Flogbóltur
Í flogbólti er tað framvegis so, at spælararnir sjálvir døma aðrar dystir, enn teir sjálvir spæla, og tí verður eisini gjørt nakað fyri at fáa útvegað teimum neyðuga útbúgving og vitan.
Frá fríggjadegnum til sunnudagin skipaði flogbóltssambandið soleiðis fyri dómaraskeiði, samstundis sum stóra FK-kappingini var, og skeiðið endaði við, at 13 nýggir dómarar fingu prógv sum B-dómarar. Upprunaliga høvdu 15 teknað seg til skeiðið, men tveimum barst frá.
At skeiðið var lagt, samstundis sum FK-kappingin var, hevði tann síðuvinning við sær, at nýggju dómararnir í verki sluppu at royna seg, tí teir dømdu dystir í kappingini.
Innsatsurin hjá hvørjum einstøkum var ? sum partur av dómaraskeiðinum ? eftirmettur væl og virðiliga, og tað skuldi givið nýggju dómarunum mangt og hvat at hugsa um, sum síðani kann verða brúkt í víðari dómaragerninginum.
Tveir danskir dómarainstruktørar, Hans Ole Nielsen og Torben Jensen, ið sjálvir hava dømt einar 7-800 dystir hvør og hava drúgvar royndir á økinum, vóru komnir frá Dansk Volleyball Forbund at leggja teimum føroysku lag á.
Nýtt fólk til
Hetta samstarv hevur vundið rættiliga upp á seg í síðstuni, tí hetta var triðja ferðin innan fyri gott og væl eitt ár, at Hans Ole Nielsen og Torben Jensen eru í Føroyum í instruktørørindum.
Av teimum 13 skeiðluttakarunum var ein »veteranur« og 12 blaðung fólk, sum skuldu gjøgnumføra roynd í teoretiskari vitan og síðani eisini praktiskari døming, ið krevur í minsta lagi tveir dystir ? ein sum fyrstidómari og ein sum annardómari.
At fáa B-dómaraprógv er fyrsta stigið á leiðini, ið kann føra til A-dómaraprógv og seinni aftur enn hægri prógv, um dømingin hevur so stóran áhuga hjá tí einstaka, at vilji er til at satsa upp á tað.
Øll stóðu royndina, og í flogbóltssambandinum fegnast tey um, at nýggjar kreftir eru á veg innan fyri eisini dømingina, ið sjálvandi krevur at vera í lagi, nú liðini leggja alsamt størri orku í venjing og spæl.
Hans Ole Nielsen og Torben Jensen vóru somuleiðis dómaraeygleiðarar undir kvinnu- og mansfinalunum sunnudagin, sum Jan Hentze og Tummas Óli Mortensen dømdu. Teir báðir skulu seinni í vetur til Danmarkar at taka divisiónsdómaraprógv, og tí fingu teir nøkur góð orð á vegnum frá donsku instruktørunum eftir finalurnar.