Hóast alt stendur í einum uttanfyri, og hugaligari hevði verið at sitið heitt og fjálgt innandura, so var tað vert at stríða seg upp úr sofahorninum niðan í Norðurlandahúsið og uppliva eina dreymanátt á hásummri.
Tað var eisini dreymakent at koma innar, har bleytir barokktónar fylgja áskoðararnir uppá pláss í salinum.
Pallurin var einfalt prýddur, sum vit kenna frá leikum í Grikkalandi í fornøld, við súlum og trappum, tó her væl ballað í klæði.
So hvørt sum frálíður og leikararnir koma á pallin, er einki sum tað eigur at vera, tá ræður um gamla Shakespeare og hansara tíð.
Har eru álvar og drottningar, kongar og aðalsmenn, prýddir við stórum tatoveringumog aðrar ævintýraverur og ungar kvinnur, sum berjast fyri at vinna unglingin, sum tær hava kastað sín kærleika á. Har eru eisini handverkarar og aðrar tímiligar verur, sum á sín hátt gera sítt til at vit lata okkum flyta inn í dreymaheimin.
Tær elska tann skeiva
Vit eru stødd í Athen.Tær ungu vinkonurnar Helena (Katarina Nolsøe) og Hermia (Kristina Hansen) eru vorðnar giftingarførar, men bland kemur í kærleikan.
Tá pápi Hermiu, Teseus, hertogi (Páll Danielsen) ger av, at dóttirin skal giftast við Demtrius (Allan Dalsgarð), hóast hon er forelskað í Lýsander (Annfinnur H. Jacobsen), og hóast Helena er forelskað í Demetrius, so er greitt, at her má okkurt henda.
Forna lógin í Athen um hetta mundið sigur, at um gentan noktar at giftast við manni,sum pápin hevur valt henni, so skal hon fara í kleystur ella doyggja.
Grundgevingin fyri at pápin vil hava dóttrina at giftast við Demetriusi er stutt sagt, at honum dámar betur henda mannin enn Lýsander. Ikki tí, báðir biðlarnir eru eins ríkir og høgt í metum, men soleiðis var tað bara tá.
Kærleikans lógir fylgja ikki altíð samfelagsins lógum, og soleiðis var eisini í forntíðini.
Helena vil hava Demetrius, men hann skal giftast Hermiu. Av øllum alvi roynir hon at fáa Demetrius at vera góð við seg, men tá tað ikki eydnast, roynir hon at lokka við sex . Tað plagar sum kunnugt at vera besta vápnið, men heldur ikki tað riggar.
Av hesum stendst leikur, sum heitið sigur, at dreymurin verður til veruleika og veruleikin til dreym, sum vit fylgja í slakar tríggjar tímar - og ikki eina løtu keðir áskoðarin seg, tí har hendir okkurt alla tíðina.
Gandur í fortíð
og nútíð
Nútíð og fortíð kemur í bland, eins og dreymur og veruleiki. Tú situr sum á nálum, fyri at fáa greiðu á søgugongdini.
Eitt sindur av gandi er eisini í dreymamyndunum, har Púk (Ria Tórgarð) er tænari og fívil hjá Oberon álvakongi (Páll Danielsen), fær til uppgávu at stoyta gandavætu í eyguni á teimum báðum biðlunum. Tað skal fáa teir, tá teir vakna, at falla fyri tí røttu, og soleiðis skulu allir trupulleikar ruddast burtur. Til alla vanlukku gandar Púk tann skeiva biðilin, og so er umvent í holuni. Tað førir til óvinskap millum vinkonurnar, øvundsjúku og ótryggleika, so sum slíkt eisini ger í dag.
Meðan hesin leikur fer fram, verður brúdleyp fyrireikað. Har skal m.a. eisini verða sjónleikur.
Hetta verður gjørt á serstakliga skemtiligan hátt. Tú kanst siga, at hetta er áhugaleikur, tá hann er best - sum nakrir av bestu sjónleikarar okkara so snildisliga fáa okkum at hugsa um farnar tíðir, tá tað at spæla sjónleik var álvarsligt fyri tey sum luttóku, men annars ikki var mett sum annað enn spæl og fjas.
Tað gerast ikki minni skemtiligt av, at tað er Kíla Fía (Laura Joensen) sum skipar fyri. Tað hevur hon eisini gjørt ofta seinastu 20 árini í Grímu, og soleiðis verður 20 ára gamli leikbólkurin snildisliga drigin inn í Shakespeare leikin.
Laura minnir ikki sørt um eina ulladukku, sum øll í Havn minnast, og Egi var so skemtiligur, at tað ikki kann sigast frá í orðum.
Jú, víst er tað Shakespeare, men tað er eisini so nógv annað.
Har er sjónleikur í sjónleikinum í fleiri løgum, frá tí gamla grikska samfelagnum og til nútíðina í okkara samfelag.
