úr Lítlu Dímun í ár. Mánadagin vóru tey í oynni, sum tey siga, í bestu líkindum, sum hugsast kundi Við vóru 40-42 mans og uppi í oynni vóru 35-36 mans. Eliesar Poulsen, sum er formaður fyri oynni, sigur [...] sum í ár, merkist tað í nøkur ár. Hann sigur, at einasti máti at fáa seyðatalið upp, er at taka minni, tí nú sleppa teir ikki at longur at føra seyð út í oynna. Teir kunnu bara føra brundar út í oynna [...] verið 10 ár ímillum, at seyður er sleptur í oynna. Men nú er langt síðani síðst, tí seinast var fyrst í áttatiárunum. Annars varð seyður sleptur út báði í 1972 og í 1977, so nú halda teir, at tað kundi trongt
Hoydal slepti tók ein annar tjóðveldismaður við. Hergeir Nielsen, sum nú er formaður í Uttanlandsnevndini segði, at Javnaðarflokkurin í grundini var meira sambandskur enn Sambandsflokkurin. ? Vit vita, at S [...] at tað var tekin um samstarvsvilja at Jóannes Eidesgaard í donskum miðlum hevur sagt, at avleiðingarnar av føroyskum fullveldi eru at føroyingar í hópatali fara at flyta av landinum. Høgni Hoydal helt hedlur [...] hann, meðan hann var løgmaður, fyri formansskapinum í tinginum hevði skotið upp, at halda eina ráðstevnu um Heimastýrislógina, men at formansskapurin í tinginum hevði víst uppskotinum aftur. Um uppskotið
fara vit at frætta nærri frá í dag, tá tingmenn úr øllum flokkum sleppa at siga sína hugsan. TAÐ er eitt sindur óheppið, at fleiri av leiðandi fólkunum í flokkunum ikki eru við í orðaskiftinum. Tað vil so [...] sínar eykamenn inn. Hetta hevur hann í prinsippinum rætt í. Spurningurin er, um tað ikki er óheppið, at tríggir av leiðandi politikarunum og harímillum løgmaður og formaður fyri størsta andstøðuflokkin ikki [...] LØGTINGIÐ fer í dag undir 1. viðgerð av uppskotinum til fíggjarlóg fyri 1999. Hetta er fyrsta fíggjarlógin, sum nýggja landsstýrið leggur fyri tingið, og somuleiðis sveinaroyndin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum
fiskidagar ímillum útróðrarbátar. Umboðsnevndin í Meginfelag Útróðrarmanna hevði fund sunnudagin at viðgera spurningin um umsetiligheit. Chris Jan Michelsen, formaður í MÚ sigur, at hesin spurningur er serliga [...] Chris Jan Michelsen sigur, at útrórðarmenn í bólki 4 kundu heldur hugsa sær eina aðra skipan, har ið óbrúktir fiskidagar komu bólkinum til góðar, eins og skipanin er í bólki 5. Tað kundi verðið gjørt soleiðis [...] fiskipolitikk, sum verðuyr førdur íløtuni. Tað, sum er í ferð við at henda, er, at lógin um vinnuligan fiskiskap verður meiri og meiri útholað. Í lógini um vinnuligan fiskiskap er eitt púra greitt býtið
hevur als ikki verið uppi í hesum máli, og heldur tað eisini hevði verið skeivt, um hann hevði lagt seg út í eitt mál hjá limunum í Uttanlandsnevndini. -Eg haldi allir limir í Uttanlandsnevndini eru búnir [...] -Nevndarval og formansskipan í løgtinginum eigur ikki at verða heft at, um ein er í samgongu ella ikki men av styrkini á teimum flokkum, sum sita í tinginum. Tvs. at tað átti at verið so, at tað ikki er [...] Hetta sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður í sambandi við seinastu hendingina í Uttanlandsnevndini, har formaður varð koyrdur frá og annar tingmaður valdur til nýggjan formann. Anfinn Kallsberg sigur víðari
