Miðflokki til lítlan sóma

Tingmaður Miðfloksins Jenis av Rana tykist vilja formanni javnaðarfloksins til lívs politiskt - uttan at hann hevur nakað at hava sínar atfinningar móti honum í. Motivini tykjast eftirhondini at vera meira persónlig enn politisk, soleiðis sum málið hevur tykið útviklað seg

MYTTARÍIÐ í Uttanlandsnevndini herfyri verður helst eitt mál, sum fer at standa eftir í føroyskari politiskari søgu, sum ein dáragerð og sum nakað sera negativt. Orsøkin til at vit enn einaferð draga fram hetta mál er tann, at gerðin í veruleikanum hevur og fer helst at forpesta tað politiska umhvørvið. Hvussu kann javnaðarflokkurin eftir hetta ganga saman við Miðflokkinum í nøkrum sum helst! Og hvussu góðan smakk hava samgongumenn í munninum eftir hesa gerð? Hendingin bjargaði persónligu ambitiónum Hergeir Nielsens at gerast formaður í Uttanlandsnevndini. Tað er so ein ærlig søk. Men hvat skilagott kann hetta brúkast til. Eingin nevnd hevur so stóran týdning fyri alla ta demokratisku prosessina í løtuni sum júst Uttanlandsnevndin, tá hugsað verður um viðurskifti okkara við Danmark, við ES og ikki minst við Bretland, nú vit samráðast um markið. Tað er tí sera týdningarmikið, at andstøðan umsitur nettup henda sesin.Formaður javnaðarfloksins fekk eisini gott skoðsmál frá flestu av nevndarlimunum og øðrum við fyri sítt arbeiði sum formaður í Uttanlandsnevndini. M.a. sigur løgmaður, at hann gjørdi eitt gott arbeiði. Løgmaður metti eisini, at tað var gott fyri demokratisku gongdina og skip-anina sum heild, at ein formaðurí stórum andstøðuflokki sat sum formaður í hesi nevnd. Men tað vildu Jenis av Rana og Hergeir Nielsen ikki. Grundgevingarnar hjá teimum báðum fyri at vilja Jóannesi Eidesgaard til lívs í hesum sessi, hava verið so vánaligar og so lítið sigandi, at her má hava ligið annað enn sakligur politikkur aftanfyri.


TAÐ er ilt at ímynda sær, hvussu javnaðarflokkurin kann samstarva við Miðflokkin eftir hetta. Og hvat vinnur ein samgonga, sum fer at fáa brúk fyri ikki minst javnaðarflokkinum í mongum málum, við at ganga einum tingmanni á møti? Hvat er tá galið við Hergeir Nielsen kundi verið spurt? Hann er uttan iva skilamaður í mangar mátar, men hansara oftani sera bersøgnu og til tíðir harðrendu og ultimativu røður, har hann eitt nú umrøður mótstøðumenn sínar fordummandi ol., appelera ikki júst til samstarv og felags stev, nakað, sum nettupp eigur at verða ein hin mest týðandi barlastin hjá formanninum í júst Uttanlandsnevndini. Vit halda tað eisini var óheppið at skifta út formannin í Uttanlandsnevndini um júst sama mundið sum marknatrætan við bretar aftur kom á skránna.Í tí málinum er ikki minst brúk fyri formanni,sum dugir at lodda dýpið og lurta og ikki bara ?busa? avstað við sínum egnu sjónarmiðjum. Hetta skal ikki uppfatast sum nakað einvíst álop á persónin Hergeir Nielsen, men í málinum um formansskapin í Uttanlandsnevndini halda vit, at hann er lopin framav, sjálvt um hann var í sínum fulla rætti at taka av tilboðnum frá Jenis av Rana. Lat okkum enda við at minna Jenis av Rana á, at hann í hesum máli hevur gjørt Miðflokkinum eina bjarnatænastu. Gerðin sømir seg ikki tingmanni við drúgvum royndum.Grundgevingin fyri at koyra formannin frá var ikki nøktandi. Spurningurin er, hví Miðflokkurin hevur lagt sjógv millum seg og javnaðarflokkin, nú báðir eru partur av eini andstøðu? Undir fíggjarlógarviðgerðini nýtti Jenis av Rana aftur høvið til at leggja eftir formanni javnaðarfloksins - á ein so niðursetandi máta - at tú fær varhugan av, at her er ikki bert talan um politikk. Her býr okkurt annað undir teimum nærum persónligu álopunum á J. Eidesgaard. Jenis av Rana fegnaðist um oyðimarkargongd hansara og bað til, at Eidesgaard ongantíð kom úr aftur oyðimørkini. Hørð orð, sum avgjørt ikki appelera til nakað gott og positivt í menniskjanum.