Sjálvt um eitt av teimum fýra liðunum í bólki eitt í steypakappingini ikki er á fastlandinum, so hevur tað higartil borið til at fingið allar dystirnar avgreiddar. Í páskafrítíðini hevur B71 verið í Fuglafirði, og HB hevur verið heima á Sandi.
Verkfallið hevur sjálvandi ikki verið nakar trupulleiki, tá GÍ, ÍF og HB hava verið partar av dystunum.
Góður málverji
Skírisdag var ÍF og vitjaði HB. Heimaliðið var klárt omaná, teir spældu við nógvum fólki frammarlaga, og teir høvdu eina rúgvu av málmøguleikum.
Í 1. hálvleiki fekk HB tvey mál. Andrew av Fløtum gjørdi tað fyrra og Jens Erik Rasmussen, sum sær út til at vera betri fyri, enn hann hevur verið leingi, økti beint fyri hálvleik.
Tað var eisini Jens Erik, sum í síðstu løtu staðfesti sigurin. Tað gjørdi hann við góðum skoti úr 18 metra fjarstøðu.
At tað ikki eydnaðist hjá HB at fáa meiri burturúr komst fyrst og fremst av, at Alfred Olsen í ÍF málinum stóð so sera væl. Tað kann ikki minst Allan Mørkøre skriva undir uppá. Allan var sera framrættaður i høgra borði, har mest sum alt álopsspælið hjá HB gekk ígjøgnum, og hann hevði fleiri møguleikar, men Alfred var ein sannur brandur.
Tað er annars merkisvert, at ÍF hevur verið úti í Gøtu og fingið sær nýggjan málverja, nú Erling Joensen er givin. Hesin nýggi málverjin er Rúni Joensen, sum vardi málið í 2. deild hjá GÍ í fjør. Men Rúni er skaddur í løtuni, og so var tað, at Alfred Olsen fekk møguleikan, og hann hevur brúkt møguleikan so mikið væl, at tað ikki bara er sjálvandi, at málverjin verður skiftur út, tá Rúni verður klárur aftur.
Gott undirhald
Páskaaftan var HB í Gøtu, har teir vunnu 4-2 (1-1) og hvat undirhaldi viðvíkti livdi dysturin upp til tað, sum roknast kann við av hesum báðum liðunum. Tað var ferð á spælinum, tað var ikki so lítið av hugflogsríkum og neyvum samanspæli, og at tað komu seks mál ger sjálvandi, at tað var serliga hugaligt at hyggja at.
Sammett við liðið í fjør stríðist GÍ við at spæla fýra menn inn á liðið ? Bartal Eliasen, Alva Justinussen, Sasha og ein brasiliumann ? og tað tekur sína tíð. Sasha skoraði til 1-0 við góðari roynd upp í hornið, og áðrenn hann fór út við skaða, hevði Magni á Lakjuni javnað. Súni Fríði Johannesen legði HB framum, tá hann var fyrstur á eftir horna og trunka, og Henning Jarnskor stútaði til 2-2 eftir innlegg úr vinstru.
Málið hjá Jens Erik Rasmussen til 3-2 var eitt sera gott langskot, og sami maður staðfesti eftir skjótt mótálop. Tá hevði GÍ nógv fólk frammi.
Jan Dam var heima í páskafrí og kom inn á HB miðvøllin, men har var hann bara í nakrar minuttir. So fekk hann reyða kortið fyri eftirtakling móti Sámali Joensen. Støðan var meinlík henni í fjør, tá Jan Dam royndi at takla Jens Kristian Hansen hjá B36.
Millum áskoðararnar í Gøtu var Allan Simonsen, og hann kundi staðfesta, at Hans á Lag var stak væl fyri í HB verjuni.
Slitu træið
Fuglfirðingar spældu heima móti sandoyingum leygardagin og móti GÍ 2. páskadag. Móti B71 vunnu teir 4-2 (3-1), og móti GÍ taptu teir 0-4 (0-2), men úr Fuglafirði siga teir, at við landskappingini í huga vóna teir, at tað verður spælið, sum teir vístu móti GÍ, sum fer at síggjast aftur og ikki tað móti B71.
Tað hekk betri saman hjá sandoyingum, og tá teir síðst í 1. og fyrst í 2. hálvleiki høvdu minkað um munin til 3-1 og 3-2 var um reppið, at teir fingu ÍF aftur, men so fangaði Áslakur R. Petersen ein bólt frá verjuni og lyfti upp um Valdemar Novisci.
Stóri trupulleikin hjá B71 var, at teir gjørdu so stór mistøk í uppspælinum millum verju og miðju, og at teir ov lætt lótu seg kroysta frammanfyri egnan brotsteig. Hetta gjørdi ÍF og serliga miðvallarin Áslakur R. Petersen sær fleiri ferðir dælt av, og hetta var upphavið til tvey mál.
Pólverjin Robert og Eyðun Samuelsen manna álopið hjá ÍF, og teir skoraðu trý tey fyrstu málini.
Tá GÍ vitjaði, settu teir fyrrverandi liðfelagan Bartal Eliasen og Alva Justinussen, sum vóru í fløtu GÍ miðverjuni, undir trýst, og tað eydnaðist væl, tá ÍF spældi eftir jørðini. Fuglfirðingar vóru óhepnir tvær ferðir at raka stólparnar og eina ferð at senda í tvørtræið.
GÍ fekk tvey mál í hvørjum hálvleiki, og felags fyri trý av teimum var, at tey komu eftir deyðbóltsstøður. Hetta má soleiðis metast sum ein veikleiki hjá ÍF. Henning Jarnskor fekk tvey eftir returbóltar (horna og fríspark), og Sasha skrúvaði horna úr høgru beinleiðis í málið. Síðsta málið stútaði Sámal Joensen eftir innlegg úr høgru frá Leivuri Hansen.
Hjá ÍF var Chris Knight aftastur í verjuni. Ætlanin var annars, at Bárður Mortensen skuldi røkja hetta plássið, men hann er fyri stuttum skurðviðgjørdur, og tað er óvist, nær hann verður tøkur aftur. Í síni tíð kom Chris Knight til Føroya at hjálpa fuglfirðingum at gera mál. Tað kom ikki nógv burturúr tí, men hann varð búgvandi í Fuglafirði, og nú er hann aftastur í verjuni.
Síðsti dysturin í bólkinum var á Sandi 2. páskadag. HB vann 2-1. Andrew av Fløtum setti hol á mitt í 1. hálvleiki, Rúni Nolsøe økti á tímanum, og átta minuttir seinni var tað Eli Hentze, sum minkaði um munin við brotssparki.