Dreymurin um at liva lukkuligt allar ævir
Øll eiga í sær dreymin um at vinna ta ævigu lukkuna, um tað so er at finna kærleikan í øðrum menniskjað, fáa børn og liva lukkuliga til dagsins enda, ella at fáa ein lættan vinning, antin bil, pening ella okkurt sovorið, sum kemur leikandi lætt av sær sjálvum.
Fyri at fáa áskoðaran burtur úr veruleikanum, riggar tónleikurin, sum Stamen Stanchev hevur gjørt, væl. Hann er inniligur og bleytur, og við nógvum variatiónum, sum við hvørt minnir um tónleikin í londunum í fjareystri.
Aftaná langar og strævnar roynslur, verður at enda brúdleyp, men tað er bert byrjanin til annan leik, sum aftur stríkur aftur og fram um pallin, leiddar av teimum óveruligu.
Tað er ógjørligt at taka samanum í hesum leiki. Hann skal síggjast og upplivast av tí einstaka, sum best kann gera sær sínar egnu metingar um innihaldið.
Einki er at ivast í, leikurin sigur okkum eins nógv í dag, sum fyri 400 árum síðan. Tá skal eisini sigast, at framúr góða uppsetingin hjá Eyðuni Johannessen av røttum er gjørt fyri føroysk eygu og oyru.
Shakespeare við føroyskum samleika
Tað kann eisini sigast um framúr góða týðingina hjá Axel Tórgarð. Tað er ein fragd at vita, at hetta kann lata seg gera í okkara lítla landi. Ikki bert er hetta Shakespeare, men eisini er innflættað føroyskar tíðarvillur, sum vil noyðast at flenna at, hóast tað kanska verður onkrum ovboðið.
Tá tað er sagt, so er umsetingin hjá Axeli Tórgarð hornasteinurin. Vakrari og meira raðið føroyskt, hevur sjáldan verið at hoyrt á palli áður. Teksturin er torførur, av tí at nógv verður sagt í ørindum, men hetta er so væl fráfarið, at leikararnir ógvuliga sjálvdan standa fastir.
Tað verður ofta tikið til um leiklist í USA, at har verður alt blandað saman á pallinum. Tað er til lítlan sóma fyri leikritaskaldið. Har skal bara vera so nógv sum gjørligt av øllum, eins og at blaka ein pakka av bommum út á pallin.
Í ?Dreymur Jóansøkunátt³ verða leiklistagreinar av ymsum slag tiknar fram, og tað er so væl fráfarið, at tað verður til søguna um føroyska leiklist frá áhugaleiki til yrkisleik. Tað riggar væl.
Hesin pakki av bommum er sera væl blandaður í litum og innihaldi og sniði, men tað ger tað bert enn torførari at nevna nakran staklut fram um aðrar.
Tað ber ikki til ongan at nevna, og tí fari eg at nevna leiklutin hjá Riu Tórgarð. Hon er álva, hálvt menniskjað og dýr, og hálvt kvinna og maður, hugsi eg.
Stuttligari íspegil havi eg ongantíð sæð áður. Hon var sum fiskur í vatninum á pallinum, og ein teirra, sum leikurin neyvan kundi verið fyri uttan.
Annar leikari er Katarina Nolsøe, sum spældi sín leiklut til fulnar. Hon var kvinnan sum noyddi mannin at verða góð við seg . Jú meir hann kúgaði hana, enn meira vildi hon hava hann . Menniskjað verður ikki øðrvísi, hóast 400 ár eru ganga. Søgan er tann s ama. og ivalest eins sonn í dag og á Shakespeare døgum. At framføra henda leiklut so ósmæðið og ærlig og so yndisliga, var eitt satt listaverk.
Hóast pallmyndin er einføld, so eru nøkur lítir. Tað er tá teknikkur tekur ræðið. Av tí at tvær grikskar súlur prýða pallin í fyrstuni og síðan verða koyrdar til viks, eydnaðist tað ikki teknikkinum at fáa hesar upp á pláss aftur í sennu helvt av leikinum. Tað var spell og órógvaði myndina ikki sørt.
Gykl og spæl?
Tá leikurin endar verða vit brádliga tikin burtur úr dreymaheiminum, men hvussu tað snildisliga verður gjørt, skal ikki nevnast her. Tað skulu áskoðararnir eiga til góðar.
Var tað so bert gykl og spæl, ella var tað veruleiki? Tað ber illa til at gloyma dagsins ?pall³, uttan fyri sjónleikarhúsið í løtuni, har politikarar føra valstríð, og hvør í sínum lagi borðreiðir við tí einasta eina sannleikanum, og siga, at øll hini lúgva, um tey hava aðra meining.
Tað áttu teir at farið niðan í Norðurlandahúsið at fingið váttað ella avsannað, og umvent, har einki er sum vit halda tað vera - og umvent.