gjørdi tað fyrra og Jens Erik Rasmussen, sum sær út til at vera betri fyri, enn hann hevur verið leingi, økti beint fyri hálvleik. Tað var eisini Jens Erik, sum í síðstu løtu staðfesti sigurin. Tað gjørdi [...] úr Fuglafirði siga teir, at við landskappingini í huga vóna teir, at tað verður spælið, sum teir vístu móti GÍ, sum fer at síggjast aftur og ikki tað móti B71. Tað hekk betri saman hjá sandoyingum, og tá [...] fingið allar dystirnar avgreiddar. Í páskafrítíðini hevur B71 verið í Fuglafirði, og HB hevur verið heima á Sandi. Verkfallið hevur sjálvandi ikki verið nakar trupulleiki, tá GÍ, ÍF og HB hava verið partar
at fáa hjá teimum, sum eru heima og ikki klára seg so væl sjálvi. Tí er tað eitt heppi tiltak, sum J. M. er farin undir. Tað er kommunan, er er nærmast borgaranum, og tað er hon, sum best sær tørvin hjá [...] tí fari eg sum næstformaður í hesum bólki at takka J. M. fyri, at hann ger vart við hesi viðurskifti. Vit vita, at tað eru alt ov fá búpláss til óhjálpin eldri fólk, sum ikki kunnu vera heima, bíðilistarnir [...] M. hevur eitt ítøkiligt uppskot, sum hvør kommuna sær har í økinum má taka støðu til. Aðrar kommunur hava loyst ein part av hesum máli við sambýlum og eldrabýlum, sum nógvastaðni er ein góð og bílig loysn
ikki heima í sáttmálasamráðingum. Javnaðarflokkurin stuðlar fakfeløgunum í teirra krøvum um at fáa lut í framgongdini. Tó hevur flokkurin ikki higartil vilja gjørt nakað, sum kundi verið tulkað sum uppílegging [...] høvuðskrøvum Starvsmannafelagsins var ein nýggj lønarskipan, sum skuldi bøta um viðurskiftini hjá teimum mongu lágløntu starvsfólkunum, og sum skuldi betra møguleikarnar hjá starvsfólkum at fáa setanarv [...] viljan at fara inn í veruligar samráðingar um nýggjan sáttmála, sum kundi verið grundarlag fyri eini betran av arbeiðsviðurskiftunum og sum kundi verið grundarlag fyri at fáa starvsfólkini hjá tí almenna
so, sum lógin heimilar, lagt málið fyri meg til avgerðar. Tá eg onkra orsøk havi funnið til at sýta áheitan teirra, og tá lógin, sum eg í prestalyfti mínum havi lovað at hildið, og sum eg eisini sum tæ [...] fyri at hava fingið ein prest, sum heldur seg til ta evangelisk- luthersku læruna, sum er tann læran, kirkjan stendur fyri. Fuglafjarðar prestagjald hevur í dag ein prest, sum vísir sera stór ábyrgd fyri [...] klárt og reint, og kennir tað sum sítt kall at vegleiða kirkjuliðið. Tað skapar álit og tryggleika fyri okkum, sum hoyra til Fuglafjarðar prestagjald, at hava ein prest, sum í síni samvitsku er bundin til
orsøk tilm at fólk ikki sleppa inn á netið. Fólk eru allatíðina áhugaði fyri at frætta tíðindi frá ver kfallinum, og tí leita tey sær inn á heimasíðuna hjá Starvsmannafelagnum og verða hangandi har meðan [...] internetið hvørvur, so skjótt verkfallið er av og heimasíðan hjá Starvsmannafelagnum ikki longur virkar sum tíðindatænasta.
