Julian bíðar eftir kjansinum

Fótbóltur: Føroyski landsliðsspælarin byrjaði norsku Tippeliguna á beinkinum. Men hann sær ljóst uppá tað og ivast ikki í, at kjansurin at spæla seg inn aftur á liðið fer at koma

Norska liðið hjá føroyska landsliðsspælaranum Julian Johnsson, Kongsvinger, hevur spælt nógvar venjingardystir í vár og hevur eisini verið á venjingarlegu í La Manga í Spania. Í hesum dystunum hevur venjarin sum vera man roynt seg fram við ymiskum, og í summum dystum hevur gingið væl, meðan tað hevur gingið minni væl í øðrum ? og tað er eisini rættiliga vanligt í venjingardystum.

Sunnudagin byrjaði so besta norska fótbóltsdeildin av álvara, og Kongsvinger hevði útidyst móti Strømsgodset, sum verður mett sum eitt av niðurflytingarevnunum í Tippeliguni.

Millum viðhaldsfólkini hjá Kongsvinger verður hildið, at hópurin í ár er tann sterkasti síðani 1992, men liðið fekk eina ringa byrjan upp á kappingina við at tapa 1-2. Julian Johnsson var við í hópinum, men kom ikki á vøllin.

? Eg hitaði upp allan seinna hálvleik, men kom ikki á vøllin, greiður Julian frá í telefonini úr Kongsvinger.

Í fjør hevði Kongsvinger um 20 sáttmálabundnar spælarar í 1. liðshópinum. Í ár eru teir 25, og tað merkir sum vera man, at kappingin um at vera millum teir fyrstu ellivu er harðnað.

? Vit hava fingið fleiri nýggjar spælarar í vetur. Stefan Thordarsson úr Brann og Steinar Adolfsson av Akranesi eru báðir íslendskir landsliðsspælarar, og Ole Einar Martinsen, sum er komin úr Lillestrøm, hevur spælt tveir A-landsdystir fyri Noreg ? millum annað, tá teir vunnu 7-0 móti Føroyum á Svangaskarði í august 1993, sigur Julian Johnsson.


Venjingin er góð

Hóast tað altso ikki er blivið lættari at spæla seg til eitt fast pláss á Kongsvinger-liðnum, letur Julian Johnsson væl at.

? Støðið er rættiliga høgt undir venjingini, og eg síggi eisini persónliga, at eg sum fótbóltsspælari verði betri á øllum økjum, sigur hann.

? Tað gekk væl hjá mær í fjør, og eg spældi næstan allar dystirnar í landskappingini. Í so máta er tað ein nýggj kensla at sita á bonkinum, men eg kenni kortini, at eg menni meg sum fótbóltsspælari, sigur Julian Johnsson, sum hevur spælt 24 landsdystir fyri Føroyar og skotið eitt mál ? móti San Marino í 3-0 sigrinum 25. mai 1995.

Tá endaspurturin í kappingarárinum í fjør byrjaði, skifti Kongsvinger venjara. Nýggi venjarin er 46 ára gamli Per Brogeland, sum millum annað eisini hevur verið venjari hjá norska kvinnulandsliðnum.

? Núverandi venjarin er betri enn tann fyrri, vit høvdu, sigur Julian Johnsson.

Venjarin hevur greitt Julian frá, at hann er sterkur í nærdystunum og hevur góðar rennitúrar frameftir vøllinum, og venjarin sær eisini, at hann hevur ment seg, síðani hann kom til Kongsvinger við ársbyrjan 1998. Men hann sigur eisini, at tað framvegis restar ymiskt í.

? Eg síggi ljóst uppá tað. Eg sat á bonkinum í fyrsta dystinum, men eg veit, at eg fái møguleikan aftur, tá leikbann og annað koma. Og so ræður bert um at taka tann møguleikan, tá hann einaferð kemur, sigur Julian Johnsson.


Satsa nógv uppá steypakappingina

Tað er uttan iva komið eitt sindur illa við hjá Kongsvinger, at liðið tapti fyrsta dystin móti Strømsgodset, sum altso verður mett sum eitt av veikastu liðunum í kappingini í ár.

Dystarskráin er ikki løtt komandi vikurnar. Næsta vikuskiftið bjóðar uppá heimadyst móti Molde, sum bleiv nummar tvey í fjør, og síðani er ein útidystur móti Brann úr Bergen, áðrenn máttmikla Rosenborg kemur á vitjan í Kongsvinger.

Aftaná Rosenborg er tað Viking Stavanger úti og Stabæk heima. Hetta eru øll tey sterkastu liðini í deildini, so tað eru nakrar strævnar vikur fyri framman hjá Kongsvinger.

? Meldingin úr felagnum er eisini eitt sindur meira varin í ár. Málsetningurin er at enda onkustaðni í miðjuni og so satsa nógv uppá steypakappingina, sigur Julian og gevur okkum eitt dømi um munin millum tey sterkastu og tey minni sterku feløgini í Tippeliguni.

? Her í Kongsvinger liggja spælaralønirnar millum 50.000 og 500.000 krónur um árið, meðan tær hjá eitt nú Rosenborg eru millum eina og tvær milliónir.

Rosenborg hevur verið mestsum einaráðandi í norskum fótbólti í 90-unum, og tær stóru inntøkurnar frá Champions League, har liðið úr Tróndheimi hevur fingið fleiri framúrskarandi úrslit og langt síðani hevur yvirhálað bæði IFK Göteborg og Brøndby sum sterkasta lið í norðurlondum, hava ikki gjørt munin minni.

Sáttmálin millum Kongsvinger og Julian Johnsson gongur út á sumri ár 2000.