Hann hoyrir til tann vongin í Sambandsflokkinum, sum vil hava løgmann frá.
Spurdur, um tað eydnaðist at slætta sjógv á Landsfundinum, sigur Atli Hansen, at nú er nýggj stjórn vald, og so er í lagi.
Men stjórnin er tann sama sum undan stríðsvalinum. Hvat er øðrvísi í dag, í mun til fríggjadagin?
Eg havi einki ynski um at grava meir í hasum, sigur ein fámæltur Atli Hansen um stríðið í Sambandsflokkinum.
Hann hevur heldur ikki gjørt av, um hann stillar upp aftur fyri flokkin. Hetta er í sama valdømi sum hjá Edmundi Joensen, har Atli Hansen eisini er kappingarneyti hjá formanninum.
Spurdur um hann sleppur upp á listan í sínum valdømi, sigur Atli Hansen, at tað veit hann ikki. Listarnir skulu fyrst verða klárir um einar 14 dagar, og so fæst at vita, hvussu leikur fer.
Hann veit heldur ikki, hvat fer at henda í tinginum, men sigur bert, at teir eru sendir heim. Tó verðir tingfundur í dag, har fundarskráin er lýst, og er um málið við Telefonverkinum, sum skal skipast sum alment partafelag.
Hvørt tingflokkarnir ætla at seta misálistváttan fram, veit Atli Hensen ikki,men sigur, at tað kann gerast nær sum helst. Ikki er neyðugt at lýsa við hesum.
Nú vilja vit bert hava frið í flokkinum, og tað skal ikki standast á mær, at skapa henda friðin, sigur Atli Hansen.
Heldur ikki Suni Jacobsen, sambandstingmaðurin í Vágunum, hevur nógv at siga. Hann metir seg eins góðan sambandsmann og áðrenn stríðvalið fríggjakvøldið.
Eg setti uppskotið um at fáa Jóhs. M. Olsen til formann, tí eg helt ikki at Edmund Joensen hevur hegni at samla flokkin.
Nú er tað staðfest, at tað ikki bert eru vit í tingbólkinum, sum vilja hava løgmann frá. Tað eri eg nøgdur við, sigur Suni Jacobsen, sumhelt tað vera rættast at taka trupulleikarnar fram á landsfundinum.
Hann hevur verið limur í Sambandsflokkinum síðan hann var 20 ára gamal, og er rætiliga harmur um at verða skýrdur fólkafloksmaður av løgmanni.
Tað er burturvið. Um Edmund Joensen skýrir meg og allar hinar í flokkinum, sum ikki taka undir við honum, fyri fólkafloksmenn, er Jógvan I. Olsen, sum nú fer frá, eisini fólkafloksmaður?
Hetta er einki hald í. Edmund Joensen hevur størri trupulleikar enn bert okkum tríggjar - fýra í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum.
Suni Jacobsen veit ikki um hann stillar upp aftur.
Spurdur um hann heldur, at Edmund Joensen skal standa á odda fyri samráðingunum, sigur Suni kvikliga, at tað skal hann sjálvandi.
- Eg haldi meg vera í samgongu til valdagin. Tað, sum landsstýrið leggur fram ætli eg at stuðla og arbeiða fyri, sigur Suni Jacobsen.