Minningarorð um beiggja mín

Jens Paula Poulsen F 15.06.1952 - d 04.10.2003

Nú hvítna tindar fjøllum á, ja soleiðis varð sungið til jarðarferðina og soleiðis var eisini henda kalda heystarmorgun , tá vit fóru til Fámjins eftir veðrunum, sum vit hava gjørt tey seinastu nógvu árini. At tað skuldi enda soleiðis, at tú ikki kom heimaftur á lívi, tað er og verður mær óskiljandi.

Tú var næst elstur av okkum fimm systkjum, og høvdu vit báðir nógv saman, nú hini systkini vóru flutt av oynni, og tað bara vóru vit báðir eftir her, tú á Tvøroyri, og eg í Vági.

Eftir lokna skúlagongd fór tú at læra til timburmann. Tá tú var liðugur at læra, arbeiddi tú eina tíð á Tvøroyri, og fór síðan til Grønlands at arbeiða í nøkur ár. Í 1987 fekk tú starv sum portørur á Suðuroyar Sjúkrahúsi, tað dámdi tær væl, og var tú sera nógv avhildin bæði av starvsfólkunum og ikki minst av sjúklingunum, altíð klárur at hjálpa, eitt smíl, eina stuttliga viðmerking, tað var bara tú. At tú var nógv avhildin sást á tí stóru mannafjøld, sum fylgdu tær til seinasta hvíldarstað her á fold.

Jens Pauli var tvøramaður við stórum T. Var á Sevmýri til hvønn fótbóltsdyst, sum yngri spældi tú á 1. deild hjá TB. Eisini spældu tú billiard og var ein hollur stuðul hjá billiardfelagnum, har tú eisini tók tær av at venja ungdómin, hetta dámdi tær væl, og dugdu tú væl at læra frá tær.

Tankarnir leita aftur til barnaárini við Sílánna, tú var 11 ár eldri enn eg og altíð sera góður við meg, hevði eg gjørt okkurt skeivt og fekk skjeld, tók tú meg altíð í forsvar. Allar teir túrar tú koyrdi meg á knallert og sleipaði meg á sleðu tá kavi var. Seinni tá tú fekk motorcyklu, eina Triumph, koyrdu vit mangar túrar, ofta til Øravíkar at vitja. Minnist tá tú fekk tín fyrsta bil, og tá eg so fekk koyrukort og slapp at læna tín svarta Honda Accord, vakrasta bil í oynni, helt eg, reinur og nýbonaður, ja tú var góður við tað tú átti og fór væl um tað.

Tú giftust við Súsonnu og búðsettist í Valinum, og fingu tit tvey børn, Poul Arna og Sólvu.
Heim tykkara stendur í brekkuni mitt ímillum runnar og trøð av alskins slagi, og er tað ein fragd fyri eyga at síggja tykkara vælhildna heim og sera vakra urtagarð, sum tú gekk sera høgt uppí.

Seinni tá eg flutti til Vágs og skuldi byggja hús, var tú altíð klárur at hjálpa mær.
Og tá slakti var fyri, hjálptust vit báðir altíð, og tá stikast skuldi í Øravík, Fámjin ella her suðuri, ella tá vit skuldi reka, vóru tú og hundurin Roy góð hjálp at fáa.

Tá vit vitjaðu tykkum, var blíðskapurin stórur, og vit minnast aftur á nógvar góðar løtur. Tú dugdu væl við børnum, og tað besta okkara børn vistu, var at fara á Tvøroyri at vitja tykkum.

Tú dámdi gott at ferðast, og hava tit verið víða, á brúdleypsferð á Kreta, við bili og campingvogni í Danmark, Týsklandi, Skotlandi og Fraklandi, ja, tá livdu tú mitt í verðini.

Tungt er hjá mammu og pappa, nú ongin kemur at fáa sær kaffimunn um morgunin. Tað var fast hjá Jens Paula og Roy at koma út til tykkara, tá hann hevði frí.

Saknurin er stórur nú Jens Pauli ikki er okkara millum longur, serliga hjá tykkum Súsannu, Poul Arna og Sólvu, og hjá tykkum Mamma og Pappa, má Harrin styrkja tykkum, og okkum øll.

Og einaferð vit fáa boð,
tá síðstu ferð vit anda,
úr heiminum vit fara so,
hjá tær um ævir standa

Takk fyri tað tú var fyri meg og míni.

Eg vil hervið lýsa frið yvir minnið um beiggja mín Jens Paula Poulsen

Tórður