stovnur, sum fólk mugu og skulu hava fult álit á.
Men við sínum skuldsetingum máar løgtingmaðurin hetta grundleggjandi álitið undan Landssjúkrahúsinum og tað kann hann rætt og slætt ikki loyva sær, uttan at hava heilt ítøkilig prógv fyri sínum ákærum.
- Tí mugu vit fáa prógvini á borðið frá løgtingsmanninum, tað er ongin vegur uttanum, endurtekur landsstýrismaðurin
Bill justinussen má hava ótrúliga góð prógv fyri sínum skuldsetingum, leggur hann afturat.
Hans Pauli Strøm sigur, at fáa vit ikki ítøkilig prógv á borðið, ber slett ikki til at svara einum líkum spurningi og tí eru prógvini neyðug.
- Hetta er eisini so mikið álvarsligt, at tað ber ikki til at seta slíkar skuldsetingar fram uttan at hava prógvini.
Hans Pauli Strøm sigur, at leggur Bill Justinussen hinvegin ikki prógvini á borðið, er hetta ein beinleiðis skaðiligur spurningur hann setir fram.
- Men kemur hann við prógvunum, skal hann nokk fáa svar, leggur landsstýrismaðurin afturat.
Hans Pauli Strøm sigur, at Bill Justinussen førir fram, at spurningarnir, hann setir mær, byggja á heilt ítøkilig dømi.
Kann hann ikki prógva sínar skuldsetingar, er tað rættiliga álvarsamt fyri løgtingsmannin, tí hann oyðileggur trúvirðið hjá einum stovni, sum fólk mugu kunna hava álit á, og tað er álvarsamt fyri ein politikara.
Men kann hann hinvegin prógva sínar skuldsetingar, er tað rættiliga álvarsamt fyri landssjúkrahúsið, leggur Hans Pauli Strøm afturat.
Sjálvur hevur landsstýrismaðurin ómetaliga torført við at trúgva skuldsetingunum frá Bill Justinussen.
-Hetta er so grovt, at hevur Bill Justinussen ítøkilig dømi um tær ákærur, hann reisir, átti hann, serliga tá ið hugsað verður um, at hann eisini hevur verið landsstýrismaður í heilsumálum, at reist málið innanhýsis í almanna- og heilsumálaráðnum í Landssjúkrahúsinum, áðrenn hann almannakunngjørdi tær.
- Tað hevði sømt seg betri fyri ein ábyrgdarfullan politikara, sigur Hans Pauli Strøm.