Vit gleða okkum til næstu 25 árini

Bygningssnikkaravirkið hevur 25 ára føðingardag í dag, og bjóðar í tí sambandi viðskiftafólki og øðrum til móttøku á virkinum. Vit hava fingið orð á Vilhelm Johannesen, stjóra á virkinum, og hann greiðir okkum frá søguni hjá virkinum

Bygningssnikkaravirkið hevur rundan føðingardag í dag. Ella hálvrundan í hvussu er.

Tað eru í dag liðin 25 ár síðani Vilhelm Johannesen fór undir sjálvstøðugt snikkaravirksemi.

Dagurin verður hildin við móttøku í hølunum hjá Bygningssnikkaravikinum við Smyrilsvegin.

Men, hvør er so søgan aftanfyri hetta 25 ára hátíðarhaldið.

Hetta hava vit tosað við stjóran og stovnaran av virkinum, Vilhelm Johannesen, um.

Vilhelm greiðir frá, at hann í síni tíð byrjaði at arbeiða fyri Snikkaravirkið í Grønlandi. Hann sigur, at hetta var hansara útgangsstøði og her arbeiddi hann í 15 ár.

Hugurin at byrjað fyri seg sjálvan hevði verið har eina tíð. Honum dámdi sera væl at arbeiða við innbúgvi, og hann hevði nú eisini starvsroyndir úr útlondum. Hann starvaðist eitt bil í Svøríki og á hernaðarstøðini í Streymfjørðinum.


Byrjaði í kjallaranum

Vilhelm Johannesen greiðir frá, at virki byrjaði í kjallaranum í sethúsum sínum í Stoffalág.

? Og tað var ikki altíð so lætt, at hava virkið har.

? Eg minnist okkurt leyg-arkvøldið vit høvdu gestir. Tá kom onkur av monnunum til arbeiðis at fernisera eitthvørt.

? Og vit kundu líka so gott havt blakað gestirnar út. Tað luktaði langan veg. Um alt húsið, so tað ikki var inniverandi.

Hann greiðir frá einari aðrari hending, beint undan jólum tað eina árið.

? Konan hevði blást alt av í erva, og vit skuldu halda jólaborðhald í kjallaranum.

? Ein av monnunum fór uppá, at hjálpa sær sjálvum og lat hurðina standa opna, so alt støvið fór uppá.

? So tað var ikki bara smíl ta ferðina, sigur Vilhelm Johannesen.

Tann fyrsti stóri ordrin teir fingu, var í sambandi við kommunalu byggingina á Tórsbyrgi.

? Til tað byggjaríið gjørdu vit køkar og skáp, og tað var Zacharias Bech sum fineraði fyri okkum, sigur Vilhelm.


Fluttu í

nýggjan bygning

Tað var nokkso skjótt eftir byrjanina at hann byrjaði at hugsa um at gera ein virkisbygning burturav.

Ætlan gjørdist til veruleika, og í 1979 varð farið undir at byggja við Smyrilsvegin.

Flutt varð inn árið eftir og síðan hevur Bygningssnikkaravirkið, ella BSV, hildið til har.

Og Vilhelm Johannesen letur væl at gongdini.

? Vit fingu uppgongdina við í 80-árunum, og tá var nokk at gera.

BSV er tað vit kalla ein familjufyritøka, hóast hon er partafelag.

Partapeningurin er 1,6 mió. kr., eins og hann var við byrjan, men eginognin er munandi størri. Hvussu stór vil hann ikki siga.

? Tað eru konan, børnini og eg sjálvur sum eiga partapeningin, sigur Vilhelm Johannesen, og heldur fram:

? Eg haldi, at tað er orsøkin til at tað hevur gingið so væl. Vit hava øll arbeitt í virkinum, men hava ongantíð verði hálønt.

Harafturímóti hava tey altíð lagt nógva orku í felags barn teirra og arbeitt sera nógv.

Ein arbeiðsdagur byrjar áðrenn klokkan átta um morgunin og endar ikki fyrr en klokkan 10 á kvøldið.

? Fríggjakvøld fara vit eitt sindur fyrr til hús, og leygardag geva vit okkum góða tíð.


Sonurin yvir-

tikið leiðsluna

Vilhelm Johannesen greiðir frá, at hann hevur havt leiðsluna tey flestu árini, men nú hevur sonurin Helgi tikið yvir.

? Eg eri við í so nógvum øðrum, at tað er skilabetri at Helgi átekur sær meira her, sigur Vilhelm.

Hann er formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, Havnar Handverksmeistarafelag, Føroya Arbeiðsgevarafelag er hann eisini við í, umframt fleiri øðrum nevndum og bólkum.

Helgi er útlærdur bygningssnikkari, byggiteknikari og -frøðingur, so hann er ikki heilt ókendur í fakinum.