tiltøk. Eitt tað størsta tiltakið, sum er á skránni í Norðurlandahúsinum í ár, er Prix Føroyar finalan, sum verður nú leygarkvøldið. Tað er Norðurlandahúsið sjálvt, sum í samstarvi við Útvarp Føroya og Sjónvarp [...] ið eru búsitandi uttanlands, sum longu eru komnir heim til finaluna. Sjálvsagt er tað avmarkað, hvussu leingi tey flestu av hesum hava umstøður til at verða verandi her heima. Bólkarnir Kjølar, MC Hár og [...] sent beinleiðis frá finaluni. Eitt slíkt høvi sum ein beinleiðis sending, har ein bólkur vísir sínar dygdir, er ein tann besti møguleikin fyri at selja seg sum bólk. Fleiri av bólkunum, ið verða við í finaluni
gingu í skúla, sum vanligt er flest allar staðir, og hugnaðu okkum annars um dagarnar. Tá skúlarnir hildu frí, vóru vit mong, sum fóru at ferðast, tí tá á døgum var ein stór meðalstætt, sum ikki hevði stórvegis [...] 1966 í býnum Subotiça, sum liggur einar 15 kilometrar suður úr Ungarska markinum. Subotiça er millum 5 teir størstu býirnar í Jugoslavia í løtuni. Tá, eins og nú, búðu fólk, sum vit í dag bólka sera ymiskt [...] Jugoslavi. Tað var eg áðrenn kreppan yvirhøvur tók seg upp á Balkan. Tað er tað, ið er fingið mær í beini sum barn, og tað ber snøgt sagt ikki til at broyta, nú eg eri vaksin. Tomislav er rættiliga í villareiða
at lægstu bólkarnir vóru fluttir upp, men tað tyktist sum um Fíggjarmálastýrið hevði læst seg fastan. Men í nýggja sáttmálanum stendur, at tey sum hava verið í 7. lønarflokki verða flutt upp í 8. flokk [...] lkini, sum eru limir í Starvsmannafelagnum hava leingi arbeitt fyri at fáa betri lønarviðurskiftir. Víst hevur verið á, at sammett við grannalond okkara, er lønin hjá fjølmiðlafólkum her heima nógv lægri [...] vrakað og góðkent sáttmálauppskotini, komu partarnir ígjár ásamt um ein nýggja tvey ára sáttmála, sum gevur limunum í Starvsmannafelagnum eina lønarhækking uppá 6,5 prosent í tvey ár. Lønarhækkingin er
stórur Men størsti vandin, sum Poul Mohr sær í tí, at skipið verður bygt uttanlands er, tann teknologiski missurin. ? Vit eru í vanda fyri at missa fólkið, og við tí fer kunnleikin, sum er so ótrúliga týdningarmikil [...] øll skipabyggin upp orsakað av kreppuni. Í tíðarskeiðnum fram til 95 mistu vit eina rúgvu av fólki, sum dugdi at byggja skip, til aðrar vinnur, og teimum fingu vit ikki hendur á aftur. ? Tá vit fingu Da [...] av nýggjum, og síðani hava vit lært fólkið upp, soleiðis at vit nú aftur hava ein stab av fólkið, sum dugir at byggja skip, sigur Poul. Hann leggur afturat, at um landsstýrið ger av, at skipið skal byggjast
móti Strømsgodset, sum altso verður mett sum eitt av veikastu liðunum í kappingini í ár. Dystarskráin er ikki løtt komandi vikurnar. Næsta vikuskiftið bjóðar uppá heimadyst móti Molde, sum bleiv nummar tvey [...] so besta norska fótbóltsdeildin av álvara, og Kongsvinger hevði útidyst móti Strømsgodset, sum verður mett sum eitt av niðurflytingarevnunum í Tippeliguni. Millum viðhaldsfólkini hjá Kongsvinger verður [...] tað ein nýggj kensla at sita á bonkinum, men eg kenni kortini, at eg menni meg sum fótbóltsspælari, sigur Julian Johnsson, sum hevur spælt 24 landsdystir fyri Føroyar og skotið eitt mál ? móti San Marino