Fiskimaðurin fyllir í tær gapandi pisurnar, sum forlanga

Jan Højgaard

Vit hoyra dagliga, hvussu ymiskir kraddara-bólkar inn­an tað almenna krevja meir og meir pengar til ymisk endamál, ið fyri tað mesta eru púra høpisleys. Hesir bólkar kalla seg frøðingar av ymsum slag, men fer ein at hyggja nærri at hesum fólkum og teirra grundgevingum, so er beinavegin, at ein gerst varður við, at tað man vera so sum so við frøðini. Pengar verða kravd­ir til at granska fyri, til heilsu­frøðiligu starvs­stovuna, búskapar­­frøðingar og løg­frøðingar krevja at verða settir í starv á onkrum av teimum nyttuleysu aðal­stýrunum. Hesi fólk eru totalt uttan fyrillit og kosta tí føroyska samfelagnum í dýrar dómar. Hetta verður fyri tað mesta gjørt, fyri at fáa nakrar krónur uppá ein lættan máta.
Sum støðan er nú, fækka fiskimennirnir, ið skulu metta tann alsamt vaksandi skarðan av almennum kradd­arum, sum hvørki tykjast vilja ella duga at breyðføða seg sjálvan. Men hvat, tey hava jú fiskimannin, ið gevur teimum dagligt breyð, so tey hugsa ikki so nógv um, hvar pengarnir koma frá.
Men eg kann upplýsa hvar pengarnir koma frá. Teir koma frá okkara fiski­monnum, sum nýta sera nógva tið og orku til at breyðføða fólki her á landi. Men synd er at siga, at fiskimenn hava fingið takk fyri sítt stríð frá hesum fólk­um, heldur hava tey blaka ymiskt fyri føturnar á teimum, so fiskimaðurin í móti sanleikanum, verða lýstur sum tann stóri synd­arin.
Fiskimenn mugu fáa betri umstøður at virka undir, tí Føroyar eru sera tengdar at fiskivinnuni. Embætisfólk eiga ikki at nýta so nógva orku til at leggja eftir fiski­monnum, men heldur hyggja við takksemi til teirra, tí teir geva teimum føð­ina hvønn dag.
Sannleikin er, um tú lík­ar tað ella ikki, so er tað fiski­maðurin, ið er grund­ar­lagið undir tí før­oyska samfelagnum. Tey, ið hava funnist mest at fiski­monn­inum, eru ofta tey, ið hava fingið mest frá honum. Hesi eru at meta við eina gapandi pisu, sum tekur móti føðini, fyri síðani at skvøtta hana út aftur í reiðri. Hesar pisur verða ongntíð floygdar, men halda á fram við at dolka okkara reiður Føroyar.