Vit sigla í ódn og í logn

? Tað er ikki gerandiskostur, at ein maður, sum er føddur og uppvaksin í Keypmannahavn og sum 28 ára gamal fyrstu ferð setur fót á land í Føroyum, skrivar føroyska siglingarsøgu, skrivar Jógvan Isaksen m. a. í ummælinum av bókini hjá Leif Pedersen um Ólav Halga

Jógvan Isaksen


Leif Pedersen: Ólavur Halgi - fiskiskip og vaktarskip. Ritstjórn: Leif Pedersen og Jógvan á Lakjuni. Forlagið Heygsmørk 1996. 213 síður við nógvum myndum.


Fyri góðum ári síðani kom bókin um fuglafjarðartrolaran Ólav Halga, og hon er skrivað av tí danskfødda gøtumanninum Leif Pedersen.

Í innganginum fortelur Leif, hvussu tilvildarligt tað var, at hann kom at vera tólv ár sum kokkur og viðhvørt eisini fjarritari við Ólavi Halga. Í miðjum 50unum giftist hann føroyskari konu, og tá ið virkið, hann arbeiddi á í Keypmannahavn, fór á heysin, gjørdi hann av at fara til Føroya at vitja verforeldrini. Verpápin var skipari á sluppini Grundick og bað Leif koma við sum kokkur, og av tí at hann hevði brúk fyri pengunum, játtaði hann, hóast hann ikki hevði verið annað á sjónum enn við onkrari ferju í besta veðri.

Viðurskiftini at kokkast umborð á einari slupp vóru ikki fyrimyndarlig, men eftir rættiliga stuttari tíð treivst Leif Pedersen við arbeiðnum sum kokkur. Seinni var hann kokkur við Morning Star og so tey nógvu árini við Ólavi Halga. Sjálvur hevur hann bara gott at bera kokkaarbeiðnum, hóast fólk vilja vera við, at tað er eitt hundalív. Somuleiðis sigur hann seg altíð hava fingið ta hjálp, hann hevur havt brúk fyri, frá manningini.

At Leif Pedersen, keypmannahavnarin sum gjørdist gøtumaður, er farin undir bókina um Ólav Halga er ikki bara tí at honum hevur dámt at vera til skips og at kokkast. Men tí at hann sum fráleið gjørdist góður við Ólav Halga, og hesin bleiv mestsum eitt livandi ting fyri hann. Síðani hann mynstraði av fyri síðstu ferð í 1973, sigur Leif seg aftur og aftur hava hugsað um tíðina umborð, og sum eitt fríðtíðarítriv settist hann at skriva um trolaran.

Bókin hevur ein fullkomiliga greiðan bygnað, líka úr megintættunum niður í einstakar fiskitúrar og einstakar vaktaruppgávur. Aftast er yvirlit yvir heimildarpersónar, yvir allar túrarnar hjá Ólavi Halga, manningarlistar við tíðarskeiðum, yvirlit yvir fólkanøvn og skipanøvn við síðutilvísingum. Her er eyðsæð ikki farið fram eftir fummum.

»Ólavur Halgi - fiskiskip og vaktarskip« fellur natúrliga í tveir høvuðspartar. Tann fyrri og drúgvari er árini sum fiskiskip - har var Leif Pedersen jú sjálvur við meira enn helmingin av tíðini - og so ein styttri um starvið sum vaktarskip, har Leif bara er umborð trettan dagar í 1994 fyri at kunna seg um hendan partin. Tað sigur seg sjálvt, hvør parturin er tann meiri livandi og persónligi.

Fyrst verður sagt frá arbeiðsloysinum í Fuglafirði fyrru helvt av 50unum og royndir hjá ymsum monnum at útvega skip at bøta um hetta. Hvussu landsstýrið í 1957 samtykkir at lata tríggjar trolarar byggja í Portugal, hvussu nærum allur Fuglafjørður er uppi í at savna eginpengin saman og so fagnaðardagurin, allahalgannadagur 1959, tá ið Ólavur Halgi flaggskrýddur stevnir inn eftir vánni.

Síðani verða túrarnir gjøgnumgingir úr fyrsta ísfiskatúrinum undir Íslandi um saltfiskatúrarnar undir Grønlandi og við New Foundland til seinastu ísfiskatúrarnar í 1976. Summir av túrunum fáa bara stutta umrøðu, meðan túrarnir, har eitthvørt serligt er fyrifarist, fáa eitt sindur longri umrøðu. Einahelst hesar frásagnir hava stóran áhuga hjá tí lesara, sum ikki eigur beinleiðis lut í tilveruni hjá Ólavi Halga.

Sagt verður frá baldrutum ferðum bæði á og av fiskiskapi, og hvussu væl Ólavur Halgi royndist í illveðri og ísi. Ein túrin yvir til Grønlands liggja teir á nýggjárinum í ódnarstormi við Kappan, og nærum alt tað elektriska gongur fyri umborð. Eisini peran á ljóskastaranum á brúgvartakinum, og tað ger, at teir síggja ikki ísfjøllini, sum koma rekandi ímóti teimum. Einaferð, tá ið skipið fær eitt øgiligt kast, sigur maskinmeistarin: »So, Leif, nú fóru vit«.

Men so var ikki, og tað skilst á høvundinum, at umframt at Ólavur Halgi var gott skip, so átti skiparin stóran part av heiðrinum, at so væl spældi av. Hann æt Olaf Olsen, og tá ið tað ljósnaði bardi hann seg upp á brúgvartakið at fáa nýggja peru í ljóskastaran: »Men hóast Olaf sigur, at hetta er tyngsta tak, hann nakrantíð hevur tikið, so eydnaðist tað honum at fáa peruna í«. Hetta vísir, at á einum sinni dugdi Olaf Olsen annað enn at sita í nevndum.

Av teimum 213 síðunum munnu myndir av serstakliga manning og lívinum umborð fylla eina helvt, og hetta er við til at gera verkið stak livandi. Tá ið ein persónur verður nevndur, kann lesarin síggja eina mynd av honum, verður vandin fyri yvirísing nevndur, so er mynd av hesum og frá tíðini sum vaktarskip, eru myndir úr tí arbeiðnum.

Leif Pedersen er sloppin væl frá bókini, og tilfarið er bæði spennandi og forvitnisliga lagt fram. Somuleiðis er málið livandi og lætt, og her eigur Jógvan á Lakjuni heiðurin, tí hann er tað, sum hevur umsett danska tekstin hjá Leif til føroyskt. Eg haldi eisini, at høvundurin, nú hann skrivar alla søguna hjá einum skipi, hevur valt rætta mátan. Hann breiðir seg ikki, men skrivar stutt og neyvt, kortini er tað rúm fyri søguni, hendingini, sum setur dám á lesnaðin. »Ólavur Halgi - fiskiskip og vaktarskip« er bæði upplýsandi og hugtakandi lesnaður.