»Men hóast Olaf sigur, at hetta er tyngsta tak, hann nakrantíð hevur tikið, so eydnaðist tað honum at fáa peruna í«. Hetta vísir, at á einum sinni dugdi Olaf Olsen annað enn at sita í nevndum. Av teimum [...] Tann fyrri og drúgvari er árini sum fiskiskip - har var Leif Pedersen jú sjálvur við meira enn helmingin av tíðini - og so ein styttri um starvið sum vaktarskip, har Leif bara er umborð trettan dagar í [...] Leif Pedersen er sloppin væl frá bókini, og tilfarið er bæði spennandi og forvitnisliga lagt fram. Somuleiðis er málið livandi og lætt, og her eigur Jógvan á Lakjuni heiðurin, tí hann er tað, sum hevur
Kristensen segði á sinni: »A benægter fakta« og legði afturat, at onki orð er sagt um, hvat skal koma ístaðin fyri Heimastýrislógina. Hetta er ósatt! Javnaðarflokkurin hevur lagt eitt heilt katalog fram yvir neyðugar [...] Samtykt var gjørd um hetta á landsfundi í 1981, og síðan hevur hendan ætlan verið staðfest í samgonguskjølum við Sjálvstýrisflokkin, Fólkaflokkin sovæl sum við Tjóðveldis-flokkin. Men nú er vent í holuni. [...] Fólkaflokkurin enn okkurt, sum ikki er kroyst burtur úr samfelagnum. Sjálvstýrisflokkurin hevði bert eini konkret ørindi á fólkatingi, og vóru tey at siga frá, at danskt bankaeftirlit ikki er nýtiligt í Føroyum
Leikarnir hava vant tvær ferðir um vikuna í vetur, og teir siga hetta vera nóg mikið. Leikarnir eru høgir á vøkstri, og hetta kemur væl við, tá ið ein spælir flogbólt. Hetta er tó ikki fyrstu ferð at dreingirnir [...] til kappingina, er ikki rættiliga vist enn. Freistin at tekna luttøku var úti fríggjadagin 20. februar. Kappingin er í lítla býnum Knebel, ið liggur á vestursíðuni á Jútlandi. Kappingin er í Knebel av teirri [...] teir tóku av tilboðnum. Kappingin Kappingin er soleiðis skipað, at leikt verður frá fríggjadegnum 20. mars til sunnudagin 22. mars. Hóast kappingin ikki er løgd enn, so veit Fleyr, at dreingirnir skulu spæla
almennar skrivstovur. Hetta er Vilhelm Johannesen sera fegin um. ? Eg haldi tað er ótrúliga gott, at tað almenna Føroyar ger sær ómak, at hyggja eftir hvat vit sjálvi gera, heldur enn at keypa útlendskt. [...] kinum við Smyrilsvegin. Men, hvør er so søgan aftanfyri hetta 25 ára hátíðarhaldið. Hetta hava vit tosað við stjóran og stovnaran av virkinum, Vilhelm Johannesen, um. Vilhelm greiðir frá, at hann í síni [...] og tá var nokk at gera. BSV er tað vit kalla ein familjufyritøka, hóast hon er partafelag. Partapeningurin er 1,6 mió. kr., eins og hann var við byrjan, men eginognin er munandi størri. Hvussu stór vil
atkvøða ímóti avtaluni, um ikki oljufelagið DONG varð tikið við í avtaluna. Felagið skuldi hava framíhjárættindi í einum oljuútviklingi við Føroyar. Hetta vildi Schlüter ikki hoyra talan um. Hann roknaði ikki [...] avtaluni, hvussu tað eydnaðist at trýsta Poul Nyrup Rasmussen til at taka síni krøv aftur. Atli Dam vísir á, at tað er ikki nakað dulsmál, at danski javnaðarflokkurin var ikki fegin um undirgrundaravtaluna [...] fyrr enn hann annars vildi komið, um eitt ávíst felag hevði so stór framíhjárættindi spyr fyrrverandi løgmaður. Atli Dam vísir eisini í hesum sambandi á, at umrøddi Poul Nielson hevði uppskot um, at seismiska
