Minningarorð um abba og ommu Poul Andreas og Margrethu Hansen

f. 18. januar 1916, d. 10. august 2006
f. 13. juli 1922, d. 16. januar 1988

Tung vóru boðini eg fekk 10. august, at tú, góði abbi, vart farin frá okkum. Heimið hjá abba og ommu var sum mítt næsta barnaheim. Eg var sum barn nógv hjá teimum, í vikuskiftum og í ferium, og tað eru ríkar løtur, sum eg kann minnast aftur á við takksemi.
Abbi og omma vóru ógvuliga góð við familjuna. Mong eru tey spor, ið eru gingin inn til Elias og niðan til Andrass, og nógvir eru biltúrarnir, ið koyrdir eru norður til Hellurnar at vitja okkum.
Eg minnist til hvussu nógv vit sum børn gleddu okkum til at abbi og omma komu norður at vitja. Tá ið vit sóu hvíta bilin koma undan uppi í Hjarðardali; tá runnu vit avstað ímóti teimum. Vit elskaðu at hava tey á vitjan.
Omma sat altíð við stokkum og nógvar eru tær troyggjur, sum vit ommubørnini fingu frá henni. Tá ið vit fóru í skúla, fingu vit skúlatroyggju og skúlatasku frá teimum.
Eg minnist, abbi, tá ið tú arbeiddi hjá landinum, tá ið tit asfalteraðu vegin til Oyndarfjarðar. Hvussu vit gleddu okkum til at tú komst út til okkara at eta døgurða; tað var so deiligt at hava teg hjá okkum.
Høvdu vit brúk fyri farti, so vart tú altíð klárur at koyra okkum; tað skuldi ikki sigast meira enn einaferð, so reisti tú teg stillisliga, fyri at koma við okkum.
Abbi og omma vóru trúgvandi fólk, tey settu sítt álit á Jesus og vístu eisini tí yngra ættarliðnum á Jesus; tey livdu Guðs kærleika út.
Eitt, sum serliga stendur eftir í minninum um ommu, var tá ið hon legði okkum at sova. Bønir hennara; hon bað altíð saman við okkum og fyri okkum og nevndi øll við navni. Ríkar løtur at minnast afturá.
Abbi leiddi okkum so trúfastur í kirkju hvønn sunnudag, tá vit vóru hjá teimum og so skundaðu vit okkum heim at eta døgurða, áðrenn leiðin gekk í sunnudagsskúla. Tit vístu okkum á tað besta og týdningarmiklasta í lívinum, á Jesus.
Abbi, tá ið eg kom at vitja teg, og dreingirnir ikki vóru við, so spurdi tú altíð eftir teimum, hvat teir rokaðust við. Tú fylgdi við øllum, frá tí yngsta til tað elsta. Altíð vart tú takksamur fyri alt, altíð so positivur.
Abbi, sum vanliga varð kallaður Poul Andreas inni á Sýn, er nú farin handan sýn, komin á mál, heim til Jesus og ommu, sum honum longdist eftir.
Góðu Elias, Andrass og babba, tómrúmið er stórt, nú abbi er farin. Tit hava havt tvey góð foreldur, eitt gott og trygt barnaheim. Má Jesus styrkja tykkum í sakninum, men gott er at eiga ta kristnu vónina, at vit ið trúgva á Jesus, ein dag skulu síggjast aftur heima hjá Jesusi og ongantíð skulu skiljast aftur.
Ærað verið minnið um abba og ommu.
Mary