Sunnudagin vórðu fýra teir fyrstu dystirnir í kappingini um løgmanssteypið spældir. Mest spennandi dysturin var í Vági millum 2. deildarliðini Royn og EB/Streym. Dysturin varð spældur í Vági, tí grasvøllurin í Hvalba enn ikki er klárur til fótbólt eftir veturin.
Tað sást eisini í dystinum, at spælararnir heldur ikki eru heilt klárir til fótbólt so tíðliga á árinum. Lítið skil var á spælinum, men hvalbingar høvdu eina lítla yvirvág. Tað var kortini felagsliðið hjá sundalagsmonnum, sum fekk fyrsta málið í dystinum. Ein bóltur varð sendur langt fram eftir vøllinum, verjan hjá Royn fekk ikki bóltin burtur, og Dánjal Magnussen kundi leggja EB/Streym á odda 1-0.
Henda leiðslan helt sær fram til allarseinasta minutt. Jugoslaviski Alexander Vukotic, sum varð skiftur inn eini 20 minuttir áðrenn, fekk eitt innlegg, sum hann skeyt í málið. So var støðan 1-1, og liðini noyddust út í longda leiktíð, tvær ferðir 15 minuttir.
Og her eydnaðist tað hvalbingum at fáa eitt mál, meðan sundalagsmenn einki fingu. Hetta málið var eisini tað frægasta í dystinum. Hin jugoslaviski spælarin hjá Royn, Milan, skeyt eitt fríspark, sum varð snittað víðari fram eftir við høvdinum til Eyðstein Jacobsen, sum kundi seta bóltin í netið til 2-1.
LÍF, B71 og
FS Vágar víðari
Í Leirvík tók LÍF ímóti skálamonnum, og her vann heimaliðið 4-0. Øll málini komu í seinna hálvleiki. Jonhard Høgnesen gjørdi tvey tey fyrstu, áðrenn póllendingurin Tomek setti eitt brotsspark í netið til 3-0. Seinasta málið gjørdi Árni Skorastein.
Á Sandi vann B71 2-0 á AB, meðan FS Vágar vann stórsigur 9-0 á Fram. Komandi sunnudag spæla B71 og FS Vágar á Sandi, meðan LÍF skal til Suðuroyar, antin til Hvalba ella til Vágs, alt eftir hvussu góðum standi vøllurin í Hvalba er í.
Vinnarin av dystinum B71-FS Vágar skal síðani í bólk saman við HB, KÍ og NSÍ, meðan vinnarin av dystinum Royn-LÍF sleppur at royna seg í bólki saman við GÍ, B68 og VB.
Bólkaspælið byrjar 5. apríl.