Tá Nyrup legði kongin

Søgan um tá Atli Dam hótti Nyrup við at slíta alt samstarv, tók hann ikki sítt krav aftur um, at danska oljufelagið Dong skuldi hava framíhjárættindi í eini undirgrundaravtalu

Nógv stóð á formanninum í danska sosialdemokratíinum, Poul Nyrup Rasmussen á vetri í 1992. Tá fekk hann nevniliga greið boð frá táverandi løgmanni og formanni í javnaðarflokkinum, Atla Dam: tók Nyrup ikki aftur krav sítt um, at tað almenna danska oljufelagið DONG skuldi hava framíhjárætt í eini føroyskari oljuvinnu, afturfyri, at danir lótu føroyingum rættin til undirgrundina, so tók javnaðarflokkurin alt fyri eitt sín stuðul til danska bróðurflokkin aftur. Haraftrat fór hann at fyrireika eina 10 ára ætlan fyri avtøku av Heimastýrisskipanini.

Hetta kom fram í Degi og Viku hóskvøldið. Fyrr í vikuni visti sjónvarpið annars at siga frá einum brævaskifti millum táverandi forsætisráðharran Poul Schlüter og formannin í sosialdemokratíinum, Poul Nyrup Rasmussen, ið snúði seg um yvirtøku av undirgrundini.

Har kom fram, at eftir at Schlüter hevði boðað flokkunum á fólkatingi frá, at hann fór at undirskriva avtalu við føroyingar um undirgrundina, fór danski javnaðarflokkurin fullkomiliga uppá bakbeinini og hótti við at atkvøða ímóti avtaluni, um ikki oljufelagið DONG varð tikið við í avtaluna. Felagið skuldi hava framíhjárættindi í einum oljuútviklingi við Føroyar.

Hetta vildi Schlüter ikki hoyra talan um. Hann roknaði ikki við, at føroyingar fóru at góðtaka tað. Tá avtornaði tók Nyrup krav sítt aftur og undirgrundaravtalan varð undirskrivað, uttan at DONG varð nevnt.


Nyrup boygdi seg

Nú hetta brævaskiftið er vorðið alment hevur Atli Dam, ið var ein av føroysku høvuðspersónunum í undirgrundarmálinum, einki ímóti at siga frá, hvat veruliga hendi handan politisku leiktjøldini dagarnar undan undirskrivingini av avtaluni, hvussu tað eydnaðist at trýsta Poul Nyrup Rasmussen til at taka síni krøv aftur.

Atli Dam vísir á, at tað er ikki nakað dulsmál, at danski javnaðarflokkurin var ikki fegin um undirgrundaravtaluna, sum Schlüter gjørdi við føroyingar í september 1992. Teir høvdu jú í áravís sagt, at føroyingar skuldu hava eina grønlendska skipan umframt eitt samarbeiði millum donsk og føroysk feløg um troytan av ráevnum í undirgrundini - og har danir skuldu hava fyrimunir framum útlendsk feløg.

Hetta var tí ein høvuðsorsøkin til, at teir noktaðu at stuðla avtaluni, tá hon skuldi koma fyri í fólkatinginum. Schlüter, ið tá sat í minnilutastjórn, fekk tí ikki so væl gjøgnumført æt-lanina.


Ein avgjørdur Schlüter

Atli Dam greiðir soleiðis frá hesi ikki sørt dramatisku støðuni:

-Schlüter ringdi til mín eina lítla viku, áðrenn tann 22. desember, tá avtalan skuldi undirskrivast í Havn, greiddi frá støðuni hjá danska javnaðarflokkinum og segði, at um ikki hesin fráfall síni krøv áðrenn 19. desember, so bleiv einki skrivað undir. Eg skilti hetta sjálvandi sum, at hann vildi hava meg at leggja trýst á javnaðarmenninar sigur Atli Dam og heldur fram:

-Tað gjørdi eg sjálvsagt eisini, tí tað eru bert fólk, ið onga føling hava við, hvat ein kann og ikki innan Heimastýrisskipanina, sum kunnu hugsa, at tað bar til eftirfylgjandi at broyta eina avtalu og at føroyingar skuldu fáa minni, enn teir høvdu fingið frá Poul Schlüter. Eingin føroyingur við sínum fullu fimm vildi kunnað gingið við til tað.

Atli Dam royndi tí av øllum alvi at fáa hendur á Poul Nyrup Rasmussen fyri at greiða honum frá hesum, men hann var sum farin undir heilt.

-Eg setti meg í samband við framstandandi javnaðarmenn, men tað eydnaðist ikki at fáa samband við Nyrup. Tí rann freistin leygarmorgunin tann 19. desember út, og Schlüter ringdi so aftur og segði, at ferðin var avlýst.

Sum eina seinastu roynd setti Atli Dam seg í samband við Poul Nielson, fyrrv. orkumálaráðharra, sum hann frammanundan hevði illtonktan fyri at hava ávirkað støðutakanina hjá javnaðarflokkinum í hesum máli.

-Fyrst var eg tó noyddur at fáa mær undirtøku frá nevndini í javnaðarflokkinum til at leggja so sterkan trumf á sum møguligt. Eg ringdi til næstformannin, Dan Petersen, sum var eitt sindur skelkaður av ætlan míni, tí hon sýntist so víðgongd, men hann tók tó undir við hesum kortini.

Tá Poul Nielson kom til telefonina legði Atli Dam sera hart út og skuldsetti hann fyri ikki at hava skilt, hvat ein kundi í einum ríkisfelagsskapi og ikki.

