Poul Mohr um vaktarskipið: Eiga at byggja her heima - nú

Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, er ikki í iva um nýggja vaktarskipið. ? Tingmenn eiga at taka avgerð um at byggja skipið nú - og teir eiga at lata tað byggja í Føroyum, sigur hann. Hann heldur, at vit missa meiri fyri minni verður farið av landinum við tí.

? Sjálvandi eiga vit at byggja vaktarskipi í Føroyum. Gera vit ikki tað, so koma vit ongantíð víðari við okkara skipasmiðjum enn til umvælingar, sigur Poul Mohr, stjóri uppá fyrispurning um hvar hann heldur nýggja vaktarskipið skal byggjast.

Sjálvandi sær Poul Mohr tað við »skipasmiðjueygum« og hann grundgevur eisini fyri sínum sjónarmiðjum.

? Í byrjanini av 90-unum steðgaði øll skipabyggin upp orsakað av kreppuni. Í tíðarskeiðnum fram til 95 mistu vit eina rúgvu av fólki, sum dugdi at byggja skip, til aðrar vinnur, og teimum fingu vit ikki hendur á aftur.

? Tá vit fingu Danidaskipið í 95 byrjaðu vit so at siga av nýggjum, og síðani hava vit lært fólkið upp, soleiðis at vit nú aftur hava ein stab av fólkið, sum dugir at byggja skip, sigur Poul.

Hann leggur afturat, at um landsstýrið ger av, at skipið skal byggjast uttanlands, so er stórur vandi fyri, at tað dugnaliga fólkið fer aðrastaðni at arbeiða, og so skulu teir enn einaferð byrja av nýggjum.


Mugu vera við

Orsøkina til at fólkið rýmir er, at teir vilja hava spennandi uppgávur, og at umvæla skip hvønn tann einasta dag er ikki nóg mikið til teirra fólk.

? Tað er jú eisini væl skiljandi, at so er. Hvør tímir at gera tað sama altíð. Vit leita øll eftir spennandi uppgávum.

Eitt annað, sum Poul Mohr vísir á er, at um føroyingar gera sær tankar um at bjóða útlandinum av tá tað kemur til slíkar uppgávur, so er neyðugt, at landsins myndugleikar ganga undan og vísa okkara egna fólkið og virkjum tað álit, sum krevst.

? Tað kann væl verða, at vit eru eitt sindur dýrari, men tá samanumkemur, so kann tað vísa seg at verða væl givin peningur.

? Hvussu kunnu vit fara úr og siga, at vit hava royndirnar, tá vit ikki sleppa at byggja okkara egnu skip? Tað kunnu vit ikki.


Teknologiski missurin verður ov stórur

Men størsti vandin, sum Poul Mohr sær í tí, at skipið verður bygt uttanlands er, tann teknologiski missurin.

? Vit eru í vanda fyri at missa fólkið, og við tí fer kunnleikin, sum er so ótrúliga týdningarmikil, tá tað ræður um at byggja skip. Tað er sera týdningarmikið at vita, hvat fer fram innan skipasmíð, og tann kunnleikan fáa vit bara um vit framhaldandi byggja skip.

Men var tað ein feilur at seta fyrivarni fyri manningartroti í tilboðið?

? Nei. Tað verður altíð eitt fyrivarni hjá okkum, men eg haldi, at teir brúka tað, sum undanførslu fyri at vit ikki skulu fáa arbeiði. Tað sær soleiðis út í øllum førum, sigur Poul Mohr.


Fremur samstarvi

Hvussu leikur fer í hesum málinum er ikki gott at vita.

Tað eru fleiri, sum vilja hava, at skipið verður bygt í Føroyum - bæði tingmenn og fakfeløg, so Poul Mohr stendur ikki einsamallur.

Havnar Handverkarafelag hevur savnað inn undirskriftir, har heitt verður á landsstýrið um at byggja skipið í Føroyum.

Formaðurin í felagnum, Eyðfinn Petersen sigur, at tað ikki er búskaparliga forsvarligt at byggja skipið uttanlands. Har mugu verða onkrar skeivar upplýsingar, sigur hann.

? Harafturat fremur tað samstarvi millum virkini, sum gera arbeiði, samstundis, sumtað hevur ótrúliga stórt søluvirði fyri virkini tá tey bjóða seg fram aðrastaðni, sigur hann.

Hvussu nógv fólk hava skrivað undir visti hann ikki í gjár, tí bløðini vóru ikki komin innaftur.

? Men eg havi skilt at nógv hava skrivað undir, sigur hann.