Tað endaði 1-1, tá ið HB í góðveðrinum í kvøld hevði vitjan av KÍ, sum eftir fyrsta triðingin av kappingini hevði fulla úrtøku.
HB javnaði til 1-1 í tíðini, sum dómarin legði aftrat, og tað ber við sær, at nýggi venjarin enn ikki hevur tapt.
André Olsen hevur havt ábyrgdina av HB liðnum í tveimum dystum. Fyrru ferðina endaði tað við 1-0 sigri á útivølli ímóti meistarunum í Víkingi, og í kvøld endaði tað 1-1 í Gundadali ímóti KÍ, sum undan hesum dystinum hevði fulla úrtøku. At úrslitini ímóti tveimum so stinnum mótstøðuliðum hava verið so góð eigur at vera góð borgan fyri, at fyribilssetti venjarin fer at fáa møguleikan at halda fram í venjarasessinum.
KÍ var nógv meiri á bóltinum í kvøld, og KÍ legði seg á odda, tá ið eitt stórt korter var farið. Patrik Johannesen var málskjútti, eftir at innlegg úr vinstru frá Robert Williams tók træverkið, áðrenn bólturin endaði fyri álopsspælaranum, sum nú hevur skorað níggju mál.
KÍ hevði nógvar góðar støður og eisini onkrar heilt góðar málmøguleikar, men tað eydnaðist ikki at økja um leiðsluna. Tí var tað spenningur í alla tíðina. Síðstu løtuna spenti HB álopsbogan, tá ið eitt nú Leivur Fossdal Guttesen, Bartal Páll Klein og Bartal Wardum vórðu skiftir inn í álopið, og í síðstu løtu eydnaðist tað at javna.
Bólturin varð lagdur í KÍ brotsteigin, har Sammy Skytte mitt fyri málinum var fyrstur á og sendi bóltin upp í nettakið. Hetta var triðju ferð í ár, at Sammy Skytte var málskjútti. Hann skoraði eisini í 9. umfari, tá ið hann átti 1-0 sigursmálið í Gøtu.
Annan sunnudag fer KÍ at spæla á útivølli ímóti TB, og tá bíðar HB og André Olsen enn ein stór avbjóðing. Mótstøðuliðið verður NSÍ í Runavík.
HB – KÍ 1-1 (0-1)
0-1: Patrik Johannesen
1-1: Sammy Skytte
Dómari: Kári J. á Høvdanum
HB: Bjarti Vitalis Mørk – Ási P. Dam, Heðin Hansen, Viljormur Davidsen, Lassana Faye – Dan í Soylu, Heini Sørensen, Noah Mnenéy, Sammy Skytte – Emil G. Pedersen, Jákup L. Thomsen
KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, Robert Williams – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, John Johannesen – René Shaki Joensen, Patrik Johannesen