-Okkara boð vóru púra greið. Um danski javnaðarflokkurin framdi eitt so imperalistiskt inntriv í Føroyum, sum nú vandi var fyri, so var alt tað, sum Heimastýrislógin bygdi á, oyðilagt fyri ævigar tíðir - og tá kundu vit eins væl sjálvir uppgeva henda ríkisfelagsskap. Eg segði honum, at vit beinanvegin tóku fólkatingsmannin úr danska tingbólkinum og slitu alt samarbeiði. At vit síðani fóru at leggja eina ætlan fram fyri javnaðarfólk og Føroya fólk, sum snúði seg um at avvikla heimastýrið yvir 10 ár. Og tá fingu danir so ongan dropa av olju.

Atli Dam sigur víðari, at hann sjálvandi ikki ynskti at avvikla henda ríkisfelagsskap, men støðan var nú tann, at um danir kortini framdu hetta álop, so kundu føroyingar eins væl gera tað sjálvir. Tí tá var jú alt mist kortini.

Nú stóð á gomlum nøglum. Klokkan mundi vera út móti 14 leygardag. Ferðin hjá Schlüter var avlýst. Klokkan 14.30 ringdi Poul Nyrup loksins til Atla Dam og segði, at javnaðarflokkurin tók aftur síni krøv.

-Eg ringdi til Schlüter og spurdi, um hann ikki kortini kundi koma. Hann játtaði og kom mánadagin 21. desember til Føroya, har avtalan so var undirskrivað.


Eftirtíðin prógvaði

Atli Dam leggur aftrat, at gongdin í oljumálinum síðani hevur víst, at tað var rætt at vísa aftur kravinum frá danska javnaðarflokkinum.

-Hetta hevur eftirtíðin prógvað. Áhugin frá oljufeløgunum hevur verið sera stórur júst tí, at tey hava kunnað bjóðað seg fram á jøvnum føti. Hevði ein tjóð ella eitt felag framíhjárætt, hvar var so áhugin hjá øllum teimum, sum hava virkað og sum helst eisini ávirka, at ein møguligur oljuútviklingur kemur í gongd nógv fyrr enn hann annars vildi komið, um eitt ávíst felag hevði so stór framíhjárættindi spyr fyrrverandi løgmaður.

Atli Dam vísir eisini í hesum sambandi á, at umrøddi Poul Nielson hevði uppskot um, at seismiska arbeiðið skuldi fremjast av Thetis, og at 300 mill. kr., helvt í helvt danskar og føroyskar, skuldu útvegast til hetta arbeiðið.

-Tá vit síggja, hvat vit í veruleikanum fingu burtur úr við at fáa útlendskt felag at gera hesar kanningar ókeypis, so er greitt, at vit høvdu verið nógv verri fyri við loysnini hjá Nielson og Nyrup, sum helst eisini hevði gjørt, at vit vóru ikki komnir so langt sum nú, og helst hevði tað eisini kostað okkum meira enn tær 150 mill. kr.

Atli Dam sigur seg alt í alt vera sera fegnan um, at hann í endanum av síni embætistíð í Tinganesi fekk hesi viðurskifti uppá pláss. Hann var sjálvur ein av oddamonnunum aftanfyri tær samráðingar, sum byrjaðu seinnu helvt av sjeytiárunum um yvirtøku av undirgrundini og sum endaðu í 92 við undirskriving av einum sáttamála, sum hevði eittans danskt fingramerki, nevniliga, at fingu vit munandi burtur úr skuldi samráðast um minkan av blokkinum.


Marita gjørdi bart

Fyrrverandi løgmaður vísir í hesum sambandi eisini á, at danir í sambandi við kreppuloysnirnar eftirfylgjandi royndu, hvat teir kundu fyri at fáa broytt undirgrundaravtaluna soleiðis, at har kom at standa nakað um afturgjalding av lánum, um so var, at olja var funnin.

-Men har gjørdi Marita Petersen, sum tá var løgmaður, bart og gav dønum greið boð um, at undirgrundaravtalan skuldi ikki nertast. Og hesum boygdi stjórnin seg fyri.

-Nú tá føroyingar hava stríðst 70- og 80-árini og inn í 90-ini at fáa undirgrundina á føroyskar hendur, er tú so nøgdur við tann útviklingin, sum hevur verið síðani tá!

-Nú veit eg væl, at tað eru summir, sum hava hug at siga, at okkurt er, sum ikki tolir dagsins ljós - tí hví var Dopas í Lopra og hava teir ikki undirhonds fingið avtalur! Har havi eg tað álit á okkara oljufyrisiting, sum hevur roynst munandi betri og meira kvalifiserað, enn nakar kundi droymt tá, tá teir siga, at teir tóku tað besta tilboðið. Eg haldi ikki, at danir har hava fingið framíhjárætt. At ein ikki hevur framíhjárætt merkir væl heldur ikki, at ein ikki skal hava rætt. Eg meti tað sum positivt, at donsk feløg eru áhugað í útviklinginum her og eru við til at skapa kapping. Tað síggja vit jú av, at tey eru vorðin partur av fleiri útlendskum samtøkum, hvat ikki hevði verið hent, um danir høvdu onkran eksklusivan rætt. So eg eri ikki so bangin fyri framtíðini á hasum økinum.

Atli Dam sigur víðari, at høvdu danir havt fingið henda framíhjárætt, so hevði tað ikki verið so lætt at fingið bretsk, hálendsk, donsk, amerikonsk og norsk feløg og samtøk at virka her.