Í politiska orðaskiftinum fyrrakvøldið lótu sokallaðu sjálvstýrisflokkarnir seg rættiliga úr og avdúkaðu eitt kalt og taktiskt spæl um okkara ríkisrættarligu viðurskifti, sum teir siga seg vilja broyta.
Einaferð ? onkuntíð, bara ikki nú, tí teir hava ikki stundir til tess, ella fyri Fólkafloksins viðkomandi eru ikki lidnir at lensa landskassan á hesum sinni.
Vit vita øll, at verandi skipan er niðurslitin og framyvir bert fer at forpesta samskiftið ímillum føroyingar og danir.
Síðan tað í 1995 varð avdúkað, at Poul Schlüter og Uffe Ellemann í september 1992 løgdu ein embætismannabólk í slys eftir føroyingum og slysálopið eydnaðist, hevur tað staðið meira enn 60% av føroyngum greitt, at økt sjálvstýri skal útvegast og greiður skilnaður gerast ímillum føroyskar og danskar ábyrgdir og rættindi, men langa tíð framman undan var Javnaðarflokkurin farin undir at fyrireika nýggja skipan ístaðin fyri Heimastýrislógina.
Samtykt var gjørd um hetta á landsfundi í 1981, og síðan hevur hendan ætlan verið staðfest í samgonguskjølum við Sjálvstýrisflokkin, Fólkaflokkin sovæl sum við Tjóðveldis-flokkin.
Men nú er vent í holuni.
Nú Javnaðarflokkurin hevur fingið uppskot um stjórnmálanevnd til viðgerðar á tingi, og hevur sagt frá hvussu langt vit kunnu hugsa okkum at farið, nú hava broytingarnar ongan áhuga, ella stundir eru ikki til at umhugsa slíkar.
Heini O. Heinesen nevndi stovnan av tjóðveldi ferð eftir ferð og segði hetta vera tað sama sum loysing, men hann vildi onki gera við málið nú, hann vildi bert á danating at greiða dønum frá ynski sínum ? hóast danir langt síðani hava boðað frá, at tað má vera eitt føroyskt meirlutaynski, sum fær viðgerð og vinnur frama í Danmark. Síðan vildi Heini fara til verka aftan á valið, og skilti eg hann rætt, meinti hann komandi løgtingsval.
Fólkaflokkurin, sum ynskti loysing í fýratiárunum, men sum í síðstu løtu áðrenn fólkaatkvøðuna í 1946 skifti stúku, fór nú úr henni aftur og skifti fyri 14 døgum síðani á landsfundi aftur til gomlu fullveldisstúkuna. Men hann hevur heldur ikki stundir at gera neyðuga arbeiðið.
Hví? Hava Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin enn okkurt, sum ikki er kroyst burtur úr samfelagnum.
Sjálvstýrisflokkurin hevði bert eini konkret ørindi á fólkatingi, og vóru tey at siga frá, at danskt bankaeftirlit ikki er nýtiligt í Føroyum, hetta er soltið.
Helenu nýtist ikki at fara á Fólkating við teim boðum, tey bar undirritaði fyri meira enn 4 árum síðani fram á Fólkatingi.
Ein bankaeftirlitsskipan, sum kunnar føroyska búskaparumsiting heilt og fult um støðuna í føroyskum peningastovnum, skal sjálvsagt vera partur av nýggju skipanini. Men hendan skipan skal fyrireikast her í Føroyum, áðrenn farið verður til samráðingar.
Men hetta hevur Helena onki boð uppá, nei, vit skulu hava fólkaatkvøðu fyrst.
Um hvat, má ein spyrja? Er hetta ikki eisini eitt gelt taktiskt spæl, sum skal dylja tað, sum nøkur okkara hava vitað, nevniliga, at tey seinastu 30 árini hevur Sjálvstýrisflokkurin ongan hug havt til at taka stig á sjálvstýrisleið.
Edmund Joensen valdi sær sjálvum og Paula líkur at siga sum partamaðurin Knud Kristensen segði á sinni: »A benægter fakta« og legði afturat, at onki orð er sagt um, hvat skal koma ístaðin fyri Heimastýrislógina.
Hetta er ósatt!
Javnaðarflokkurin hevur lagt eitt heilt katalog fram yvir neyðugar broytingar, men hevur við vilja ikki givið tí lógarsnið fyri at allir flokkar skulu fáa høvi til at ávirka endaligu orðingarnar.
Men tað sær út til at loysingar- og sjálvstýristos teirra bert er til sunnudagsbrúks, tí sendingin gav kenslu av, at hesum tilboð Javnaðarfloksins havna allir flokkar við tí hjáputri at bíðast skal til eftir løgtingsvalið.
Tað er smáligt, um teir bert vilja dylja, at tað er Javnaðarflokkurin, sum rekur realpolitikk, og at hesin hevur fingið veljarameirlutan í sín part.
At bíða eftir løgtingsvalinum er eisini vandamikið, tí hvør sigur, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin ikki ganga saman aftur tá, og tá verða vit undir ódemokratiskum sambandskum § 13 banni, sum forðar fyri broytingum í ríkisfelagsskapinum.
Tí aftan á valið verður støðan framvegis tann, at hvørki tjóðveldið ella sambandið vilja ásanna, at flokkar sum hvør sær bert umboða 20% av veljarunum, fáa ikki einsamallir sín vilja framdan.
3. mars 1998
Atli P. Dam