sum eru í dag. Men tað verður tó eisini neyðugt at endurskoða verandi skipanir. -Hetta er ikki nakað, sum vit skulu gera bara í Føroyum. Hetta er ein prosess, sum er í gongd í øllum heiminum í løtuni. [...] ósakligt, tá formaður javnaðarfloksins sigur, at samgongan ikki hevur viljað tikið við í uppskot sítt um fullveldi tær broytingar, sum javnaðarflokkurin hevur mælt til. Eg havi sagt hetta í tinginum og í teimum [...] okkinum tilboðið, sum nú er komið við í uppskotið kortini, at vildi flokkurin hava málið aftur í tingið, áðrenn farið verður til samráðingar, so kundi tað koma í uppskotið. Hann vísir eisini á, at tað
niður høvuðssjónarmiðið í brotinum. Fyrr 1. tíðarskeið: Lærarin sum itnellektuelur í bygdasamfelagnum. Lærarin sum miðil og savnari. Lærarin í tí gamla borgarliga skúlanum. Lærarin í stríðnum fyri einum føroyskum [...] hvørja uppgáva, hevði lærarin í skúlanum? Tað var jú fyri 100 árum síðani og væl longur frameftir í øldina »tann gamli svarti skúlin«, ella tað vit kenna sum tann borgarligi skúlin í Europa, sum var grundarlagið [...] skuldi trýstast inn í knokkin á næmingunum Nú Næsta brot í røðu varaløgmans hevði hesa yvirskrift: 2. Tíðarskeið: Ídnaðar- og vælferðarsamfelagið. Lærarin sum spesialistur og sálarfrøðingur í einum tvíbýttum
(VILNIUS) Millum ferðafólkini í flogfarinum til Vilnius mikukvøldið var eisini Serghéy Kréksjin, sum er russari. Hann hevur í ár roynt seg í B68, uttan at tað hevur hilnast serliga væl. Nú var hann á veg [...] passeftirlitið í lufthavnini gjørdu tey vart við, at russiski vinurin hjá okkum hevði ikki loyvi at vera í Litava, og so var einki annað at gera enn at finna honum eitt rúm á gistingarhúsinum í lufthavnini [...] so skuldi bíða til hóskvøldið, greiðir Niclas Davidsen, formaður í B68 frá. Hann er millum tey umleið 20 ferðafólkini, sum eru við landsliðnum í Vilnius.
fótbóltsvitjan í Føroyum. Tað er Leiftur, ið vit hava hoyrt nógv um í seinastuni, sum kemur at vitja B36. Sjúrður Horsdal, formaður í B36, sigur, at felagið hevur arbeitt við at fáa Leiftur til Føroya í eini tveir [...] Una Arge við ? skal spæla tveir dystir á Føroyaferðini. Leygardagin móti B36 í Havn og sunnudagin móti KÍ í Klaksvík. Dysturin í Havn verður spældur klokkan 15.00, og ætlanin er at B36 skal styrkja seg við [...] Í 50-unum og 60-unum kom tað meir enn so fyri, at fótbóltslið úr eitt nú Íslandi og Noregi vóru í Føroyum og vitjaðu. Men síðani føroyski fótbólturin er vorðin meira »álvarsamur«, um vit kunnu siga tað
góðan smakk hava samgongumenn í munninum eftir hesa gerð? Hendingin bjargaði persónligu ambitiónum Hergeir Nielsens at gerast formaður í Uttanlandsnevndini. Tað er so ein ærlig søk. Men hvat skilagott [...] andstøðan umsitur nettup henda sesin.Formaður javnaðarfloksins fekk eisini gott skoðsmál frá flestu av nevndarlimunum og øðrum við fyri sítt arbeiði sum formaður í Uttanlandsnevndini. M.a. sigur løgmaður [...] andstøðuflokki sat sum formaður í hesi nevnd. Men tað vildu Jenis av Rana og Hergeir Nielsen ikki. Grundgevingarnar hjá teimum báðum fyri at vilja Jóannesi Eidesgaard til lívs í hesum sessi, hava verið