studentaskúla og ger rættiliga vart við seg. - Eg havi altíð havt lætt við at læra mál. Hetta kemst helst av, at tá eg var lítil, hugdi eg nógv eftir teknifilm á donskum og enskum. Somuleiðis havi eg altíð [...] Tað var felagsskapurin ESU (English Speaking Union), ið skipaði fyri kappingini »The Public Speaking Competition«. Í Danmark fór kappingin fram á avstralsku sendistovuni í Keypmannahavn. - Tað var bara [...] bara av tilvild, at eg slapp við í kappingina. Lærarin hjá mær hevði hoyrt um kappingina og mældi mær til at royna, og eg so gjørdi, sigur Anja brosandi. Fyrst vóru nøkur innleiðandi umfør. Í hálvfinaluni
í Leirum ella ikki! Hetta er okkara heim, og higartil hevur hann kveistrað nærum øll okkara ynskir av vegnum, og kemur ein á tal við hann, um hann yvirhøvur hirðir at tosa við ein, sigur hann, at játtanin [...] Andreas Andreas bispi frá í telefonsamrøðu 15. desember 1998, men svarið hjá bispi var, at hetta hevði dómsprósturin ikki sagt. Ein onnur av kærunum, ið eru sendar Kirkjumálaráðnum, eru um sjálvt prestastarvið [...] vónandi var skil á mínum kirkjubóksarbeiði í Suðuroyar Sunnaru helvt« víðari sigur Andreas Andreasen: »Eg lati ikki hesar skuldsetingar liggja á mær! Og tí fari eg hereftir, um tygum geva mær loyvi til
sum er púra samdur við mær, so eg havi valt at gera alt sjálvur, sigur Sjúrður Højgaard m.a. við Rás 2. Nýggja Testamenti er longu farið til prentingar í USA, og í næstum verða góð 2000 eintøk ókeypis at [...] báðar føroysku bíbliurnar eru týddar eftir upprunatekstum, sum so ella so stava frá Alexandria, sum var høvuðssæti hjá gnostikarum. - Tey eru í veruleikanum korrupt griksk manuskript, og tí nytta báðar føroysku [...] Højgaard, sum týðir út frá einum øðrum teksti, ið er kendur sum tann sýriski ella byzantiski teksturin. Ein munur er, sambært Sjúrði Højgaard, fatanin av Jesusi. - Gnostikararnir trúðu ikki, at Jesus Kristus
ikki kundu fáa dómarakanning, sum landsstýrið og Løgting vóru samd um var best, bedýraðu danir, at kanningarnevndin var eins góð og ein dómarakanning. - Vit høvdu einki annað val, enn at trúgva teimumtá, [...] - Tað er greitt, at hetta fær okkum at vit seta knyklar í brýr, sigur Eilif Samuelsen. Hann heldur samstundis at vit skulu vera varin. Tað er greitt at løgmálaráðharrin hevur ein trupulleika at berjast [...] spurningum, tá tað fyri umleið 14 døgum síðani kom fram, at Michael Rekling, skrivari í kanningarnevndini var inhabilur. Síðani hava bæði danskir og føroyskir politikarar lagt seg út í málið, og nú tykist tað
um tekning, og tað kom mær til góðar, tá eg skuldi undirvísa. Alt eg sjálv kundi hugsað mær at duga, tá ið eg var barn, lærdi eg børnini, sigur Aase Bømler Olsen, sum er dóttir ein málarameistara, sum eisini [...] hvat børn hava áhuga í. Úrslitið var, at gentur og dreingir hava ikki áhuga í tí sama, og at børnum dámar best at mála meðan foreldrini eru í nánd. Ein mamma segði mær, at sonur hennara dámar best at tekna [...] , sum Aase upprunaliga ætlaði. - Tekniheftini krevja meiri av mær enn tað eg ætlaði av fyrstan tíð. Í heftunum skal vera ein byrjan og ein endi umframt eitt pedagogiskt innihald. Tað sær lætt út, men nógvar
