boð, tá síðstu ferð vit anda, úr heiminum vit fara so, hjá tær um ævir standa Takk fyri tað tú var fyri meg og míni. Eg vil hervið lýsa frið yvir minnið um beiggja mín Jens Paula Poulsen Tórður [...] fyrsta bil, og tá eg so fekk koyrukort og slapp at læna tín svarta Honda Accord, vakrasta bil í oynni, helt eg, reinur og nýbonaður, ja tú var góður við tað tú átti og fór væl um tað. Tú giftust við Súsonnu [...] Súsonnu og búðsettist í Valinum, og fingu tit tvey børn, Poul Arna og Sólvu. Heim tykkara stendur í brekkuni mitt ímillum runnar og trøð av alskins slagi, og er tað ein fragd fyri eyga at síggja tykkara
tosaði ikki bert um at hava ágrýtni, men tú vísti tað. Tú tosaði ikki bert um at vera hjálpsamur, men tú hjálpti. Tú tosaði ikki bert um at vera gávumildur, men tú gav. Tú tosaði ikki bert um at hava hjartarúm [...] Café Natúr, har vit altíð fingu “eitt blátt ísfjall” at drekka. Aftaná plagdu vit at fara ein lítlan gongutúr út á Reyn, har tú segði okkum søgur um tíni barnaár. Tá ið vit so komu niðan aftur í Sortudíki [...] 5. juli er ein dagur, ið vit altíð fara at minnast. Tað var so ósigiliga hart at fáa tey tungu sorgarboðini, at tú, elskaði abbi, var so brádliga farin frá okkum. Vit væntaðu aldrin, at 27. juni, tá ið
stendur enn so klárt fyri mær og okkum øllum. Hóast tú teir seinastu 14 dagarnar lá á sjúkrahúsinum og ikki hevði tað so gott, so hopaðu vit tað fór at laga seg. Eg fylti 20 henda dagin og minnist so tíðiliga [...] Minningarorð um abba okkara Bjarna Hansen á Selheyggi í Klaksvík f. 2/12-1923 d. 10/4-2001 Eitt ár er liðið síðan vit mistu teg góði abbi, eitt ár við stórum tómrúmi og sakni. Dagurin, vit fingu boðini um at tú [...] Góði abbi tú vart so óførur at vitja okkum saman við ommu, og nú síðan lítli Kristmund er føddur, komu tit næstan hvønn dag, tað var eisini stuttligt at síggja hvussu hann strálaði tá tit komu. Mangar hugnaligar
troyggjur, sum vit ommubørnini fingu frá henni. Tá ið vit fóru í skúla, fingu vit skúlatroyggju og skúlatasku frá teimum. Eg minnist, abbi, tá ið tú arbeiddi hjá landinum, tá ið tit asfalteraðu vegin til Oy [...] okkara at eta døgurða; tað var so deiligt at hava teg hjá okkum. Høvdu vit brúk fyri farti, so vart tú altíð klárur at koyra okkum; tað skuldi ikki sigast meira enn einaferð, so reisti tú teg stillisliga, [...] í minninum um ommu, var tá ið hon legði okkum at sova. Bønir hennara; hon bað altíð saman við okkum og fyri okkum og nevndi øll við navni. Ríkar løtur at minnast afturá. Abbi leiddi okkum so trúfastur í
dag í himlinum. Eg havi bert góð minni um teg og fari altíð at hava tey trygg í hjarta mínum. Av og á um kvøldarnar dámdi mær altíð væl at spyrja mammu um lív títt. Um hvussu tú livdi í gerandisdegnum, tá [...] Uni og Per fingu sagt tær farvæl, áðrenn tey fóru heim aftur til Danmarkar á jólum. Tey hugsaðu altíð um teg og tú hugsaði eisini altíð um tey øll. Tú var høgt elskaður av ommu og hon av tær. Tit høvdu 60 [...] og so fingu vit eitt prát aftan á við einum drekkamunni. Tú var trúfastur at ganga í Harrans hús, inn til tú gjørdist sjúkur og ikki var førur fyri at ganga longur. Men tað gleðir meg, at vit fingu eina