Jensen, sum ikki longur er limur av fólkatinginum, sigur við Sosialin, at hann er ovfarin av at hoyra, at Óli Breckmann enn einaferð skal hava tikið sær æruna av krígspensiónini. - Tað er fullkomiliga burturvið [...] var nettup hetta arbeiðið, sum Óli Breckmann hvørki hevði hug ella stundir til at taka sær av. Jákup Lindenskov, sum var fólkatingsmaður um tað mundið, tá skjøtil varð settur á málið, hetta var í 1991 [...] fram ósannindi á henda hátt. Hetta sigur Jákup Lindenskov, fyrrverandi fólkatingsmaður, sum heldur, at Føroya fólk eiga at kenna fulla sannleikan um krígspensiónina, nú henda verður brúkt sum valagn hjá
hóast hon er forelskað í Lýsander (Annfinnur H. Jacobsen), og hóast Helena er forelskað í Demetrius, so er greitt, at her má okkurt henda. Forna lógin í Athen um hetta mundið sigur, at um gentan noktar [...] kann eisini sigast um framúr góða týðingina hjá Axel Tórgarð. Tað er ein fragd at vita, at hetta kann lata seg gera í okkara lítla landi. Ikki bert er hetta Shakespeare, men eisini er innflættað føroyskar [...] sjónleikur. Hetta verður gjørt á serstakliga skemtiligan hátt. Tú kanst siga, at hetta er áhugaleikur, tá hann er best - sum nakrir av bestu sjónleikarar okkara so snildisliga fáa okkum at hugsa um farnar tíðir
Síðan gjørdu teir rokningina upp av og á. So er tað kanska lættari at spáa um verðurvánirnar, hóast tað eisini er torført? Tað er lættari at spáa um veðrið enn at fáa vinning í vedding, sigur Petur Skeel [...] børnini, so vit fingu 1000 krónur hvør. Hetta var í 1978, og tá var henda peningaupphædd eitt sindur meira í virði enn í dag. Umframt hetta so varð eg biðin um at gera uppskot til veddingar fyri Tipsblaðið [...] sjey hitastig. Av hesum sæst, hvussu torført tað er at spáa um veðrið, sigur Petur Skeel, sum tó frameftir fer at siga frá veðrinum, eins og hann enn veddar hvørja viku.
frá. Spurdur, um tað eydnaðist at slætta sjógv á Landsfundinum, sigur Atli Hansen, at nú er nýggj stjórn vald, og so er í lagi. Men stjórnin er tann sama sum undan stríðsvalinum. Hvat er øðrvísi í dag [...] havi einki ynski um at grava meir í hasum, sigur ein fámæltur Atli Hansen um stríðið í Sambandsflokkinum. Hann hevur heldur ikki gjørt av, um hann stillar upp aftur fyri flokkin. Hetta er í sama valdømi [...] limur í Sambandsflokkinum síðan hann var 20 ára gamal, og er rætiliga harmur um at verða skýrdur fólkafloksmaður av løgmanni. Tað er burturvið. Um Edmund Joensen skýrir meg og allar hinar í flokkinum, sum
dystirnir í kappingini um løgmanssteypið spældir. Mest spennandi dysturin var í Vági millum 2. deildarliðini Royn og EB/Streym. Dysturin varð spældur í Vági, tí grasvøllurin í Hvalba enn ikki er klárur til fótbólt [...] noyddust út í longda leiktíð, tvær ferðir 15 minuttir. Og her eydnaðist tað hvalbingum at fáa eitt mál, meðan sundalagsmenn einki fingu. Hetta málið var eisini tað frægasta í dystinum. Hin jugoslaviski spælarin [...] skal til Suðuroyar, antin til Hvalba ella til Vágs, alt eftir hvussu góðum standi vøllurin í Hvalba er í. Vinnarin av dystinum B71-FS Vágar skal síðani í bólk saman við HB, KÍ og NSÍ, meðan vinnarin av