Ein fyritøka sum henda, kann lættliga gerast eftirbátur orsaka av skjótu gongdini á tekniska økinum, men so er ikki.

Vilhelm Johannesen sigur, at tey alla tíðina hava roynt at endurnýggja maskinútbúnaðin.

? Maskinurnar sum standa her eru tær mest framkomnu á økinum, sigur hann.

Samstundis roynir virkið at koyra eina ávísa eftirútbúgving av starvsfólkinum, so at vitan teirra alla tíðina er dagførd.


Tey trongu 90-árini

Sum øllum føroyingum kunnugt, setti kreppan av álvara inn í nítiárunum, og

tað merktist sjálvandi eisini á BSV. Vilhelm greiðir frá:

? Tað var so løgið skal eg siga tær. Tá eg fór í summarfrí var nóg mikið at gera, men tá eg kom aftur, var so steindeytt.

Fyri at halda uppá fólki, gjørdu teir ikki mætari, enn at teir bygdu uppí verkstaðið.

? Og tað var skemtiligt at síggja menn, sum bert vóru vanir at standa og polera inni á verkstaðnum, nú arbeiða við forskallingum.

Ætlanin var góð. Teir gjørdu hetta fyri at halda uppá fólki og tað eydnaðist.

Sjálvandi eru onkrir menn rýmdir í sambandi við kreppuna, men teir allarflestu eru komnir aftur í aftur. Í hvussu er teir, sum fóru við familjuni avstað.

Og Vilhelm er glaður fyri at teir eru afturkomnir.

? Eg eri so sera fegin fyri teir menninar vit hava her á virkinum, at eg hevði verið keddur óansæð hvønn eg misti.

Og tað sær eisini út til at teir trívast væl. Í løtuni eru tríggir lærlingar, men annars hava teir, sum hava arbeitt stytst, verið har í uml. 10 ár.

? Tann, sum hevur verið longst, hevur arbeitt í 23 ár á virkinum.

? Tað eg havi sagt við teir og, sum eg sigið við lær-lingarnar, er:

? Uppførið tykkum og føli, sum hetta er tykkara egna, so skal nokk okkurt gott spyrjast burtur úr. Eg taki jú onki við mær, tá eg fari hiðani.

Allir teir, sum arbeiða á BSV í dag, hava lært á virkinum, sigur Vilhelm Johannesen, og heldur fram:

? So eg havi kent teir síð-ani teir vóru ungir dreingir.

Almenna góður stuðul

Kundagrundarlagið hjá BSV hevur verið tað sama í langa tíð.

Virkið hevur havt nógvar uppgávur fyri tað almenna, og teir hava innrættað rúsdrekkasølurnar, viðskiftastovuna í Keypmannahavn og mangar aðrar almennar skrivstovur.

Hetta er Vilhelm Johannesen sera fegin um.

? Eg haldi tað er ótrúliga gott, at tað almenna Føroyar ger sær ómak, at hyggja eftir hvat vit sjálvi gera, heldur enn at keypa útlendskt.

?Teir hava verið sera góðir stuðlar, sigur hann.

Og tað sama sigur hann um sparikassan og aðrar kundar við.

Av øðrum uppgávum BSV hevur tikist við kann m. a. nevnast, innrættingin av Hotel Føroyum. Teir sengur og ymiskt annað afturat, so tað var ikki so lítil uppgáva.

Annars, sigur Vilhelm Johannesen, at teir hesi 25 árini hava havt ikki færri enn 14.000 ymiskar uppgávur, so teir hava verið við í ótrúliga nógvum


Framtíðin

Tað er sjálvandi, at eitt virki ikki stendur í 25 ár, uttan málsetningar.

Vit spurdu tí Vilhelm hvørjir málsetningarnir eru fyri tey næstu 25 árini.

? Tað er at halda fram á nøkunlunda somu leið sum nú og vit skulu framhaldandi modernisera fyritøkuna, bæði á ein og annan hátt.

? Vit hava tær bestu maskinurnar og á teknistovuni hava vit eisini tað bestu útgerðina.

Tað er nevniliga so, at BSV eisini ger ymisk tekniarbeiði, tá tey verða biðin um tað, umframt at teir samstarva við ymiskum arkitektum á tí økinum.

Hava tit gjørt nakað til útflutnings?

? Vit hava havt ein ordra til Týsklands og vit fingu tað fyri hann vit skuldu. Hinvegin haldi eg, at vit fyrst skulu kunna standa okkum heima hjá okkum sjálvum, áðrenn vit fara út um landoddarnar at kappast.

Vilhelm Johannesen heldur tað hava stóran týdning at tænastan, sum verður latin her heima er nóg góð, tí so koma kundarnir aftur, og tað er tað virkið livir av.

? At tosa um útflutning er ikki rætt í hesum føri, sigur hann.

Sosialurin ynskir BSV tillukku við degnum, og góða framtíð.