Ein av kærunum, ið verður viðgjørd í Kirkjumálaráðnum í løtuni, er ein kæra um eitt baðikar. Sóknarpresturin í Hvalba, Andreas Andreasen, hevur sent Kirkjumálaráðnum kæru um, at bispur ikki vil loyva honum at fáa skift baðikarið í prestagarðinum út við eina brúsukabinu.
Andreas Andreasen sigur í brævi til Kirkjumálaráðið, at 40.000 krónur eru játtaðar til ábøtur av prestagarðinum í Hvalba, og eru verkfrøðingurin, Jørgen Jacobsen, og Andreas Andreasen samdir um, at baðirúmið skal gerast. Presturin í Hvalba fær nevniliga ofta vitjan av eldri fólki, ið ikki kunnu brúsa sær í baðikarinum, og tí ynskir hann at fáa brúsukabinu.
Bispur noktar
Í skrivi dagfest 16. juli 1998 sigur bispur: »Eg meini, at vit í sambandi við uppseting av nýggjum baðikari í prestagarðinum í Vági, har tað fá ár frammanundan varð tikið burtur, gjørdu greitt, at vit frameftir ikki kunnu góðkenna, at baðikarið verður tikið burtur í prestagørðum. Henda støða er óbroytt, og tí kann baðikarið ikki takast burtur, uttan so, at eitt nýtt verður sett upp. Men vit hava einki ímóti, at eitt nýtt baðikar verður sett upp, og at ein brúsa verður sett upp í sambandi við baðikarið.«
Hetta tekur presturin í Hvalba sum eina provokatión, og sendir hann í september 1998 skriv til Signar á Brúnni, landsstýrismann í kirkjumálum, Vibekke Larsen, Ríkisumboðskvinnu og Hans Jacob Joensen, biskup, har hann vísir á, at hann følir seg illa viðfarnan av svarinum frá bispi. Hann spyr í brævinum: »Mín spurningur til tykkum er, um Hans Jacob Joensen einsamallur í Stiftstjórnini kann avgera, hvat skal gerast í prestagarðinum í Leirum ella ikki! Hetta er okkara heim, og higartil hevur hann kveistrað nærum øll okkara ynskir av vegnum, og kemur ein á tal við hann, um hann yvirhøvur hirðir at tosa við ein, sigur hann, at játtanin fyri allar prestagarðarnar er so lág, umleið 1, 2 millónir.«
Víðari vísir Andreas Andreasen á, at tað ikki er nøkur loyna, at ávísir aðrir prestar hava fingið játtað hundraðtúsundtals krónur, meðan aðrir lítið og einki hava fingið í sama tíðarbili. Hetta fær hann at halda, at ótrúligur mannamunur verður gjørdur á prestum, og ábyrdin fyri hesum, metir hann, liggur hjá Stiftstjórnini.
15. apríl í ár, var tolið hjá Andreasi Andreasen uppi, og sendi hann tá brævið, sum hann í september 1998 sendi Signari á Brúnni, ríkisumboðnum og bispi, til Keypmannahavnar til Krikjumálaráðið, ið er ovasti kirkjuligi myndugleiki í danska ríkinum. Har verður skrivið viðgjørt sum ein av kærunum í føroyska kirkjustríðnum, og væntandi tekur Kirkjumálaráðið støðu í málinum um einar tvær til tríggjar vikur.
Dómpróvsturin kemur við følskum ákærum
Í kæruni til Kirkjumálaráðið vísir Andreas Andreasen á, at Bjarni Bæk, dómpróstur er komin við følskum ákærum móti sær. Andreas greiðir frá, at prestagarðurin í Leirum í Hvalba er í ógvuliga ringum standi, millum annað lekur vatn inn í kjallaran. Men tá Bjarni Bæk, dómpróstur, ið hevur ábygdina fyri prestagørðunum, var og sýnaði prestagarðin, ákærdi hesin, sambært kæruni, Andreas fyri sjálvan at hava oyst kjalaran undir í vatni. Hesum segði Andreas Andreas bispi frá í telefonsamrøðu 15. desember 1998, men svarið hjá bispi var, at hetta hevði dómsprósturin ikki sagt.
Ein onnur av kærunum, ið eru sendar Kirkjumálaráðnum, eru um sjálvt prestastarvið hjá Andreasi Andreasen. Hann kærir nevniliga um, at hann og Petur Martin Rasmussen, sóknarprestur á Tvøroyri, hava havt alt ov mikið av arbeiði, eftir at sóknarpresturin í Vági, Heri Joensen, fekk starv í Suðurstreymoyar Vestara Prestagjaldi 1. desember 1998.
Í kæruni sigur Andreas Andreasen, at hóast hann og Petur Martin Rasmussen hava havt úr at gjørt við at røkja allar tær 10 kirkjurnar, ellisheimið og sjúkrahúsið, hevur dómpróvsturin ført »katalog« yvir virki hansara sum sóknarprestur. Hetta sigur hanns seg als ikki kunna finna seg í, og hevur hann tí kært hetta fyri Kirkjumálaráðnum, tá bispur ikki vil gera nakað við málið.
Í kæruni til bisp 22. mars., sigur Adreas Andreasen: »Víðari kom Bjarni Bæk inn á, at undirritaði einki ger, og hann ?antydaði?, at vónandi var skil á mínum kirkjubóksarbeiði í Suðuroyar Sunnaru helvt« víðari sigur Andreas Andreasen: »Eg lati ikki hesar skuldsetingar liggja á mær! Og tí fari eg hereftir, um tygum geva mær loyvi til tað, at læsa húsini av í Vági. So bert Páll Jacobsen, ið hevur kontrabøkurnbar, sleppur inn.
»Og vegna tær grovu skuldsetingarnar ímóti mær frá Bjarna Bæk, dómprósti, fari eg tí at skriva til øll kirkjuráðini í oynni, um tey eru nøgd við mín gerning sum sóknarprestur!«
»Eg má viðganga, at eftir at Bjarni Bæk hevur koyrt meg niður í sand og øsku, og hevur ákært meg fyri embætismisnýtslu, havi eg ikki fingið blund í eyguni! Klokkan er 5:00 og longu í morgun klokkan 9:00 skal eg hava konfirmantar í Vági! Og aftaná døgverða, klokkan 13 í Hvalba! Klokkan 17 skal eg í kapellið, og suður til Vágs við kistuni!«
»Eg finni meg ikki longur í forfylgunum, ið Bjarni Bæk nú í skjótt trý ár hevur ført ímóti mær! Og tí vóni eg, at tygum, sum biskupur, kunnu seta hann uppá pláss! So at hann ikki órógvar og ?generar? meg meira!«
Einki svar
Andreas Andreasen fekk ikki nakað svar uppá kæruna til bisp, og tí sendi hann hana til Kirkjumálaráðið. Tískil málið um Føroya bisp, sum í løtuni verður viðgjørt í Kirkjumálaráðnum, um meira enn kvinnuligar prestar og ósømiligar lestrar. Viðgerðin hevur eisini tikið nógv longri enn væntað, men nú lovar Jens Ulf Jørgensen úr Kirkjumálaráðnum, at svar kemur innan tríggjar vikur.