Takk til Jógvan Mørkøre, Hósvík

Í einum lesarabrævi ella viðmerking í Sosialinum 31.3.99 ger Jógvan Mørkøre, (J. M.), Hósvík, vart við støðuna hjá teimum eldru í Sundalagnum og heitir á Felagskommunalu Nevndina í økinum um at gera nakað við hetta mál.

Støðan er so tyngjandi fyri borgarar, sum hava røkt fyri neyðini, at tað ikki ber til framhaldandi at sita hendur í favn og einki gera.

Tað er at fegnast um, at ein borgari í einum øki ger vart við ringu støðuna hjá øðrum borgarum í økinum. Hetta er bræv, sum J. M. hevur skrivað til Felagskommunalu Nevndina fyri einum ári síðani, og støðan er helst ikki batnað síðani tá. Tað er ár teirra eldru í ár, og landsstýrið hevur sett ein bólk at skipa fyri tiltøkum runt um í landinum júst fyri at gera vart við viðurskiftini hjá teimum eldru, og tí fari eg sum næstformaður í hesum bólki at takka J. M. fyri, at hann ger vart við hesi viðurskifti.

Vit vita, at tað eru alt ov fá búpláss til óhjálpin eldri fólk, sum ikki kunnu vera heima, bíðilistarnir eru langir og haraftur at er alt ov lítið av heimahjálp at fáa hjá teimum, sum eru heima og ikki klára seg so væl sjálvi. Tí er tað eitt heppi tiltak, sum J. M. er farin undir.

Tað er kommunan, er er nærmast borgaranum, og tað er hon, sum best sær tørvin hjá teimum eldru og kann gera nakað við tað. Er ein kommuna ikki før fyri at nøkta tørvin á hesum økinum, so mugu grannakommunur taka seg saman og gera nakað við hetta mál og leggja fram ítøkiligar ætlanir. Sum eg skilji, so er ein Felagskommunal Nevnd fyri Sundalagið, so tað skuldi verið so líkatil at gjørt nakað í felag viðvíkjandi eldrarøkt og eldraumsorgan. Norðurstreym er illa fyri, tá talan er um búpláss til eldri, so har er átrokandi neyðugt, at nakað verður gjørt. Hvussu tað skal gerast, má Felagskommunala Nevndin avgera. J. M. hevur eitt ítøkiligt uppskot, sum hvør kommuna sær har í økinum má taka støðu til. Aðrar kommunur hava loyst ein part av hesum máli við sambýlum og eldrabýlum, sum nógvastaðni er ein góð og bílig loysn. Høvuðsendamálið er, sigur J. M., at tey eldru fáa eina virðiliga tilveru, og tað er júst tað, sum eldraárið leggur dent á: eitt samfelag fyri allar aldursbólkar, eitt gott samfelag fyri øll.


Sigvald Kristiansen