ES gevur undangóðkenning til lán til Ukraina

ES-diplomatar siga við AFP, at Ungarn hevur fingið 24 tímar at endaliga góðkenna ES-lán til Ukraina.

Umsíðir røkist fyri, at Ungarn fær leingi væntaða lánið frá ES upp á 90 milliardir evrur, sum Ungarn higartil hevur forðað fyri. Mynd: Piroschka Van De Wouw/Reuters/Ritzau Scanpix

ES-limalondini hava givið undangóðkenning til lánið hjá ES til Ukraina upp á 90 milliardir evrur.

Tað siga bæði AFP og Reuters frá.

Formliga verður lánið ikki játtað fyrr enn seinnapartin hósdagin umvegis skrivliga mannagongd.

ES-diplomatar siga við AFP, at Ungarn hevur fingið 24 tímar at endaliga góðkenna avgerðina.

 

/Ritzau/

 

 

Umsíðir røkist fyri, at Ungarn fær leingi væntaða lánið frá ES upp á 90 milliardir evrur, sum Ungarn higartil hevur forðað fyri. Mynd: Piroschka Van De Wouw/Reuters/Ritzau Scanpix