men væl avmarkaðum breki. Hetta var eisini royndin, men ber til eitt vist. So líðandi vaks ein langur bíðilisti við børnum, sum ikki høvdu nakra sjúkuavgerð ella diagnosu. Hetta vóru børn og eru børn við [...] bjóða. Bókin Rura roynir at lýsa barnið, bæði nervafrøðiliga og sum ein einstakling úti í tilveruni, men fyrst og fremst er hon ein vegleiðing um, hvussu til ber at kanna og viðgera. Henda viðgerð er einans [...] ljósspælið á rútinum, sansa alt hetta sum eina mynd, men samstundis kunnu vit sálda meginpartin frá og binda hugin við okkurt annað, ið umhvørvið velur sum tað rætta. Hetta er í veruleikanum kjarnan ella
heit og góð, sigur Fríðrikur krúnprinsur. Hann váttar eisini, at hann hevur fingið eina nýggja troyggju at vera í. - Jú, tað vóru nakrar fittar kvinnur, sum lótu meg vita, at hin troyggjan var ið so stór [...] Føroyum, síðani vit vóru her seinast. Eg hugsi bæði samfelagsliga og í fólkatalinum. Tað er eyðsæð, at hetta er eitt samfelag í framgongd, sigur hon. - Havið gevur tykkum jú ómetaligar nógvar møguleikar, sum [...] Vit fingu høvi at síggja verksmiðjuna, og hvussu fyritøkan hevur tillaga seg broyttar umstøður. Tað var eisini stuttligt hjá børnunum at koma so tætt upp á laksin og síggja, hvussu laksurin mennist frá rogni
gjár. - Dagurin var heilt serligur og deiligur, og eg hevði eina góða kenslu alla tíðina. Tað var ótrúliga deiligt við eini fullsettari kirkju, góðum kórsangi og ikki minst, at eg hevði góð fólk rundan um [...] eg las gudfrøði, men hetta var fyrstu ferð, at eg prædikaði í míni kirkju so at siga, fortelur Marjun í Kálvalíð, sum hevði ábyrgdina av einum parti av gudstænastuni. - Í gjár var eg fyri fyrstu ferð fyri [...] Vestmanna kirkja var fullsett, tá 53 ára gamla Marjun í Kálvalíð í gjár bleiv innsett sum prestur í Norðstreymoy og Vágum. Tað var dómpróstur, Uni Næs, ið skipaði Marjuna í Kálvalíð í kallið. Marjun í
við at døma kappingina hjá juniorunum, har føroyska liðið eisini var við, meðan Beinta skuldi døma kappingina hjá seniorunum. Fingu góð skoðsmál Erla Johannesen og Beinta Danielsen hava verið á tveimum [...] Finnlandi vóru tær eisini til eitt triðja skeið. Erla Johannesen var væl nøgd við dømingina, og hon sigur, at báðir teir føroysku dómararnir fingu góð skoðsmál fyri avrikið í Finnlandi. - Tað gekk ordiliga væl [...] nógv at vera dómari á hægsta stigi úti í heimi. - Ja, hetta er ógvuliga krevjandi. Fyri at vera við í toppinum skulu vit døma nógv uttanlands. Ein trupulleiki í hesum føri eru pengarnir. Fimleikasambandið
Torstein var nevniliga heili 10 sekund frammanfyri nummar tvey á NM kappingini farna vikuskifti. Tað vóru 19 rógvarar við, og hann var í tí seinna heat'inum. Besta tíðin í fyrra heat'inum var yvir 7 minuttir [...] rógva í maskinu er perfekt fyri ein so stóran drong, sum Torstein. Hann er langur, um 1,90 metur, og tað er ein fyrimunur í maskinunum. - Men hann hevur sanniliga eisini ein sterkan vilja. Eg havi bara givið [...] seta sær høg mál. Venja fyri at vinna - Hetta er 4. árið, eg rógvi. Eg havi róð barnaróður í 2 ár, og í fjør luttóku vit fyri fyrstu ferð í dreingjaróðrinum. Mær dámar so sera væl kappróðurin, tí samanhaldið