umfavnan og titt positiva lyndi er enn so tætt uppá og so allíkavæl ert tú so langt vekk, og tað følist enn sum ein ringur dreymur, at tú so brádliga bleiv sjúkur og tikin burtur frá okkum. Tú fylti so nógv i [...] hjálp frá Beintu og Emil fingu tit koyrt alt út. So ringt at síggja har tú hevur slept, man veit at tú hevur lagt alt í fyri seinastu ferð, og hevur tú havt so gott skil á øllum, so sum kassar við knívum [...] verði hesuferð, tí veðrurin sum tú vart so spentur uppá vigaði heili 100 pund. Altíð so umhugsin um djórini, og nú várið hevur verið - tann tíðin sum tú elskaði so nógv, har øll lombini og gásarungarnir
Ullu á lívi. Helt, at hon sá so mikið væl fyri út, at nú kundi tað bara ganga tann rætta vegin. Men so var ikki. Okkara vegir eru ikki Guds vegir. Saknurin er stórur. Hon fylti so nógv í okkara lívi, og tað [...] Leygarmorgunin 5. november fingu vit tey tungu boðini, at Ulla var farin, bert 70 ára gomul. Ulla og Svend hava altíð verið so ótrúliga góð við okkum, og síðan omma í Funningsfirði doyði, hevur Ulla verið [...] og Emma, tit sita við tí størstu sorgini. Mátti Jesus pápi hjálpt og styrkt tykkum í komandi tíðum. Góða Ulla! Takk fyri alt tú hevur verið fyri Karl Høgna og meg. Friður verið við minninum um Ullu. Fríðhild
víða um og kundi tosa við um alt, sum frammi var. Ikki minst kunnaði hann seg væl um hvat hendi heima á landi og hann hevði ofta forkunnug tíðindi at bera. Tórálvur var ikki bert evnaríkur tá um útbúgving [...] einaferð um árið møttust og fingu lírar úr Skúvoy og nú seinastu árini Seniorklubburin, har vit saman við fleiri øðrum einaferð um mánaðin hittust til eitthvørt mentatiltak og samstundis kundu tosa um viðurskifti [...] rógvin Tórálvur giftist í 1961 við Rigmor, f. Dahl, úr Vági, og fingu tey í hjúnarlagnum børnini Regin, Elin og Jan. Vit vinir tykkara vóna at tit fáa styrki at koma yvir sorgina og saknin. At hann var ein
samdøgurði. Fyri at lætta um hjá foreldrum tínum, fekk tú stuðulshjálp og á hendan hátt fingu vit tað gleði at kenna teg. Eftir førimuni royndu vit, at gera tín gerandisdag so innihaldsríkan sum møguligt [...] varð nívdur av líknandi breki. Vit halda, at hesin sangur eisini so væl hóskar til tín, elskaða Turið: Lítla lívið, bjarta blóma, gleði inn um hurðar bar. Ikki kundu vit hóma, at tú ikki fullment var. Lítla [...] okkar skattur-, boð tú vilt oss bera nú. Grátið ei – eg vakni aftur, so frísk í Guðs himnabú. Grát ei mamma. Pápi, systkin, omma, abbi og tit øll. Tí eg eri ferðabúgvin, - trína inn í himnahøll. Har ei neyð
Vit sótu lið um lið øll árini í fólkaskúlanum, studentaskúlanum og kvøldskúlanum. Vit sótu lið um lið heima hjá tær og teknaðu, spældu kort, lurtaðu eftir tónleiki ella gjørdu mat. Lið um lið við láturkrampa [...] láturkrampa í Glyvra Bio, lið um lið á bókasavninum og lósu bøkur. Vit spældu lið um lið á fótbólts- og hondbóltsliðnum hjá NSÍ og á hondbóltslandsliðnum. Vit svóvu lið um lið í telti í haganum, í Skálabotni [...] byrjaði við sorgarboðum úr Ikast um, at tú, kæra vinkona, var farin foldum frá bert 47 ára gomul. Boðini komu ikki heilt óvæntað, tí síðst í november fekk tú boðini um, at nú var eingin viðgerð at taka